fjøllini eru sum Slættaratindur tríggjar og fýra ferðir upp eftir enda, og bergsveggirnar standa gráir og hvassir at toga seg sum mest upp úr tí gulgrøna og brúnliga kjarrinum, ið liggur sum ein feldur um [...] fasta franska løn, sum eg sjálvur. Síggi, at húðin spennist um kjálkabeinini, hann hevur hug at siga okkurt harðliga, og nú kemur nevin fram, ein fingur peikar upp í loft: Tað er sum ein mynd av oynni sjálvari [...] ríkið, eina lóg um javnrættindi og fólkaræði, ein tiltikin lóg, sum nøkur ár seinni gjørdist fyrimynd, tá ið amerikanska frælsisbrævið varð skrivað, og sum gav íblástur til stóru fronsku kollveltingina
longu nú hevur fest seg. Millum annað tá ið hann sum narkosulækni í vanlukkutoymi í Danmørk stóð við ein kloyvdan Nissan Almera úti á alfaravegi. Aftan sat ein illa særd genta. Framman lógu tveir deyðir dreingir [...] snurritoppar. – Skalt tú ikki hava ein bát, spyr pápin ørkymlaður. Stutt eftir situr ein 26 ára gamal maður í sama rúmi. Hann hevur fingið eina jarnstong í tinningin, sum er bólgnaður upp. Einki bendir á [...] eru boðini hann fær. Og ein gamal vestmenningur, sum var áhaldsin og hevur brákað høgra herðablað, fær fatl og ávísing um 1 gramm av panodili og 600 milligramm av Brufeni sum pínulinna. – Eg? Fjúrtan
greiða frá skurðmyndini eins og øllum hinum dýrgripunum, sum goyma seg á Listasavninum. Tí var tað eisini ein ynskidreymur, tá hann herfyri fekk starv sum tann, ið skal geva so nógvum, sum til ber, møguleika [...] staðfestir Oggi Lamhauge, sum eisini er útbúgvin námsfrøðingur við kreativiteti sum sergrein. - Børn uppliva uppá ein annan máta enn vaksin ofta gera. Tá eitt barn sær ein vakran stein á vegnum, steðgar [...] so tað næstan hvørvur inn í fjálga favnin. Eina løtu tykist tað næstan sum, at blóðið dukar inni í grásvørtu træ-æðrunum, sum eins og vevja skurðmyndina saman. Listamaðurin Oggi Lamhauge kínur mammuna oman
og nú, tá ið tú kagar í bókina Rura, sum hon hevur skrivað. Okkara børn, kallar hon tey, sum bókin er um. Tað eru okkara børn, sum hava góðar gávur og skil, men sum vegna linar og óstortligar rørslum, tað [...] út. Hvussu vit liva í samljóði við løtuna sum er, samstundis sum tað farna fylgir okkum og býr í okkum. - Fyri góðum tíggju árum síðani fór eg í fast starv sum fysioterapeutur í føroyska skúlaverkinum. [...] trupult við at fáa sansarnar at rigga sum eina eind. Tað eru tey sum eiga hesa bók. Tey eru kveikjan, keldan og innihaldið. Sansaskipanarbørn eru nógv í tali. Ein kanning framd av tveimum starvsfeløgum
størsta andstøðuflokkin heldur, at tað er ein trupulleiki fyri Føroyar, at vit hava eitt landsstýri, sum ikki dugir at síggja henda veruleikan í eyguni. -Ein donsk stjórn meldar ikki tríggjar ferðir so [...] í dag er ein felagsskapur, sum hevur sítt størsta virksemi í tí partinum av heiminum, har tað er verulig neyð. -Eg eri sannførdur um, at koma ST-eygleiðarar til Føroya, so vilja teir fáa ein skelk, tá [...] um hesa olju. Tað er ein óvirðlig støða, tá landsstýrið fer og sigur, at man nú tekur pant í nøkrum, sum er framtíðin ikki bert hjá okkum, men eisini hjá okkara eftirkomarum. Ein logisk fylgja av hesum
hetta er bara ein partur av tí at búgva her, sigur Johan í telefonini úr Fámará. Fjarskotin liggur matrikkul nummar 648a í Vági, ein fýra marka garður, níggju gyllin og 10 1/3 skinn – tað sum fólk betri kenna [...] út á Youtube. - Ja, vit bæði hava ein serligan lívsstíl, her vit brúka eina bygd sum kulissu til okkara visjón um at hava ein bóndagarð, har øll eru vælkomin – høgur sum lágur. Okkara visjón er, at her skal [...] 1000 Facebook-vinum, sum uppmuntra okkum um at halda áfram. - Eg havi síðani lisið lýsingina, og eg kann so saktans taka yvir hetta festið við teimum royndum og kvalifikasjónum sum eg havi, greiðir Johan
kjøtinum, sum liggur á borðinum og angar so væl fyri tann, sum dámar turt føroysk seyðakjøt. Hundurin er væl vandur og blíður. Hann tykist ikki órógvaður av, at fremmand fólk eru á gátt. Hetta er ein hugnalig [...] vit fóðurið inn á trillubøru í eitt ár ella so, men hetta var ein vánalig skipan, sum eg ikki vil síggja aftur. Nú hava vit ein fóðurvogn, sum vit fylla fóður í og koyra inn í fjósið við. Byrjað verður innast [...] verður ein stór íløga. - Men, eg eri positivur og bjartskygdur av lyndi, og eg trúgvi, at hetta er ein íløga, sum fer at loysa seg. Málið er, at garðurin skal geva so mikið av sær, at bæði vit, sum reka
Undirritaði var sær ein túr úti í Sandagerði og hugdi at, seinast grind varð hildin til har. Hampamenn, ið dagliga sita friðarligir framman fyri ein telduskíggja, vóru brádliga sum hamskiftir. Tá grindin [...] í munnin og ikki. Eins og aðrastaðni hevur matur okkurt við samleika at gera. Við hesum í huga ber til at siga, at grindadráp fyri føroyingar helst er ein spurningur um at verja ein serføroyskan samleika [...] ongantíð. Her verður hvalur framvegis roknaður sum kjøt. Og kjøt er okkurt ein etir og er tengt at tí at yvirliva. Og bert tey fægstu eru vegetarar. Hetta er helst ein orsøk til, at argumentini ímóti grindadrápinum
einum av nýggjaru sethúsunum sæst ein barnasúkkla. Og bara fáar metrar hagani sæst næsta teknið, sum skal mótprógva gongdini, sum ein hevur sæð so nógva aðrastaðni: Ein brøyt er í ferð við at grava út fyri [...] eur longu givnar fólki, sum ynskja at búseta seg her. Heini O. Heinesen upplýsir í hesum sambandi, at teir hava havt ein prís, sum liggur um 100 kr. fyri fermeturin t.v.s. at ein øki uppá 600 fermetrar [...] kloakk íroknað. Ynskir ein at byggja í Klaksvík er prísurin ein heilt annar. Og tað kann vera orsøkin til, at fólk ynskja at búgva á einum staði og arbeiði á einum øðrum staði. Ein fyrimunur hjá kunoyingum
á Hædd? 7. Hvat liggur í orðunum: "Sett landsstýriskvinnuna í eina sera trupla støðu politiskt", sum víst verður á í ætlanarskrivinum? 8. Heldur landsstýrismaðurin, at aðalstjórin sum næstformaður í T [...] ður, sum hevur sett landsstýriskvinnuni hesar spurningar: 1. Hví kallaði landsstýrismaðurin ikki skrivið aftur, tá hon fann útav, at tað var sent til Tórshavnar Kommunu? 2. Hví varð skrivið, sum gav Tórshavnar [...] frá teimum somu, øll úr sama politiska flokki sum landsstýriskvinnan. Og hann heldur fram: »Málið er eitt reint fyrisitingarmál, tí tað eru kommunurnar, sum taka avgerð um havnabyggingar. Tað eigur tí ikki