pallin, og við harða rocktónleikinum fingu teir Gøtusand at lætta sær á eina løtu. Fólk fingu hug at vera við í veitsluni, og eina løtu var tað trupult at síggja tónleikararnar á pallinum, tí fólk leikaðu í [...] tá Niels Uni byrjaði at syngja teir ónærisligu tekstirnar hjá bólkinum. Ein pápi helt fyri, at tá sonurin fyri fimtu ferð hevði spurt, hvat eitt ónærisligt orð merkti, so var tíð at fara heim við honum [...] upp undir miðju. Tað var líka við, at tey kundu vassa út til bátarnar, sum lógu inni ímóti Gøtusandi. Summi fólk vóru í kátum lagi, men atburðurin var fyrimyndarligur. At so partur av fólkinum gekk bananas
føðingardag, har yvir 100 fólk vóru til staðar. Tú sást ikki á henni, at hon stríddist við sjúku, so frísk og glað, sum hon altíð sá út til at vera. Eg kom inn í familjuna fyri góðum 12 árum síðani og kendi [...] ikki sóu so bjørt út tá, valdi hon, at seta sítt álit á Guð, sum bleiv hennara styrki ígjøgnum tey gott 12 árini, sum hon fekk afturat. Í hesum tíðarskeiði upplivdi hon at gerast heilt frísk. Hon vitnaði um [...] heldur ikki tað stóra arbeiðið, sum læknarnir gjørdu og plagdi at siga áðrenn viðgerðirnar av ymsum slag fóru fram: "Eg biði fyri læknunum, at Guð skal brúka teirra hendur til grøðing fyri mítt likam." Ása
pínu. Tað var týðiligt, at tú ynskti, at tað skuldi ganga framá, tí tær longdist so illa eftir synunum. Hvørt kvøld tosaði tú við Samuel og spurdi hvussu tað gekst. Sigurd var farin at grulva og hevði fingið [...] væl, at eingin kundi koma aftur um aftur og gera tað betri. Altíð hevði tú eitt gott orð til tey, sum trongdu til troyst. Tove góða, tú elskaði Jesus og vart klárt at fara, hóast tú ikki ynskti at doyggja [...] Henda kraft og styrki bar teg ígjøgnum lívið, so mong høvdu ilt við at skilja, at tú veruliga vart sjúk. Góða Tove, tað er so svárt, at tú ikki ert her meira, og saknurin er so stórur. Men, sum tann bjarti
vónirnar um at fáa nakað burturúr vitjanini í Parkini. ? Tað hevði stóran týdning fyri okkara avrik, og tað hevði alstóran týdning fyri mítt avrik, at eg aftur fekk høvi at gera mál. Ikki minst eftir at tað [...] okkum fult og heilt um okkara uppgávu. Aftaná skiltu vit, at Silkeborg syrgdi fyri, at Brøndby ongan møguleika hevði. Tað mundi vera við til at lyfta lagið í Parkini so langt upp beinanvegin, sigur Todi [...] gini í Esbjerg, sigur Todi Jónsson. Kendist tað øðrvísi at vinna DM hesa ferð, enn tað gjørdi fyri tveimum árum síðani? ? Ta ferðina hugdi eg at, meðan liðfelagarnir vunnu DM. Nú var eg millum teir fyrstu
tamarhald á, tí lotið bar við sær, at tað ? hóast teir eru kvikir ? ikki var lætt at renna bóltin uppaftur. Sonni L. Petersen hevði gyltan møguleika undan steðginum at økja um heimaleiðsluna. GÍ kiksaði [...] tað framúr skjóta Poul Andreas Jacobsen at tveita seg fram og takla. Eftir steðgin hevði NSÍ lotið ímóti. Teir noyddust at skifta fólk, og teir megnaðu ikki at varðveita trýstið, sum kundi borið týdningarmikla [...] Eysturoyggin fer at eiga eitt umboð í ólavsøkufinaluni. Um tað verður GÍ ella NSÍ verður ikki avgjørt fyrrenn sunnudagin. Undan tí dystinum er GÍ eitt vet betri fyri, men fyrimunurin er einki at tosa um. Um
Eliasi og Sonju við at flota, at tað man vera ein rár fríløta, at tú ikki sært ta dámligu sjón ella kann hitta tey bæði saman á báti uppi í fjørðinum. Tað hevur verið mær ein gleði at verið saman við Jógvan [...] sum herfyri í SVF greiddu frá um at taka hond um deyð fólk. Hans er sjálvstøðugur timburmeistari og sjáldsama knáur at spæla golf. Tað er nústaðni fyri fáum árum síðan, at Jógvan Elias og tey fingu sær bát [...] fyribilssettur og virkandi varasjúkrahúsleiðari, síðani fatsur í tí starvinum og at enda hava í fleiri umførum verið boð eftir honum at virka á ovastu rók sum beinleiðis sjúkrahúsleiðari, tá tað hava verið rembingar
Í leygardagsútgávu okkara skrivaðu vit, at hóast Neistin higartil í ár hevði staðið seg nakað betri enn grannarnir úr Kyndli, so mundi vera lítið at ivast í, at Kyndil var favorittur til dystin sunnudagin [...] ikki so leingi, at hann sat á hesum plássinum. Fyrstu løtuna tóktist nevnliga eingin ivi vera um, at her ætlaði Kyndil sær tvey stig. Í verjuni høvdu teri ikki stórvegis trupulleikar av at halda neistamonnunum [...] sunnudagin. Hetta var serliga grundað á, at Áki Mørk í vikuni varð skurðviðgjørdur í fótliðinum, og at Neistin tískil mátti vera týdningarmikla miðspælaran fyriuttan. John gjørdi munin Maður kemur tó í mans
eftir væl eydnaða kappingarárið í fjør ein tungan arv at lyfta, og vóru klaksvíkingar sum vera man sera spentir eftir at vita, hvussu nú mundi fara at ganga. Leygarmorgunin var vátur, allur sum hann var [...] Uttanfyri var nú blikalogn, og hevði sólin eisini hug at kaga fram. Hetta var rættuligt norðoyastevnuveður, og nýttu fólk møguleikan til endiliga at sleppa út at halda Norðoyastevnu. Fleiri fóru eftir føroyska [...] Sjey00 fór í gongd. Men úti var ikki nógv at síggja. Um nakað lív var í býnum hetta kvøldið, so var tað innandura, meðan vindurin og regnið høvdu frítt um at fara eftir gøtunum. Vátur róður Hæddarpunktið
Reynatúgvu hevur sett sær sum persónligt mál at avtofta Hest, fyri at røkja egin áhugamál. Alternativið til, at Teistin ikki skal sigla um morgunin er, at nýtt nógv minni skip skal byggjast og tá fáa vit [...] Hallur Johannesen, sum er uppvaksin í Hesti, men fór sum 19 ára gamal til Havnar at ganga at læra. -Tey ungu, sum fara úr Hesti at ganga í framhaldsskúla í Havn og síðan enda í Hoydølum, hava verið seks ár burtur [...] tikin um at smíða nýggja sandoyarferju kom ongantíð upp tal at Teistin ikki skuldi sigla í Hest teir týdningarmiklastu túrarnar á degnum, sigur Hallur Johannesen. -Fyri mær sær tað út sum, at Páll á Reynatúgvu
vónað, at luturin í næsta lutakastinum verður so mikið góður, at tað fer at renna hinvegin. Tað er hetta síðsta, sum nú er komið fyri. At Føroyar eru komnar í bólk saman við Týskalandi vil siga, at UFA fær [...] rættindini at sjónvarpa dystin, sum 11. juni komandi ár fer at verða spældur í Føroyum ímóti Týskalandi. Tað kemur FSF til góða, og harvið fer millumrokningin at minka heilt nógv og ivaleyst at hvørva. Eftir [...] seinna liggur, at UFA í sáttmálanum við FSF um sjónvarpsrættindini hevur tryggjað Fótbóltssambandinum árligt útgjald til fígging av rakstrinum. Tað vil siga, at sjálvt um tað ikki eydnast UFA at fáa stórar