tíð byrjaði at skriva, dugir hon ikki rættiliga at siga. Ikki annað enn at henni altíð dámdi væl at skriva stílar í skúlanum, og at kanska eitt lítil neisti bleiv kveiktur, tá lærarin plagdi at lesar hennara [...] frið í sálina til at halda fram, sigur hon, men undrast kortini framvegis yvir, at tað júst gjørdist Tema við slankum , sum varð heiðrað við virðislønini. - Satt at siga helt eg, at handan bókin langt [...] hana kanska rætt, tá tey siga, at hon altíð hevur so nógvar antennur úti, at tað ikki er so løgi, at øll inntrykkini mugu sleppa út onkursvegna. - Jú, tað er nokk rætt at leggi til merkis og minnist nógv
Forsetin í Kolombia, Alvaro Uribe, hevur enn eina ferð víst, at hann er ikki bangin fyri at seta seg upp ímóti hervaldinum. Í gjár boðaði hann frá, at tríggir av landsins ovastu generalum og 24 aðrir yvirmenn [...] uppreistrarmenn, og at teir vóru falnir í bardaga við stjórnarherin. Endamálið var at útvega herinum rós og hansara leiðarum viðurkenning, skrivar AP. Mannarættindafelagsskapir í Kolombia siga, at hermenninir [...] forsetanum er, at myndugleikarnir hava funnið hópgravir við líkunum av 19 ungum monnum, sum hvurvu úr fátækrabýlinginum í høvuðsstaðnum Bogotá. Sambært ákæruvaldinum upplýusti herleiðslan, at teir 19 menninir
vera, at kunningin hevur verið ov lítil, at skúlastýrini hava ov lítið at siga, ella at áhugin fyri fólkaskúlanum bara er so lítil. Lagamanni at luttaka Á tíðindafundinum metti landsstýriskvinnan, at skú [...] segði hon, og vísti á, at her steðgar logikkurin eisini. - Paradoksið er, at meðan øll eru samd um, at skúlin er eitt tað týdningarmesta, so vil ongin taka lut. Tað hevur eftir øllum at døma ikki tign ella [...] veruleiki í hesum valskeiðinum, skeyt hon upp. Eisini vísti hon á, at allir borgarar skulu sleppa at velja, men at bert foreldur skulu sleppa at stilla upp til skúlastýrisvalini. - Her høvdu vit eisini komið
ið sigur, at ætlanin er at leggja eldraøki, fólkaskúlan og vegakervið út til kommunurnar at umsita. Hesi øki eru ein stórur partur av landskassans útreiðslum í dag. Og verður nú ætlanin, at hesar útreiðslur [...] fremst til at fíggjað landsins og kommunualu útreiðslur, meðan skatturin eisini verður brúktur at útjavna byrðarnar hjá skattgjaldarum. Í fleiri ár hevur landsskatturin verið progressivur (tvs at jú meira [...] vinnuni, at svara so avgjørd uppá hendan fyrispurningin um kommunuskattin í framtíðini, Um álvari verður av kommunusamanlegging um tvey ár, og av at leggja fleiri uppgávur út til kommunur at umsita og
Nielsen, verður nú ákærdur av DBU fyri at hava skatt umdømið hjá fótbóltinum. Í eini samøðu á TV2, sum verður send í kvøld, sigur David Nielsen, at hann fór á vøllin fyri at tapa, tá AaB tann 23. maj í 2004 [...] hevði undan hesum tapt steypafinaluna móti FCK, og ein sigur til FCK vildi betra um teirra møguleikar at vinna DM-heitið. Hendi hetta, kom AaB sum tapandi finalistur í UEFA-Cup kappingina, og hetta hevði
sigur hann, at fólk eiga ikki at hava ov góðar vónir um úrslitið av kreppuni í Afghanistan, og hann leggur afturat, at bretar eiga at gera seg til reiðar at góðtaka eina møguliga avtalu við Taliban. -Er [...] Sambært bretska ovastanum eigur Vesturheimurin at royna at avmarka ófriðin í Afghanistan so mikið, at hann ikki er nøkur hóttan ímóti umheiminum, og soleiðis at afghaanski herurin kann tryggja støðuna í landinum [...] -Er Taliban sinnað at seta seg við samráðingarborðið og at tingast um eina politiska semju, kann júst tað gerast tann stigið, sum kann gera enda á uppreistrinum, sigur Mark Carleton-Smith, generalur. Sambært
Kringvarpinum. Hon sigur, at fortreytirnar eru ikki broyttar, og hon sær onga broyting fyri sær, hóast landsstýrismaðurin broytir kunngerðina. Birna Mørkøre sigur, at tað var ein feilur, at nakað av seyðaskinnum [...] smanninum í vinnumálum at útseta kunngerðina um hjáframleiðslu úr djórum broytir einki viðvíkjandi seyðaskinnunum Tað broytir einki fyri føroyskar útflytarar av seyðaskinnum, at landsstýrismaðurin í vinnumálum
ksins í fíggjarmálum, mælir til at seta arbeiðsbólkar at meta um framtíðina Magni Laksáfoss, løgtingsmaður, heldur, at myndugleikarnir eiga at seta fimm arbeiðsólkar at kanna útlitini á ávísum økjum, so [...] fer at henda. Undir orðaskiftinum í Løgtinginum í dag um fíggjarlógina fyri 2009 segði Magni Laksáfoss, at Føroyar og føroyingar sleppa ikki undan teimum búskaparligu rembingunum uttanlands, og at tað [...] tað er umráðandi at fyrireika samfelagið til tað. Tí mælti hann til at skipa fimm arbeiðsbólkar, sum skulu kanna støðuna og útlitini hjá tí almenna geiranum, fiskivinnuni, vinnuni á landi, orkuviðurskiftunum
vit sjálvandi at tosa um tað, sigur hon. Íslendska fíggjarkreppan bleiv eisini nevnd í norska Stórtinginum í dag. Formaðurin í Vinstra, Lars Sponheim, helt, at norðmenn hava skyldu til at hjálpa íslendingum [...] og blóð er tjúkri enn vatn, segði Lars Sponheim. Fyrr í dag frættist, at russar hava boðið sær til at læna íslendingum pengar, og at samráðingar ætlandi verða fyrsta dagin. [...] Norski fíggjarmálaráðharrin ætlar at tosa við íslendingar um kreppuna, sum Ísland er í Kristin Halvorsen sigur við norskar fjølmiðlar, at norska stjórnin hevur ikki fingið nakran fyrispurning úr Íslandi
-Eg fari at gera mítt til at ávirka myndugleikarnar at avtaka handilsbann segði hann við Vinnurásina herfyri. Vinnurásin á Rás2 klokkan 16 í dag Hetta er nakað av tí, sum Vinnurásin á Rás2 hevur at borðreiða [...] leiklut hansara at stuðla føroyskum vinnulívi uttan fyri Føroyar. Eisini verður vitjað á føroysku sendistovuni, har Herálvur Joensen, sendimaður greiðir frá, hvussu sendistovan medvirkar til at seta fokus á