avgjørt ikki hesa ferð. Ian Højgaard var sera kreativur á framrættaða miðvallarplássinum, og aftanfyri hann megnaði Abraham Løkin at halda upp á bóltin, tá tað var neyðugt at bíða eitt vet. Í høgra borði [...] talan um gott undirhald. Intensiteturin var stórur, nærdystirnir nógvir, og hóast tað nógva gekk fyri seg á VB hálvuni, so lúrdi møguleikin fyri, at okkurt snarálop hjá VB skuldi bera møguleika við sær [...] nevndu vit vandan fyri, at teir í NSÌ fóru at kennast mettir, tí teir ikki høvdu tapt fimm ferðir á rað. Einki sást til mettuna. NSÍ menninir vóru í staðin heilt svangar. Allir runnu fyri ein, og ein
Føroya arbeiðarafjøld alla frá tí fyrsta degi hann kom á ting, til hann fall á ovasta plássi landsins. Jeg minnist, tá Ísvirkið kom. Tá var P. M. Dams navn á øllum vørrum. Jeg var ikki farin úr skúlanum tá, [...] Petersen og Gustav Gislasen í Driftsráðið. Til stjóra var settur Hjalgrím á Heygum. A.T. var blivið ein veruleiki. Strilti gekk at fáa rakstrarpening, og høvdu ikki P. M. Dam - Rudold Niclasen og aðrir [...] Didrikssen. Stjóri ogra, H. á Heygum, og hesin harra Didriksen keyptu tá bátin »Tre Kroner«. Síðan fór Dikrikssen til Bretlands at hyggja eftir einum trolara. Rankin bleiv keyptur í 46. Á aðalfundi F.P.F. hetta
Í hesum partinum sigur Signar á Brúnni eitt sindur um Fuglafjarðar manskór og myndamaðurin á ferðini, Herálvur Jacobsen, var umborð á HMS Belfast, og hevur greitt leysliga frá hesum skipi. Fyrimunurin [...] lendi á sjónum og var so heysaður umborð. Tað sum HMS Belfast er kendur fyri, er bardagin við Norðkapp, tá »Scharnhorst« var søktur. 1900 mans lótu lív umborða á týskinum. Týska herskipið var á veg út [...] reglur heima við hús og eftir valið, er Signar valdur inn aftur á ting, og fari eg at nýta høvi at ynskja honum tillukku við tí og eisini Jógvani á Lakjuni, sum er valdur í sama valdømi). Og til tess at fáa
fram ímóti einum samstarvi, har báðir partar virka á jøvnum føti við fullari virðing hvør fyri øðrum. Hetta seinasta átti at givið føroysku umboðunum á Fólkatingi allar góðar grundir til framyvir ikki at [...] var so móttøkan á Føroya Løgtingi? Í ?Artikel 10? stendur, at tað er ein fyriteyt fyri hesi avtalu: ?at den får politisk tilslutning i henholdsvis Danmark og på Færøerne.? Í Føroyum gekk tað sum fótur í [...] Løgting góðkendi hana. Hvussu var móttøkan á Fólkatingi? Fríggjadagin í vikuni var avtalan til viðgerðar í fíggjarnevndini hjá Fólkatinginum. Eg hevði leitað mær við á fund fyri at hoyra, hvørja støðu donsku
Limits. Aftrat sær høvdu tey bæði so Torkil Olsen á gittar og Petur Dalsgaard á trummum, sum báðir antin spæla ella hava spælt við MC Hár, og so Jógvan Joensen á bassinum. Serligani var tað ein fragd at hoyra [...] gott lag á áhoyrarunum, tá ið Bimbs spældu. Bólkurin hevur eina roynda manning, og tað var eisini sjónligt, at teir eru vanir við at standa á palli. Uttan iva hevur bólkurin staðið ovarlaga á listanum [...] Mortensen, ið stóðu fyri rappinum, meðan menn sum Tróndur Bogason Hansen á keyboard, Niels Arge Galan á gittar og Heri Reynheim á bass stóðu fyri solounum. Framførslan hjá MC Hár var dynamisk, og tað hoyrdist
35 ár. Vit tosa um Jákup Jakobsen, ella Jákup á Kamarinum í Havn, sum fyrr í ár tók við leiðsluni í handlinum hjá Fiskimannafelagnum, »Samvinnufelagið« á Bryggjubakka í Havn. Jákup starvaðist í handlinum [...] Hornið oman á Bryggjubakka Hevði oljukreppan í 1973 ikki so stóran týdning fyri handilslívið, so neit kreppan í 90¹unum fastari. Mitt í kreppuni - í 1994 - fingu vit møguleikan at flyta í hølini á »Glade [...] størri týdning nú, tí kreppan merktist rættuliga væl. Men í marsmánað í ár varð heitt á meg um at verða leiðari á Samvinnufelagnum. Hetta helt eg vera eina spennandi avbjóðing, sigur Jákup, sum síðan rak
ikki fekst av skipinum á veg inn til Havnar, var dømi um eitt tekniskt brek, sum varð uppdagað longu úti á fjørðinum, har manningin á brúnni fekk tíð til at taka ferðina av skipinum á ein annan hátt, sigur [...] hugskot um, hvussu tey á strandferðsluni skulu leggja arbeiðið til rættis ikki minst tá talan er um skipabygging og ferðaætlanir. - Av tí at so nógvir føroyingar hava dagliga yrkið sítt á sjónum, fáa vit alla [...] stóð fyri byggingini av Smyrli. Vit hava fingið eitt avrit av listanum, og hava prátað við stjóran á strandferðsluni, Kristian Davidsen, um trygdina umborð og um endurgjaldskrøvini til skipasmiðjuna. Skipið
einum dreingi, ið sum smádrongur vigaði væl meira enn teir eldru beiggjarnir. Jógvan Elias gekk á skúlanum á Giljanesi til 7. flokk, men tá 8. 9. og 10. flokkur komu aðrastaðni í Føroyum, gjørdu foreldrini [...] árið fór J. E. í læru sum bygningssnikkari hjá Jonfinn á Plógv, og á lærlingaheiminum hitti hann sína komandi konu, Edith. Hon starvaðist í køkinum á lærlingaheiminum. Edith er úr Tjørnuvík, dóttir Dáva [...] Strendur at ganga í framhaldsdeildini og so var, J. E. endaði inni á Strondum og búði hjá abbasystir síni har í 3 ár. Hesi trý árini á Strondum, mentist Jógvan Elias so ótrúliga nógv. Góðir lærarar og góðir
fyri sjálvsagda rætti sínum at tosa á móðurmálinum til prøvtøkur. Jóannes fór á læraraskúla í Havn í 1976. Hann gekk tey fyrstu tvey árini í Føroyum, og so restina niðri á Emdrupborg Seminarium, har hann varð [...] KÍ, og hann fekk eisini nakrar dystir á besta liði felagsins í 1. deild í fyrru helvt av sjeytiárunum. Jóannes fekk studentarhúgvu í 1975. Tað er vert at minna á, at hann í Hoydølum var vitni til nógv [...] sum lærari í Jakobskolen, ið er kristin frískúli á Frederiksberg. Fór so at nema sær víðari útbúgving og gjørdist cand.mag í samfelagsfrøði og landalæru á Roskilde Universitetscenter í 1987. Tað árið flutti
er millum annað nevnt á heimasíðuni hjá Sjóvar kommunu, eins og ein grein hevur staðið á heimasíðuni hjá camping.fo. Henda týsdagin vit vóru og vitjaðu á Selatrað, var eingin bilur á plássinum, men Jákup [...] teir at seta skeltið upp, soleiðis at ferðafólkini fáa eyga á okkara kampingpláss, sigur hann avgjørdur. Bíleggja í góðari tíð Á kampingplássinum á Selatrað er pláss fyri eini 25 bilum og helst enn fleiri [...] Hava alt Tá føroyingar koyra uttanlands, verður javnan vitjað inn á tey mongu campingplássini á vegnum. Hvat hevur hetta kampingplássið á Selatrað at bjóða teimum vitjandi? - Vit hava snøgt sagt alt!, slær