sigur, at Olvheðin ikki er komin spælandi til sigurin. - Hann hevur sungið og vant so at siga út í eitt, síðani hann hoyrdi um kappingina. Vit eru nærum ikki sloppin inn í kamarið til hansara, sigur hon. - [...] "Eingin er sum tú, eingin annar rørir hjartað sum tú.." Kensluborið og stillisliga sang Olvheðin seg til ein tryggan sigur. Hóast sín unga aldur, hevur Olvheðin gott tamarhald á røddini. Framførsla hansara [...] práti við Sosialin, sigur Olvheðin: - Eg hoyrdi um kappingina í juni mánaða, og í juli teknaði eg meg til. Spurdur, hvør hevur vant hann, og um hann vanliga syngur nógv, sigur Olvheðin: - Mamma hevur hjálpt
Tá ringir løgreglan til sjúkrahúsið, sum síðani sendur sjúkrabilin út eftir fólkunum. - Ólavssøkan í ár hevur ført til stak nógvar uppringingar. Hetta eru fólk, sum eru komin til skaða á ymsan hátt. Sum [...] vikuskiftið hevur verið langt og strævið hjá løgregluni í Tórshavn. Einir 20 mans hava skifts um at verið til arbeiðis, og er hetta væl fleiri enn eitt vanligt vikuskifti. - Størsti trupulleikin er avgjørt druk [...] og fólk eru sansaleyst rúsaði, sigur vakthavandi á politistøðini. Enn hevur løgreglan ikki fingið til vega nøkur hagtøl, ið vísa hvussu nógvar vitjanir, talan hevur verið um á Ólavssøkuni. Men vakthavandi
eldurin kyknaði. Týsdagin var familjan alt ov skelkað til, at løgreglan fekk avhoyrt hana beinanvegin, men arbeitt verður við at finna fram til orsøkina til eldsbrunan. Føroyska løgreglan kannar sjálv málið [...] tí hon hevði fingið børnini út, og mamma og beiggi hennara, sum eisini vóru í húsunum, vóru eisini komin út. Vit vita ikki, hví hon fór innaftur í køkin, sum varð hinumegin húsini. Hetta var ein avgerð, [...] kom um níggju tíðina týsmorgunin, sluppu brandmenninir ikki inn í húsið, har kvinnan lá. Orsøkin til, at eldurin fekk so gott tak á húsúnum var helst, at gjøgnumtrekkur varð. Hurðin stóð opin og vindeygu
sjómaður øll síni bestu ár. Hann var ikki rættiliga komin til mans, tá hann fór at rógva út við opnum báti saman við øðrum svínoyingum. Seinni fór hann til skips við Polo, sum mammubeiggin Símun hjá Póli førdi [...] um, til trolarin Norðbúgvin kom fram á teir 170 fjórðingar í ein landnyrðing úr Kallinum. Teir komu á Klaksvík 12 dagar eftir, at teir vóru farnir úr Danmark. Poul á Fuglberg førdi stóra veiðu til lands [...] snellu og var rokskipari í hesi veiðu. Í seinnu helvt av fimtiárunum yvirtók Poul allan ognarrættin til Fuglberg. Í 1971 keypti hann eisini Soli deo Gloria og hevði so tveir bátar. Hann seldi Fuglberg í
handlinum. Navnið er Stikkan, og tað vísir aftur til, at her verða meturvørur seldar. Tað verða tær eisini, um enn ikki so dominerandi, at ein leggur merki til tað, beinanveg ein kemur inn. Men hevur tú hug [...] mannfólkabuksur, verður rullað og mált, til tú hevur fingið tað, brúk er fyri. Men í stóran mun eru tað enn vørur frá øðrum føroyskum framleiðarum, ein leggur merki til í nýggja handlinum á Eiði. Fyrst og [...] síggja í handlinum. Tey eru slík, sum Guðrið Poulsen í Havn hevur gjørt. At Handilin Stikkan er vorðin til í hesum líki, er ikki av tilvild, greiðir Katrin Haraldsen frá. Talan er um eina fleiri ára gamla ætlan
Nú fyrsti undirsjóvartunnilin er komin í Føroyum hevur ljóðað, at næsti tunnil verður millum Norðoyggjar og meginlandið, og sum nr. 3 skal verða tunnil til Sandoynna. Men sum ikki einaferð, tá nakað skal [...] oyggjarnar. Hóast vit her suðuri hava fingið munandi betri umstøður at ferðast til Havnar, sær tað út sum tað ikki gevur møguleikar til at ung fólk seta seg í búgv aftur her. Hugsi serliga um tær smærru bygdirnar [...] sum fyrnd er í. Tí skulu menn nú við tað sama seta seg niður at tosa um at leggja kommunurnar saman til eina kommunu, tað skuldi verið gjørt fyri árum síðan, men betur seint enn ongantíð. Tað vil vera eitt
hava ofta staðið seg væl í Gundadali. Møguleikin fyri góðum úrsliti er til staðar, men vit vita allir, at vit skulu lyfta okkum til tað allar besta, um nakað skal fáast burturúr. Allir NSÍ spælararnir eru [...] fyrstu ferð í fleiri ár verður eingin leikskrá til dystin í morgin. Teir skuldu havt spælt á Toftum. Leikskránni ímóti KÍ á heimavølli komandi hósdag er komin undir land, men skotbráðið hevur verið ov stutt [...] morgin fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av NSÍ í landskappingini. Hann fyrireikar seg altíð væl til uppgávurnar, og soleiðis ætlaði hann eisini, at tað skuldi vera hesa ferð, men tað bleiv ikki heilt
hava ofta staðið seg væl í Gundadali. Møguleikin fyri góðum úrsliti er til staðar, men vit vita allir, at vit skulu lyfta okkum til tað allar besta, um nakað skal fáast burturúr. Allir NSÍ spælararnir eru [...] fyrstu ferð í fleiri ár verður eingin leikskrá til dystin í morgin. Teir skuldu havt spælt á Toftum. Leikskráni ímóti KÍ á heimavølli komandi hósdag er komin undir land, men skotbráðið hevur verið ov stutt [...] morgin fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av NSÍ í landskappingini. Hann fyrireikar seg altíð væl til uppgávurnar, og soleiðis ætlaði hann eisini, at tað skuldi vera hesa ferð, men tað bleiv ikki heilt
Gunnarsson Ein tann mest umtalaða sølan í fjør var tá BMW seldi Rover til Phoenix-samtakið. Teir keyptu Longbridge verksmiðjuna, og rættin til búmerkini MG, Austin, Wolsley, Morris, Standard og Vanden Plas. [...] elektroniskari innspræning. Hesin motorurin passar væl til støddina á bilinum, við tað at hann er sera kvikur. Standard útgerðin í bilinum er til dømis, alufelgur, airbag framman og í síðunum, el-hitað [...] Rover 45, ið avloysir Rover 400, er ein av nýggju útgávunum, sum er komin á marknaðin eftir at Phoenix-samtakið, ið Onglandi hevur keypt Rover. Bilurin er væl gjørdur, og hevur munandi betri koyrieginleikar
gongd. So positiv, at tað nú, uttan himpr, ber til at bjóða útlendskum gestum at døma og annars velja, hvørt her er okkurt, ið teir kunnu gera nýtslu av, til fyrimuns fyri allar partar. Í ár hendi so eisini [...] Clickhaze, fekk innbjóðing til Nibefestival, umframt at fáa høvuðsvinningin frá Mentamálastýrinum, nevniliga eina viku við upptøku í Studio 1 í Lundgaard Studio. Innbjóðing er eisini komin úr Ólavsvík í Íslandi [...] Íslandi, um at fáa ein finalubólk til føroysku dagarnar har. Eini 15 útlendskir eygleiðarar og dómarar luttóku hesaferð. Og samanumtikið má sigast, at fyrireikarar, saman við danska ljóðmanninum, Claus Pedersen