her kenni eg meg vælkomnan, sigur Árni. Tað er eisini týðiligt, at her ikki er talan um ein parkeringsvørð, sum liggur og lúrir eftir at fanga ferðslusyndarar og sær eina fragd í tí. Árni er fryntligur og [...] dagin. Í einum vegkrossi stendur ein lastbilur og bíðar eftir at snara til vinstru inn á ein síðuveg. Árni kemur koyrandi í hinari vegbreytini og skal beint fram, tá ið ein annar lastbilur, hóast vánaligt [...] saman við Peugeot-bilin hjá Árna. Árni fer í innara lumman og tekur ein brævbjálva fram. Á brævbjálvanum, sum er eitt sindur slitin, er ein tekning, ið vísir, hvussu óhappið hendi. Árni greiðir frá og letur
verið rakt av bili og, sum rætt er, stendur á einum ómetaliga óhepnum staði. Harumframt hevur vanlukkusvingið, ið somuleiðis er vandamikið, verið havt á munni. Vegakervið í Suðuroynni sum heild, fær somuleiðis [...] enn fyltur 20. Í Suðuroynni verður dúgliga gitt um orsøkina til hesa vanlukku, ið tíverri bert er ein av mongum í lítla landinum, Føroyum, verður litið nøkur ár aftur um bak. Løgreglan í Suðuroynni er [...] bógvin eftir syrgiliga tilburðin. Kunnu koyra ov skjótt Verður hugt at føroyskum ferðsluvanlukkum sum heild, ber kortini til at staðfesta, at tað ikki er nøkur treyt, at transformator-torn ella vandamiklir
sereyðkenni hjá tær elskaða mamma. Tað var ein dyggur smeitur fyri teg, tá tín elskaði Johannes brádliga var heimkallaður til Harran 10. juni fyri tveimum árum síðani. Sum vanligt høvdu tit bæði bønarstund, áðrenn [...] Harrin hann heim. Sorgina hevur tú borið á ein fyrimyndarligan hátt. Tit hittast aftur hjá Jesusi. So skjótt børnini kláraðu seg sjálvi, byrjaði tú at arbeiða sum vaskikona í nøkur ár. Tú ynskti ikki bert [...] Kvøldskúlin hevur í tær ein hollan vin. Har hevur tú millum annað lært bókbinding, steinslíping, knýting og listvevna. Tokka til náttúruna og frítíðarfiskarí hevur tú havt frá barnaárum av. Sum blaðung var tú á
- Sum lærari havi eg brúkt meginpartin av míni tíð at virka sum sálarhirði hjá nøkrum børnum, sum ikki á nakran hátt hava tað gott. Tú stendur veruliga í eini tvístøðu sum lærari, sigur Anna Dalsgaard [...] Dalsgaard, sum hevur tikið stig til at seta saman ein áhugabólk. Bólkurin skal umboða so nógv øki innan almannaøkið sum til ber og skal kanna, um tørvur er á einari pedagogiskari-sálarfrøðiligari tænastu sum børn [...] síðu. - At fólkaskúlin skal eitast at vera ein skúli fyri øll, er ein ella onnur romantisering av nøkrum sum als ikki er til. Tað hevur gjørt, at tey børn, sum hava brúk fyri hjálp, eru yvirlatin til sín
skattapeningi sum fylgju og er sostatt minni av stuðuli til listafólk at lata av. Men lutfalsreglan fær gildi við tað at í einum lítlum landi sum Føroyar er talið av listafólki eisini tað minni. Tó, sum smápiltaland [...] og halda seg) fáast við list, fáa, og hvat verður gjørt fyri peningin. Men tað er ein grund fyri hesum. Ein sera góð ein: teirra "starvsløn" kemur úr einum almennum grunni. Tað er ikki tí at tey sita í [...] Havið í huga! Hetta er ikki stuðul til lesandi, ein útbúgvingarlig íløga, ein íløga so at hjá einstaklingum í avvarðandi landi at nema sær kunnleika, sum, sambært framkomnari fatan, er mannarættur, men
av Tórshavnar Havn lýkur ikki tær treytir sum tey, ið skulu brúka havnina, hava kravt. Tað sigur Landsverkfrøðingurin í eini lemjandi atfinng av arbeiðnum, sum nú fer fram niðri á Bursatanga. Tórshavnar [...] metir bæði, at forkanningarnar, sum eru gjørdar, eru ikki nóg fullfíggjaðar og hann metir eisini, at tá ið útbyggingin er liðug, kann havnin kortini ikki brúkast til tað, sum hon er ætlað til. Sera dýr f [...] fyribilsloysn Tilsamans er hetta ein útbygging, sum er ætlað at kosta ímillum 60 og 70 milliónir. Ráðgevararnir hjá kommununi meta, at undir ávísum fortreytum ber hendan loysnin til í eitt styttri tíðarskeið
havið, verður her kroyst sum gjøgnum ein fløskuháls, og tí fær sjógvurin veruliga ferð á. Tað sama ger alt, sum liggur og flýtur í tí. Nakrar hundrað metrar sunnan fyri brúnna hevur nakað av menniskjans íkasti [...] ruskinum", sigur hann. Stórar avleiðingar fyri umhvørvið Umleið ein millión fuglar doyggja árliga sum fylgja av dumpingini av ruski. Tað sigur ein umfatandi rapport frá umhvørvisfelagsskapinum KIMO. Tað er [...] hesari skipanini gerst tað ikki ein meirútreiðsla fyri skip at hava rusk við. Ein túrur í fjøruni Undir brúnni við Streymin brúsar sjógvurin avstað við 13 míla ferð. Rákið, sum annars spakuliga rørir havið
misháttasta, sum liggur eftir teir, er tann nýggi skúlin, sum skal bøta um hølisviðurskiftini í Kommunuskúlanum. Har hava teir kloynt ein bygning upp í garðinum niðan fyri Realskúlan - á eitt andarhol, sum Býráðið [...] Finnbogi Ísakson ??????????????? Tað er ein Harrans lætti, at høvuðsstaðurin nú fær eina nýggja býráðssamgongu og ein nýggjan borgarstjóra. Samgongan, sum hevur rátt tey seinastu fýra árini, man vera tann [...] sambandsfólk, sum nú vendu sær til Javnaðarflokkin í Býráðnum. Og so vóru aftur samráðingar um eina heilt aðra samgongu. Aftur var ein avtala undirskrivað, hesaferð millum Fólkaflokkin, ein skerdan Sambandsflokk
Avgerðin liggur enn í hondunum á lógini og í hondunum á læknum, sum tulka lógina. Hesin parturin av lógarverkið okkara minnir ov nógv um tey lógarverk, sum verða smíðjað í teimum londum, sum ikki virðismeta [...] Tey, sum eru fyri fríari abort halda, at kvinnan skal taka avgerðina. - Tey sum eru ímóti fríari abort halda, at abort er í lagi í serligum førum. Og at tveir læknar skulu taka avgerð um tað. Ein skuldi [...] bara kvinnan ynskir tað. Ofta er tað maðurin/drongurin, sum ynskir, at kvinnan velur abort. Men tá ið tey ikki eru samd, so er tað bara ein, sum kann taka endaligu avgerðina. Og tá er tað ikki meira enn
veruligur heimavøllur hjá einum lívligum punkbólki sum The Dreams, men at bólkurin er so nógv øðrvísi enn hini, sum taka lut, gevur teimum nógva umtalu og ein góðan møguleika at vinna. Endamálið við luttøkuni [...] síggja tað potentiali í The Dreams, sum mann hevur hug at síggja teimum. Eg síggi stórar møguleikar, og eg haldi eisini, at teir í bólkinum gera tað, sigur Chief 1, sum er framleiðari hjá bólkinum. Alt peikar [...] allatíðina verið at gera vart við seg. Grand Prixið í sær sjálvum er einki mál, og ein møguligur sigur leygarkvøldið er bara ein avleiðing av, at tónleikurin hjá bólkinum fangar. - Tá ið eg sá The Dreams spæla