Jón Bjarnason, landsliðsvenjari, hevði í øllum førum hug at smílast, tá menninir høvdu svomið gullið heim í blandaðu stafettini á 50 metrum. At framgongdin innan føroyska svimjing hevur verið sera stór [...] hvíla svimjarar. Men tað er eisini ein luksus-trupulleiki at hava, tá stafettirnar verða mannaðar. Hinvegin gav hetta eisini Jón møguleika at lumpa mótstøðuna eitt sindur. - Vit hava ongan firvalds-svimjara [...] tvey árini, var júst stafettin kanska eitt gott dømi um. Fyrst og fremst, tí venjarin kundi loyva sær at rotera við fólkunum. - Eingin av teimum, sum svam í sjálvari finaluni, svam til innleiðandi umfarið
longur, um teir ætla sær at keypa okkurt at fríðka urtagarðin við. - Eg havi selt munandi meiri enn eg hevði væntað, sigur urtagarðskvinnan Rita Larsen, sum leggur seg eftir at geva kundunum góð ráð. Í [...] stendur fyri framman er lítil ivi um, at nógv fólk fara at støkka inn í urtagarðin hjá Ritu. Hon hevur sjálv ikki lýst nakað serligt við hesum, men líkt er til, at hon hevur funnið eina vøru sum nógvum [...] Klaksvík ella í Eysturoynni, og tí mugu fólk í Fuglafirði heilt til Havnar ella vestur í Vágar um tey ætla at keypa plantur frá eini plantusølu. - Jú, tað er tørvur á eini slíkari í Fuglafirði eisini. Tað síggi
tí Árnfirðingur hevði mest sum alla tíðina hug at blanda seg í stríðið um annað plássið. Sum bátarnir nærkaðust málinum var greitt, at her fór eingin at hótta Heiðabátin, sum fyri triðju ferð í ár vann [...] bátslongd framman fyri hinar bátarnar eftir eini lítlari løtu, og longu tá var greitt, at kappingin í hesum róðrinum fór at vera um annað plássið. Undanfarnu róðrarnar hevur Argjabáturin fingið tvey annað pláss [...] Argjabáturin at vinna góða hálva bátslongd framman fyri Ørv. Árnfirðingur endaði á fjórða plássi upp aftur góða hálvu bátslongd aftari. Undan Varmakelduni er spurningurin, um nakar av bátunum megnar at steðga
dk: - Eg haldi, at vit allar hava ivast í, um hetta mundi vera tað rætta at gera, men vit kenna alíkavæl, at tíðin er komin til hetta. Hetta snýr seg um at hátíðarhalda fortíðina og njóta at vera saman, og [...] fyrsta sinni í níggju ár, eingin av hesum trimum konsertum er í Føroyum Tað verður uttan iva ringt at fáa fatur á atgongumerkjum til konsertirnar í London, Köln og Madrid, ið eru tey trý støðini í Evropa [...] Hong Kong, Sydney, Cape Town og Buenos Aires eru á skránni, sambært avisen.dk. Eftir fleiri ætlanir um at savna bólkin aftur, so er hetta endiliga veruleiki. Talan verður um upprunaligu manningina, og sostatt
unum og 12 ymisk strandaøki. Minka stovnarnir so langt niður, at teir ikki standa at bjarga, hevur hetta ógvuliga stóra ávirkan á onnur at síggja til óviðkomandi fiskasløg. Somuleiðis hevur hetta ógvuliga [...] havinum. Víst verður eisini á, at bert 1% av havøkinum er undir munadyggum eftirliti, burtursæð frá hvalaveiðini. Granskararnir eru so svartskygdir, at teir meta ongan villini fisk at koma upp á land ár 2050 [...] um hetta eru populistiskar dómadagsspádómar, ella hald er í metingunum. Undir øllum umstøðum fer tað at koma okkum her heima dátt við, verður fiskivinnan burtur sum ídnaður um 40 ár
nærum ræðslusligin við tankan. Edward gongur hinvegin út frá, at hon gleðir seg líka nógv sum hann. Uttan at avdúka alt ov nógv, kann sigast, at alt, sum yvirhøvur kann ganga galið á brúðarnáttini, gongur [...] við sær, sum gevur lesaranum varhuga av, at alt er avgjørt frammanundan. Eg skal ikki avdúka, hvat søgan endar við. Bert siga, at minniliga brúðarnáttin kemur at avgera lívið hjá teimum báðum ungu framyvir [...] Ian McEwan, On Chesil Beach, Random House, 2007 Lesarar vóru ikki sørt ovfarnir, tá teir varnaðust, at nýggja skaldsøgan hjá McEwan snýr seg um nakað so tugt sum ”fyrstu ferð”. Men, sum vanligt, løðir McEwan
framrættaðir, er tað ikki óhugsandi, at talan verður um gott undirhald, heldur KÍ venjarin Eyðun Klakstein, sum fegnast um, at tað tvær tær seinastu ferðirnar hevur eydnast at halda tætt í verjuni. Hjá KÍ eru [...] móti fótbóltinum, har teir skulu royna seg ímóti B71, sum fer at vitja seinnapartin. Uppgerðirnar millum hesi bæði feløgini fyrr í ár boða frá, at tað kann gerast málríkt í Klaksvík seinnapartin. Tað endaði [...] og tá ið KÍ var á Sandi. - Stigatalvan sigur, at liðini eru jøvn, men KÍ er á heimavølli, so teir eru helst favorittar. Serliga tá hugsað verður um, at teir hava fingið fult tvær tær seinastu ferðirnar
vita fyrireikararnir at siga. Tað var tó neyvan tann stóra svongdin, sum gjørdi borðið so lokkandi. Tað var í øllum førum týðiligt, at tey flestu nýttu løtuna sum eitt fínt høvi at fáa sær eitt huganligt [...] sambandi vilja teir fegin nýta høvi at takka teimum mongu sponsorunum av Sjómannadegnum, ið teir flestu vilja vera ónevndir. - Uttan teir hevði tað als ikki borið til at skipa fyri einum so stórum og ókeypis [...] Fyrireikararnir av Sjómannadegnum meta, at gott 1000 gestir hava vitjað stóra morgunmatarborðið á Stangabrúnni nú fyrrapartin Aftur í ár varð skipað fyri stórum morgunmatarborði á Sjómannadegnum í Klaksvík
er tann, at stadion í Horsens verður umbygt. Eftir at Jón Rói Jacobsen orsaka av skaða ikki hevur verið tøkur tvær tær seinastu ferðirnar, er hann nú við aftur. Eingin ivi tykist vera um, at Jón Rói verður [...] Í morgin fær AaB møguleikan at reisa seg, eftir at felagið hjá tveimum føroyskum landsliðsspælarum mitt í vikuni tapti 5-0 í Randers. Dysturin í morgin verður á útivølli móti Horsens. Hann verður tó ikki [...] beinanvegin í Randers. Súni Olsen spældi 2. hálvleik ímóti Randers, og Súni hevur eisini fingið boð at vera við í ferðini til Fredericia í morgin. Um Súni verður ímillum teir fyrstu ellivu er meiri ivasamt
ndina, sum nú hevur gjørt av, at fyrisitingarligt mistak ikki skal hava ávirkan á stigatalvuna. Harvið verður støðutalvan broytt soleiðis, at B36 missir tvey stig, og at Skála fær eitt stig. Avgerðin er [...] mist oddasessin í Formuladeildini til NSÍ dagin fyri, at tað eftir stuttan summarsteðg verður farið undir aftur landskappingina. Orsøkin er tann, at yvirkærunevndin hevur kollrent úrskurðin hjá aganevndini [...] aganevndini, sum tók undir við B36, tá ið árstalsfelagið í kæru kravdi, at B36 skuldi góðskrivast fyri øll trý stigini eftir landskappingardystin á heimavølli imót Skála. Hetta var 13. mai í 9. umfari. Úrslitið