ferðina sveik konsentratiónin. Klaksvíkingar fingu um endan, spældu í 2. hálvleiki sum leyvur, teir javnaðu til 2-2, og tað var um reppið, at teir eisini fingu sigursmálið. Hesa ferð var B36 í gásareygum [...] vóru ov rutineraðir til at geva klaksvíkingunum nakra ikki ætlaða og framskundaða hundrað ára føðingardagsgávu. Magnus Poulsen var í B36 málinum, og hann hevði so at siga einki høvi at vísa, hvør dugur [...] møguleiki fyri, at teir skuldu vinna. Fyri fjórðu ferð á rað fór B36 úr Klaksvík við øllum stigunum. Teir fingu mál beinanvegin. Jens Kristian Hansen legði innfyri miðskeiðis av KÍ helvtini úr vinstru, og tá ið
føroyska veljaranum, at hann er verdigur til eitt og hvørt politiskt arbeiði. Spenningur er nú um, hvussu Anfinn fer at arbeiða á Fólkatingi. Tá fullveldissamgongan fór til verka í 1998, stóð táverandi løgmaður [...] Javnaðarflokkurin, fingu nøktandi undirtøku, og sambandsvongurin í Fólkaflokkinum fekk eisini minkandi undirtøku. Anfinn Kallsberg fekk frá veljarum sínum eina ábending um, at tíðin nú er komin til at taka fu [...] føroyingar aftur í teirri støðu, at øll gráta um neyð og elendigheit, júka um at einki ber til og um at veita stuðul til vinnuna fyri at hon skal yvirliva o.s.fr. Tað sýnist sum um ein partur av Føroya fólki
úrslitini hjá teimum báðum. Allir nýttu eisini høvi til at nevna, hvussu stórt arbeiði er farið í hetta, og at tær ikki vóru komnir sovandi til sigurs. Genturnar fingu gávu frá Tórshavnar Kommunu og blómur frá [...] lin hjá ÍSB, sum er sersambandi hjá brekaðum í Føroyum, hevði boðið til eina móttøku mánakvøldið. Borðreitt var við onkrum søtum til tey, ið høvdu valt at leggja leiðina framvið Gundadal hetta kvøldið [...] Congratulations? hjá Cliff Richard, og ikki kann sigast annað, enn at hesin sangurin hóskandi væl til. Tær báðar fingu síðani nøkur væl uppiborin klemm, og tað vóru mong, sum vildu ynskja teimum báðum hjartaliga
av farsi svarar til umleið 75 stórar frikadellur, og tað merkir, at farsið til hvørja frikadellu kostar minni enn tríggjar krónur. Gulllaksur hevur góð bindievni og er sera væl egnaður til frikadellur og [...] at kunna selja fars til privatfólk, siga tey í Tavuni. Eisini í Føroyum hevur Tavan nógvar keypara av gulllaksafarsi, og her eru bæði virkir, sum framleiða frikadellur og knettir til heimamarknaðin og slaktarar [...] Hetta er ein góður møguleiki hjá fólki, sum munga eftir frikadellum ella knettum, men sum ikki hava høvi at skaffa sær fisk ella fiskafars fyri ein líkinda prís. Møguleikin at keypa sær nýmalið gulllaksafars
sum íkast til føroyska partin av frágreiðingini, ið verður latin ST. - Øll eru hjartaliga vælkomin til almennu hoyringina um mannarættindi, sum verður mikukvøldið 17. november frá kl. 19.30 til 21.30 í [...] parturin av frágreiðingini er skipaður. Eftir stutta inngangin er ætlanin, at fundarfólkið fær høvi at koma til orðanna við egnari meting av, hvussu støðan er viðvíkjandi mannarættindum í Føroyum og av teimum [...] fyriskipað í samstarvi við danska uttanríkisráðið, og endamálið er, at borgarar og áhugabólkar kunnu fáa høvi at sig sína hugsan um mannarættindi í Føroyum. Hoyringin verður hildin, tí at Føroyar, Danmark og
dómsnevnd at gjøgnumganga uppskotini og at senda trý til dansifeløgini til ummælis. Dansifeløgini mettu um hesi trý uppskotini og sendu sína metan til Sláið Ring. - Í mars gjørdu nevndin í Sláið Ring og [...] verður kaffisteðgur, har høvi verður at práta saman. Eftir steðgin fer Hanus G. Johansen, ið hevur gjørt lag til eitt av uppskotunum, at syngja nøkur ørindi. Síðani fáa yrkjararnir høvi at greiða frá teirra [...] Ring - landsfelag føroyskum dansi at frama - sum miðvíst hevur arbeitt fram ímóti at finna alternativ til gomlu brúðarvísurnar, sum eru tungar at fáa at ganga í brúdleypum nú á døgum. Í vetur hevur Sláið Ring
sambandi við møtini, og høvi er at hyggja eftir framsýningarbásunum, sum eru á stevnuni. Á páskastevnuni er eisini høvi at fáa eina persónliga samtalu um andalig viðurskifti og til ber eisini at biðja um [...] Tiltøkini vera frá páskaaftan til 2. páskadag Tá ið umboð fyri øll missións- og meinigheitshúsini í Eysturoynni vóru saman í september í fjør at leggja missiónsvikurnar til rættis, kom hugskotið fram at [...] nevniliga fyri alla Eysturoynna í Ítróttarhøllini á Skála. Stevnan byrjar páskaaftan 11. apríl og heldur á til 2. páskadag 13. apríl. Tey staðbundnu missiónshúsini hava møti í sínum egna missiónshúsi skírisdag
áhugin er nóg stórur verður flogið beinleiðis til og frá Stavanger. Nærri veruleikanum Fleiri tiltøk hava verið seinasta árið, har vinnan hevur havt høvi til at fáa vitan um oljuvinnuna. Tvær væleydnaðar [...] Her fáa føroysk virkir høvi til at møta norskum virkjum, sum arbeiða á sama øki, og sum dag eru veitarar hjá oljuvinnuni. Endamálið er bæði at skapa kontakt og møguligt samstarv millum virkir við sama [...] higar, og endalig avtala varð gjørd um eina vinnuvitjan, har tað einstaka føroyska virkið kemur út til eitt norskt virki, ið arbeiðir innan sama øki, og hevur møguleika fyri at brúka ein dag saman við teimum
tann, at sangarar møta á Eysturskúlanum til ein nátturðabita hóskvøldið 15. mai kl. 18.00, stevnan verður sett kl. 19.30, og síðan verður felagsvenjing fram til kl. 22.00 Fríggjadagin verður felagsvenjing [...] seinnapart, og um kvøldið hava einstøku kórini høvi at frambera egna skrá á fyrru kórstevnukonsertini, sum byrjar kl. 20.00. Leygarmorgunin møtast sangarar aftur til felags kórsang, seinnapartin verður aðalroynd [...] verið heldur óregluligt í seinastum. Ein megintrupulleiki hevur verið at semjast um rætta vikuskiftið til hetta felags kórtiltak; men í samráð við kórini í Havn varð sum fyrr fráboðað avgjørt at hava stevnuna
hava eitt gylt høvi at royna seg í at virka burtur úr ullini. Opið er frá kl. 10.00 til kl. 16.00. Atgongdin er ókeypis, og tað er heldur ikki neyðugt at tekna seg. Frá kl. 10.00 til kl. 12.00 og aftur [...] tey vitjandi, um áhugi er fyri tí., Tær frá Bindifestivalinum í Fuglafirði verða við til tiltakið við sínum drunni. Høvi verður at binda nakrar stokkar afturat drunninum ella at royna at binda við ull? Á [...] aftur frá kl. 13.00 til kl. 15.00 kunnu børnini fáa undirvísing í at tøva sær ein bólt, at virka sær eitt band, ella at spinna á fótarokki. Hetta er í Perluni. Inni á Reinsarínum er ull tøk, sum fólk kunnu