tíðindatænastuna koma á vitjan, tvey stór sjónvørp, sum krevja eina køna hond. Og á borðinum frammanfyri hana liggur eitt stereo-anlegg tikið sundur, sum Rannvá nú er farin í holt við. Kundin segði, at anleggið [...] gg, sum altso ikki vildi tendra. Við kønum hondum fór Rannvá undir hetta, og fann skjótt fram til, at ein av komponentunum í hesum anlegginum mátti skiftast. Tá tað var gjørt, virkaði útvarpið sum tað [...] verkstaðnum, áðrenn hon í summar av sonnum kann kalla seg ein elektronikkfakteknikara. Alt hetta við skrúvum og elektronikki er vanliga eitt, sum dreingjum og monnum dáma best at takast við. Men eg veit
og Løgmálaráðið skal eisini hava egna móttøku, sum liggur einar tíggju metrar frá inngongdini og móttøkuni hjá løgmanni. Ikki nokk við tí. Gongin, sum bindur Skibstedspakkhús og Sjó- og vektarbúðina saman [...] eru ymsir stovnar, ið ráðini hava fingið álagt at umsita, men sum verða roknaðir sum partar av ráðunum. Rokna vit Løgmansskrivstovuna sum eitt ráð, eru hesi 51 fólkini spjadd millum trý ráð. Hetta merkir [...] Kallsberg, løgmaður, deildust um eitt og sama stýri. Við teirri nýggju samgonguni, sum tók við í juni mánað í ár, varð ein níggindi landsstýrismaður settur, og Høgni Hoydal fekk sítt egna ráð at ráða yvir
at sleppa sær av við bóltin, tá ið tað skuldi gerast skjótt, og hann var ein meistari í at bjóða av ein ímóti einum og sneiða ein og tveir og onkra ferðina tríggjar av sær. Mótstøðumenninir mundu gera í [...] Hansen skot á, bólturin fór framvið málverjanum, og tað kom óvart á Kristian Anton Andreasen, sum var staddur ein hálvan metur frá linjuni, at bólturin rakti í hann. Og í síðsta minuttinum fekk Dánial Hansen [...] Hansen er væl fyri, og Fróði Benjaminsen vísti hesa ferð, sum hann eisini hevur gjørt tríggjar tær seinastu ferðirnar, allar tær góðu dygdirnar, sum eru í kanska evnaríkasta miðvallaranum í landinum. Hann
skriva bøkur ... Eg kenni hini. Tey, sum eru dottin. Tey, sum hava fingið varandi sjúku, tey, sum í langa tíð ikki hava boygt seg niður at binda lissur vegna ryggpínu, tey sum í langa tíð ikki hava snarað høvdinum [...] rættari onkran, sum tú hevur hug at fara til. Sjálvandi skal rørsla ikki kennast sum ein plága, og sjálvandi skal tað geva meining at liva aktivt. Tað kann verða strævið at varðveita ein væl virkandi kropp [...] nakkin er so illa farin av sliti. At glíða í hálkuni sum vaksin, tað setur seg. Ikki bara sum pína, men sanniliga eisini í tað kropsliga minnið. Tað liggur og krógvar seg í minninum og órógvar títt gongulag
tað skulkaði hann sær undan at siga nøkrum. Tað sum um galt, var at ríva niður ein skúla, ríva niður ein varða, ið aðrir høvdu laðað. Og oyggin liggur øll í andaleypi og svartasta vónloysi. Fyri fyrstu [...] niður tað, sum var farið at spretta, samstundis sum man ikki hevur orkað, dugað ella viljað gjørt nakað ístaðin fyri. Teir søgdu seg koma við eini Suðuroyarætlan, sum kortini einki kjøt var á, og sum einans [...] soleiðis at vit fáa fylgt við í tí, sum fer fram innan tingsins gátt. Vit hava skjótt funnið útav, at tað, sum útvarp og bløð bera fram, ikki er í samsvar við tað, sum veruliga fer fram, og vit hava ansað
um, sum longu er kaotiskur, tey skulu hava nakað til matna, og tey skulu eisini hava sín lut í øðrum samfelagsligum rættindum. Alt slíkt, sum arbeiðsgevarin skal gjalda meira og minni av, men sum lanskassin [...] parti av yvirtíðararbeiðinum. Nógv virksemi Ein spurningur av týdningi í hesum sambandi er, um samlaða virksemið í landinum liggur á røttum støði, og um nakar er, sum avger, hvar hetta skal liggja. Vit minnast [...] bert Ingeborg Winther, formaður í Føroya Arbeið-arafelag, sum royndi at hava eina støðu í málinum. Stjórin í Vinnuhúsinum var skilagóður, sum hann vanliga er, men alt annað líka standa áhugamál arbeið
gjár. Talan er um rokningar, sum Tvøroyrar Kommuna hevur sent Strandferðsluni fyri havnargjald hjá Smyrli, men sum Strandferðslan ikki hevur viljað goldið. Samstundis, sum Strandferðslan skal betala, hevur [...] landið, sum eigur samferðsluhavnina á Krambatanga og tí skal Smyril ikki betala havnargjald. Eisini verður víst á, at tá ið havnin í Drelnesi, sum kommunan átti, um sama mundi varð niðurløgd sum samferðsluhavn [...] dið. Hann sipar til tað, sum vitnini í málinum søgdu, at tað var vanligt, at skip, sum brúktu eina havn regluliga, fingu avsláttur í havnargjaldinum, men at tað altíð var ein samráðingarspurningur. Umhugsa
málningalist nýtt andlit. Hansina Iversen og Aggi, sum eisini eru í hesum savni, umboða m.o hesi listafólk. Ein er listamálarin, ið er nakað heilt fyri seg, og sum vit øll onkursvegna hava tokka til. Ongin hevur [...] tað, hann hevur skrivað, eins og eg havi biðið hann skriva meira. Legði henda spelkna og altíð vælklædda gentlemannin til merkis í 60-árunum í Havnargøtum og havi kent hann sum ein vin, síðani eg kom í politikk [...] nakað um raðfestingina hjá kvinnum og monnum í landi okkara. Tey valdu ikki ein fótbóltsspælara ella ein rokskipara, men ein friðarligan pensionist vælvildarmannin fyri føroyskari list. Sofus Olsen bar
at lata sum um teir ikki finnast, og síðani at koma við ítøkiligum loysnum.” Og seinni sigur hon: “Eg eri sannførd um, at bert ein stórur borgarligur mið-høgra-flokkur sum CDU - ein libe [...] samgongu. SPD stendur til at fáa uml. 15% av atkvøðunum, eins og Grüne. Ein stórsamgonga millum “demokratisku” flokkarnar er sostatt ein møguleiki, tó at Scholz tá við ringum tannabiti noyðist at geva [...] tað politiskt ber á mál, væl at merkja. Liberali FDP liggur sum nevnt illa fyri í veljarakaningunum og stendur til at snáva. Sosialistiski Linke liggur eisini á markinum, men stendur til at klára tað.
ágangur á okkara mál, sum frammanundan er so ungt og tískil veikt sum skriftmál, hevur negativa ávirkan á lesiførleikarnar. Teir eru eisini amboðið í øllum øðrum lærugreinum, sum tískil eisini líða undir [...] so sæst tað, sum varð sett í verk eftir kanningina í 2006, ikki aftur við fullari megi fyrr enn í kanningini, sum verður í 2018. - Vit fingu nýggjar námsætlanir, nýggjar próvtøkuhættir og ein nýggjan pr [...] ikki skúlin og lærararnir, ið einsamøll hava ábyrgdina fyri, at vit hava ein góðan skúla. Tað er ein samfelagslig uppgáva, sum vit øll skulu lyfta í felag, sigur Rannvá Skeel Johannesen og leggur afturat: