útbúgving. Tað er ein ógvuslig forðing, at ein ikki fær løn og bert hevur studna ( 4.471,00kr./mðr.) at liva fyri, um ein ikki skal seta seg í skuld við láni og ikki er einligur forsyrgjari, sum fær eyka gjald [...] eisini neyðugt at leiga kamar ella íbúð í Suðuroy, sum hevur eyka kostnað við sær. Tað er eisini ein avbjóðing at fáa gerandisdagin at hanga saman, um ein hevur smá børn, ið ganga á stovni. Til samanbering [...] ber hetta til, men torførari er hjá tilkomnum fólki, sum eru bundin av børnum, húsi og heimi. Tí meti eg tað púra nátúrligt, at øll hesi mongu fáa ein møguleika, t.d. við at vit umleggja útbúgvingina til
loysn. Hvat er ein føroysk loysn? Man eg ikki fáa sama svarið, sum tá ið eg spyrji tey: Hvat er ein tilfeingisbúð? Og hvussu skal hon umsitast? Einki svar, tí eingin veit. Alt hetta kann fáa ein til at hugsa [...] loysingafólkini. Ótrúligt at nakar vil fornokta sær sjálvum og tjóðini tað ríkidømi, sum liggur í ríkisfelagsskapinum. Men sum sagt er ríkisfelagsskapurin ikki nøkur sjálvfylgja. Vit sleppa burtur úr honum tann [...] hesaferð fáa vit eina hond rættað úr ríkisfelagsskapinum, og aftur er tað Danmark, sum bjóðar okkum við inn í tær skipanir, sum tey hava sett í verk fyri at bøta um skaðan av kreppuni. Fyrst við at leggja eitt
hvørjum støði fyrsta deild liggur á? Tí so kann tað føroyska sjúkrahúsverkið læra av teimum spælureglum, sum har eru galdandi. Eg havi sæð sonevnd sjúkrahús í fyrstu deild aðrastaðni, sum eru sera primitiv. Eingin [...] superstjóranum verður ein steinur lagdur oman á. Allar royndir vísa, at skal eitt virki verða vælvirkandi, so skal skipanin vera so fløt sum gjørligt. Ábyrgdin skal liggja so tætt hjá tí, sum tekur avgerðir um [...] andsøgn við greiðari leiðsluábyrgd. Eg síggi starvið mest sum ein møguleika hjá ráðnum at skumpa ábyrgdina frá sær. Eg dugi illa at síggja, at ein einsamallur stjóri fer at hava hepni við hesum. Hetta er
sjálvandi um at selja so nógv sum til ber, og á hesum økinum er einki fólkaslag so dugnaligt sum júst tað amerikanska. Nú skal eg ikki gera handilsmenninar í Havn til reinar einglar, sum einans hugsa um gleðiboðskapin [...] fyri børnini, sum sjálvandi heldur vildu sloppið at gjørt ein rættiligan kavamann heima í Føroyum á jólum. UPPRUNALIGA høvdu vit roknað við gestum úr Føroyum til jóla. M.a. orsakað av tí, sum hendi hin 11 [...] minst tí, at millum gestirnar var ein framúr góður kokkur, sum skuldi hava ábyrgdina av jóladøgurðanum. Ístaðin noyðast vit sjálvi í holt við dunnur, rís-a-la-mande og tað, sum annars hoyrir jóladøgurðanum
til fyrimun ella sum ein vansi fyri forsetavalstríð hansara. TAÐ er eingin loyna, at ein stórur partur av amerikanska fólkinum er fyri deyðadómi, men sohvørt sum upplýsingin veksur og sum tað gongur upp [...] TAÐ frættist, at tað er við at taka seg upp ein rørsla í USA, sum hevur sett avtøku av deyðadóminum sum ein av sínum fremstu málum. Og tí er nettupp eitt komandi forsetaval eisini at sera gott høvi at [...] um at fáa ein triðja part uppí sum eygleiðari ella meklari er Birgir Danielsen samdur við landsstýrinum. -Tað eru ikki trupulleikar av hasum slagnum, sum ST tekur sær av. Vit hava í Føroyum ein livifót,
serliga tey ungu, sum hava tikið Arnold Vegghamar til sín. Tað tykist sum at hann er tann nýggi Kári P millum ungar føroyingar í Keypmannahavn. Í øllum førum hugtekur hann tey á ein heilt serligan hátt [...] Við framsøkin og nýskapandi skal skiljast listafólk, sum á ymiskan hátt vísa nýggj element, lið ella signal, sum kunnu gera sítt fyri at gera rák, sum eru í føroyskari list, sjónligari. Ynski um smærri málningar [...] list liggur ikki eftir heima, tá føroyingar flyta til Keypmannahavnar. Tvørturímóti, sigur Marianna Andreassen, formaður í føroyska Listafelagnum í Keypmannahavn - Fyri okkum sær tað heldur út, sum at teirra
fyri sum teir gera. – Lagið er gott í Sandoy. Ikki ein kjaftur gav okkum nakran sum helst møguleika, tá árið byrjaði, men nú eru átta dystir farnir og hygg hvar vit liggja, sigur Eli Hentze, sum eisini [...] øllum trimum stigunum. Trý stig er eitt krav, tað er einki sum eitur. Tað mugu vit fáa, og vit merkja eisini trýst frá øllum síðum, sigur hann, sum slær fast, at teir á ongan hátt hava mist móti á liðnum [...] manglar, hvussu veðrið og hvør dømur, sigur Eli Hentze, sum bara fegnast um, at Evrard Ble er við aftur hjá VB/Sumba. – Jamen, tað gleðir meg, tí hann er ein frálíkur bóltspælari, sigur Eli Hentze.
samkomuni og frá barnaheiminum, sum seinni kom at roynast sum javnvágin í lívi hennara, tá hon sum ung mamma mátti ígøgnum harða lívsroynd. Elsa ætlaði sær at gerast sjúkrasystir, sum hon eisini tók atgonguroynd [...] eini íbúð, sum lá næst til samkomuhølini í Tórsgøtu. Men Brynleif kendi eitt sterkt kall at byrja barnaarbeiði og barnalegur í Føroyum. Her átti hann ein dyggan stuðul í Elsu, sum, bert 23 ára gomul, stóð [...] loyst av sum fyrstøðuhjún á Malta í Hirtshals. Tey eiga í dag 19 ommu- og abbabørn, og langabørnini eru tvey. ELSE Else hevur aldri verið kend sum frk. Thomsen, frú Hansen ella frú Djurhuus, men sum ELSE –
Edward Robinson og ferðafelagi hansara, E. Smith, oasuna Ein Geddi, sum liggur skamt norðan fyri Masada. Har frættu teir um hetta fjallið, har ein gomul borg skuldi liggja, og fóru at vita, hvussu vorðið [...] staðnum. Men fyri ísraelsmenn stendur hetta sum ímyndin av styrkini hjá statinum Ísrael. Ein heilur »kultur« er uppstaðin kring hetta søguríka plássið, sum í so nógv ár var líkasum burtur, men kom aftur [...] teir sóu, sannførdi teir um, at hetta var borgin Masada, sum Josephus hevði sagt frá. Seinni vóru ein amerikanskur missionerur, S.W. Wolcott, og ein bretskur málari, Tipping, á fjallinum, og teir ivaðust
Napoleon í Dali, Johanna, sum giftist við Christoffer Ziska. Tey áttu millum onnur Andreas Ziska, Onna Margrethu, sum giftist við Sigmund Arge, Tominu, sum giftist við Andrias Jensen. Ein kendur eftirkomari hennara [...] í Dímun? Vit hava hitt tann 86 ára gamla Janus í Dímun, sum hevur búð nærum alla sína tíð í oynni, og sum hevur upplivað allar broytingar, sum hava verið í Dímun. Frásøgnin hjá Janusi er beinagrindin [...] húskalli hjá pápanum. Men tey fingu ein son sum kallaðist Lýðar, og hann gjørdist av raskastu monnum. Søgan um Anniku er annars væl kend. Hon beindi fyri manninum, sum hon varð noydd at gifta seg við. Annika