hálvleik. Fyrst var tað Brynleif Hansen, sum gjørdist leysur og langaði til úr spískum upp undir nettakið. Síðani skoraði Áki Mørk til 2-1 stutt fyri steðgin. 2. hálvleikur málríkur Tá dómarin bríkslaði í [...] kappingarárið er liðið hjá leirvíkingum dottið niður á næstniðasta plássið, og teir liggja í løtuni til at spæla upp- og niðurflytingardyst móti næstfremsta 3. deildarliðnum. B36 heldur hinvegin fast í [...] Magnus Skoralíð, varð spældur leysur, og hann sendi spakuliga framvið málverjanum hjá B36, sum var komin út ímóti. B36 hevði annars havt meira spæl undan málinum, og tí mundi tað koma sum ein hvøkkur fyri
leggja sektin á íbúðaviðurskifti okkara. Hetta kom greitt til sjóndar, tá uppskotið til samtyktar frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, var til 1. viðgerð. Menn høvdu hug at smírast, gera gjøldur burtur [...] burtur úr uppskotinum og hildu tað vera ov lítið ítøkiligt. Gamaní. Men talan var um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at skipa so fyri, at vit fáa ein meiri skipaðan íbúðapolitikk [...] eitt vælferðarsamfelag, har pláss er fyri øllum. Men tá tað snýr seg um ein íbúðapolitikk, eru vit komin stutt áleið, hóast Íbúðagrunnurin hevur gjørt nakrar royndir og er uppi í nøkrum ætlanum. Vit mugu
droymir hon seg burtur. Til arbeiðis og heima. Og altíð fylgja ljóðini við, seta gongd á og skapa eitt gandakent umhvørvi, har alt gerst tónleikur. Sjálvt tá evsta løtan er komin og kvinnuligi fangavørðurin [...] markinum til lagnutungan komikk og drívandi sentimentalitet, men eydnast hvørja ferð. Bæði filmur og fløga lýsa munin á list og skræpu. Tey, sum enn ikki hava sæð filmin og orka ikki at bíða til Listastevnuna [...] »Selma« eitir Björk í filminum »Dancer in the Dark«. Tað er hon, Björk, sum hevur gjørt tónleikin til filmin, hon rópar Selmu-sangir. Síðsta vikuskiftið vann Björk virðisløn sum besti kvinnuligi filmsleikari
um tey uppskot, andstøðan er komin við í málinum. Til dømis minnir javna yvirtøkan av málsøkjum nógv um uppskotið hjá Javnaðarflokkinum til eina sjálvstýrislóg. Tískil ber til at siga, at samgongan hevur [...] Landsstýrið hevur lagt eina ætlan, ið stig fyri stig skal tøma heimastýrislógina við at yvirtaka málsøki, til vit einaferð frammi í tíðin við eina fólkatkvøðu staðfesta eina føroyska grundlóg og harvið føroyskt [...] fólkaatkvøður. Tann fyrra verður longu í apríl næsta ár, og tá skal fólkið geva landsstýrinum heimild til at fara víðari við sínari ætlan. Ætlanin inniber, at ein avtala verður gjørd við donsku stjórnina,
Barnet í Danmark. Har hava tey viðgjørt sama evnið og vóru til reiðar at hjálpa til við ráðstevnuni í Føroyum. Nógv fólk hava teknað seg til og stórur áhugi er. Øll, sum hava við børn at gera, er vælkomin [...] sonevnda Barnatelefon, ið ringjast kann til, um okkurt er áfatt. Jórun Madsen sigur, at sagt verður, at trupulleikin við kynsligum ágangi hevur altíð verið, men er komin meira fram í ljósið. Men tað er keðiligt [...] kring landið við og lærarar, pedagogar og sosialráðgevar. Øll vælkomin Men ráðstevnan vendir sær ikki til nakran ávísan og øll eru vælkomin at luttaka. Ráðstevnan er skipað við fyrilestrum og workshops - ella
Sløkkiliðið og løgreglan løgdu til brots um vikuskiftið, tí ein automatisk fráboðan var komin til sløkkiliðið um, at trýstið í sprinklaraanlegginum fall. Tá so er, boðar skipanin sjálv brandstøðini frá [...] frá, og tí fór sløkkilið mansterkt av húsi. Men alt til onga nyttu, tí eldur var tíbetur eingin. Orsøkin var tann, at vatnmenninir hjá býráðnum arbeiddu upp á vatnleiðingina í økinum kring Tinganes, og tí [...] Havn, er ikki ósamdur við Bjarna. Hann váttar, at tað var trýstið sum fall, og at tað var orsøkin til at teir fóru mansterkir av húsi. Hinvegin heldur hann ikki, at roykávaringin útilokar eina sprinklaraskipan
myndir. Jóannes Hansen og Ivan Eginsson hava skrivað, og Finnur Helmsdal hevur verið við til at leggja bókina til rættis. Hestprent hevur havt alt tað tekniska um hendi, og Hestprent hevur prentað bókina [...] Forlagið Ítróttarbøkur hevur givið út hvørt ár síðani 1992. Nú er árbókin fyri fótbóltsárið 1999 komin. Hon líkist sær sjálvari, men hon er størri, enn hon hevur verið nakað av teimum sjey undanfarnu árunum [...] summar kom henda sama bókin út á eingilskum, og tá vóru hagtølini yvir dystir og spælarar dagførd fram til 1. juli 1999. Í fótbóltsárbókini er meiri gjørt burtur úr landsliðshagtølunum, enn tað hevur verið
løtuni eru teir í ferð við at gera royndarboringar og tær verða lidnar um eina til tvær vikur. Men nú skulu seimiskar kanningar til fyri at staðfesta endaliga, um hendan linjan kann brúkast. Nú eru teir í ferð [...] amboðini eru komin. Roknað verður við, at teir eru lidnir fyri jól, men so skulu úrslitini týðast. So einaferð fyrst í komandi ári, verður tað greitt, um hetta er ein brúkilig loysn. Tá ber eisini til at gera [...] Mitt í farnu viku komu tveir norðmenn til Føroya. Teir eru komnir at gera kanningar fyri landsverkfrøðingin í Hovi. Teir skulu gera tær endaligu kanningarnar at vita, hvønn veg tað er best at skjóta eitt
seg gjøgnum farnar tíðir. ? Men sjálvandi hava tit við tykkara røkjuskapi hjálpt væl til. Tær eru teknaðar og bygdar til høgan standard í truplu tíðunum fyri kríggið í 1939, og eigararnir hava uttan iva havt [...] United Kingdom. Soleiðis sigur ein embætismaður á bretsku sendistovuni í Keypmannahavn í heiðursbrævi til teir tríggjar argjamenninar, Mortan Joensen, Steingrím Joensen og Sverra Mortensen, sum í 60 ár hava [...] virðismikla savni av serkønum bretskum verkfrøðingaarbeiði, verður at enda sagt í heiðursbrævinum til teir tríggjar argjamenninar. Axel hálva øld í Havn Á samkomuni hjá Føroya Ellisakførum greiddi fyrrverandi
av ivasomum politiskum tulkingum. Ofta eri eg í arbeiðnum við bókini komin tætt – ofta tættari enn eg persónliga havt havt hug til – at ávísum fólkum, men eg havi kent tað soleiðis, at evnið og tilfarið [...] hevur í veruleikanum illa borið til at skriva hesa bókina uttan at koma tætt at fólkum, sum – fyri tað mesta av órøttum – vóru undir illgruna fyri at hava verið við til at fremja bumbuatsóknina, sigur [...] brotnaðu nógvir rútar av trykkbylgjuni – eitt nú í gamla Kommunuskúlanum, har Tórshavnar býráð nú heldur til, og heilt niðri í Vágsbotni. Eingin var staddur í løgtingshúsinum, tá ið bumban brast, og eingin fekk