nýttur til at útbyggja føroyskt vinnulív, eisini uttanfyri Føroyar. Hví ikki at nýta teir til uppkeyp aftur í Íslandi. Tað eigur at kunna ganga báðar vegir, serliga nú Hoyvíkssáttmálin er komin upp á pláss [...] peningin. Men hvat gera so hesi íløgufeløg við peningin? Kemur hann føroyska samfelagnum og vinnulívinum til góða? Bara at koyra í "passiv" partabrøv á keypskálum uttanlands kann verða óheppið fyri føroyskt vinnulív [...] positivt, at stig verða tikin frá politiskari síðu, sum kunnu verða við at byggja brýr úr Føroyum til Íslands - at Løgmaður og Vinnumálaráðharrin nú fara at lata upp hurðar í Íslandi saman við føroyskum
hevur hann avgreitt allan tann nógva farmin, sum er komin til Tvøroyrar og er farin av Tvøroyri. Síðani Smyril gavst at sigla til Vágs, er allur farmurin til og úr Suðuroy farin ígjøgnum hendurnar á Willa. [...] hesi árini, Wille hevur arbeitt hjá Strandferðsluni, frá tí at farmurin varð hivaður við stroppum, til í dag nú alt verður koyrt við trailarum. Eisini er alt vorðið munandi lættari við einum so framkomnum
Eitthvørt felag sum seldi laks til ES í 2003 kann tekniskt ákærast fyri dumping, tí prísirnir vóru í botni. Eitt nýtt dumpingmál kann tí enda við at høgur tollur verður lagdur á laks til ES marknaðin í millum 4 [...] verk, so hava vit beinanvegin eitt nýtt dumping mál, sigur Havbúnaðarfelagið ES nevndin kom í august til niðurstøðu í safeguard málinum, og fyribils kvotur vóru settar á innflutning av laksi úr Noreg og Føroyum [...] Føroyum. Danmark tekur ikki undir við hesari loysn og umhugsar at kæra malið. Samstundis eru greið boð komin frá skotsku alarunum um, at nýggj dumping ákæra verður reist beinan vegin, um »safeguard« tilgongdin
kommunurnar í Suðuroy saman í eina kommunu er nú aftur komin upp at venda. Ikki so at skilja, at her er talan um ítøkiliga ætlan, men meira um ein spurning til umhugsingar. Beinleiðis orsøkin er, at bygdaráð [...] sunnudagin mælti ti, at øll Suðuroyggin verður løgd saman í eina kommunu. Bygdaráðsformaðurin hevur mælt til, at leggja saman við Tvøroyri sum eina byrjan. Her hava tey kanning, ið vísir, at áhugin fyri at leggja [...] aftur fyri vansunum. Tað er tó mest, ið talar fyri samanlegging, væl at merkja, um fortreytirnar eru til staðar. Meginfortreytin er, at farið verður alt fyri eitt undir at gera tunnilin millum Hovs og Øravík
í løtuni sær út til at liggja betri fyri hjá HB, sum á heimavølli noyðist at taka favorittleiklutin á seg, nú javnaldrin vitjar. Verjutrupulleikar Men í HB tykjast tey ikki hava hug til at tosa stórvegis [...] tað hevur ljóðað, at Jan Dam nú aftur fer at taka tøk fyri HB, so er hann so ikki komin enn. Ungir mans standa tó eisini til reiðar at taka við, og ivaleyst verður tað so, at tað verður antin Ramus Nolsøe [...] stórvegis um, hvør er favorittur og ikki til dystin. Størsti trupulleikin her tykist vera, at Vagnur Mohr Mortensen hevur fingið okkurt slag av bruna í knæið, og tí skal Heine Fernandez gera av, hvør skal setast
tey í barndómsheiminum hjá honum í Fuglafirði. Í 1965 fluttu tey út til Gøtugjógv at búgva. Tá tók Osmund við festinum, sum liggur til Gjáarhaga, og sum elsti beiggi hansara, Olivar Vaktarhús, hevði sitið [...] Barnabørnini eru ellivu og í næsta ættarliðnum eru seks komin. Ein av føstu bygdarmyndunum við Gøtugjógv er, at Hanna og Osmund eru á veg til og frá salinum Filadelfia. Har hava tey verið ógvuliga trúgv [...] Toftir, og hann koyrdi gøtubørn í skúla í Fuglafirði, og skúlabørnini í framhaldsdeildini í Fuglafirði til Runavíkar, har tey í fleiri ár høvdu handligar lærugreinar. Samstundis arbeiddi Osmund á Tøtingarvirkinum
eru í greinini omanfyri. Eitt av málunum, sum náttúrliga var til viðgerðar, nú fiskimálaráðharrar og embætisfólk í hesum londum vóru savnaði til fundar, var svartkjafturin í landnyrðingspartinum av Atlantshavinum [...] svartkjaftinum aftur fyrr enn til heystar, tá ið teir hava møguleika at fiska í altjóða sjógvi norðanfyri og kanska norðarliga í norskum sjógvi. Tá ið so tann tíðin er komin, at norðmenn aftur kunnu fiska [...] Svartkjaftur Svartkjafturin hevur ikki verið eitt av høvuðsevnunum á skránni til ráðstevna millum Føroyar, Íslandi, Grønland, Noreg, Kanada, Russland og ES, sum var í Tinganesi mánadagin og týsdagin. Men
ikki vilja skriva eitt bræv á donskum. Brúkið tað mál, sum er neyðugt til at avgreiða málið! Embætisverkið eigur at avgreiða málið til frama fyri tey fólk, ið nýta skipanina so skjótt sum møguligt. Fá brøvini [...] útbúgving í slíkum. Hin parturin er menniskjaligheit. Hetta er ikki nakað, man uttan víðari lesur seg til, hetta er nakað man lærir, tá man fæst við fólk gjøgnum lívið, og tá er líka mikið, hvat kandidatgradin [...] hugburður kemur frá, veit eg ikki, men eg hopi, at umsiting okkara í hvussu so er so mikið at sær komin, at holdningar verða lagdir eftir við hús. Tá medmenniskju okkara eru í trupulleikum, tí Innlendi
flestu føroysku fótbóltsfeløgunum, men hetta var so veruleikin, sum EB/Streymur mátti fyrihalda seg til, nú farið varð undir fótbóltslandskappingina 2005. Og eftirfylgjandi kunnu teir í EB/Streymi so staðfesta [...] betra hegni, og teir høvdu eisini nakrar møguleikar at leggja seg á odda. Tað skuldi tó eitt fríspark til, áðrenn mál kom. Gøtumenn vóru ikki nøgdir um, at Lassin gav gestunum hetta, men tað løgdu hesir líka [...] um nakað polerað spæl, men gestirnir løgdu nú størsta dentin á at verja, og tað gav betri rásarúm til GÍ. Vandamikið gjørdist tað tó sjáldan, men burtur úr ongum fingu gøtumenn brádliga ein møguleika.
hjá Vinnuhúsinum, www.industry.fo, verða viðmerkingar gjørdar til gongdina í fiskivinnuni. Eisini ger Føroya Arbeiðsgevarafelag viðmerkingar til metingarnar hjá fíggjarmálaráðnum herfyri, har sagt var, at [...] út frá teimum verður mett, at útgjaldið úr skipanini er tvífaldað fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til somu tíð seinasta ár. Serliga fiskavirkisskipanin hjá ALS varð sett á stovn, so at arbeiðsfólk á f [...] kring landið kundi fáa lønarendurgjald, tá ið einki arbeiði var á virkinum. Tøl hjá ALS vísa, at til dømis fingu ikki færri enn 600 fólk stuðul úr skipanini í marts í ár, meðan talið seinnu árini vanliga