klaksvíkingurin, ið byrjaði sína yrkisleið sum tónleikari í Danmark í 90’unum, og sum nú er heimskendur í Føroyum fyri egnar tulkingar av víðagitnum country-sangum, er settur at fáa gott lag á fólkið. Og tað fer [...] fyri húsini hjá sær, í regni og vindi, væl at merkja, ja, tá troppaðu næstan túsund fólk upp. Til tess krevst fólkatekki. Og tað hevur Hallur í yvirmát. Og tað er ikki bara í Føroyum at fjepparar fylkjast [...] fylkjast um Hall. Eisini hava útvarpsstøðir bæði í Japan og ymsastaðni í Evropa valt at seta løg og útsetingar hjá ráðandi føroyska countrykonginum í umfar. G! áhoyrararnir kunnu gleða seg til ektaðan og hjartaligan
m, sigur Joel undir Leitinum. Í dag eru tilsamans 54 ársverk í fyritøkuni í Føroyum, sum millum annað rekur skipini Arnarfelli og Helgafelli. - Á landi eru eini 15 fólk í føstum starvi umframt ein røð [...] síðani Samskip etableraði seg her í Føroyum, og øll árini hevur Joel undir Leitinum sitið í stjórasessinum. - Vit hava arbeitt fyritøkuna upp frá grundini av til hon í dag er millum førandi fyritøkurnar [...] røð av tímaløntum fólki. Vit reka eisini eina frystigoymslu í Kollafirði, sum við sínum 7.000 tonsum er landsins størsta, sigur Joel undir Leitinum. Hann fer frá stjórastarvinum á Samskip til eitt starv sum
umhvørvisstríðsmaðurin er ættaður úr New Zealandi, og hann ætlar sær í summar at gera átak ímóti grindadrápi. Við í ferðalagnum í Føroyum er eisini Ady Gil, sum áður hevur verið við til at fíggja skip hjá [...] Pete Bethune kom í gjár til Føroya. Hann skal kunna seg við føroysk viðurskifti, tí ætlanin er at gera átak ímóti grindadrápi í summar Komandi dagarnar verður Pete Bethune staddur í Føroyar. 45 ára gamli [...] tilburðin og varð útvístur úr Japan. Pete Bethune hevur nú vent eyguni ímóti Føroyum, og hann ætlar sær at gera eitt átak ímóti grindadrápi í summar. Nú er hann so komin til Føroya við fylgisneytanum Ady Gil at
Serlógin gevur persónum, sum eru riknir úr Ukraina, loyvi til fyribils at hava uppihald í Føroyum í upp til tvey ár. Tað upplýsir umhvørvis- og vinnumálaráðið seinnapartin. Útlendingaøkið er felagsmál [...] eru riknir úr Ukraina, varð kunngjørd bæði í Lovtidende og í Kunngerðablaðnum um vikuskiftið. Sunnudagin søktu fyrstu 15 ukrainarnir um uppihaldsloyvi, og í dag varð fyrsta loyvið avgreitt. Higartil hava [...] eru komnir til Føroya, væntast at fara til arbeiðis eftir páskir. Í næstum skipar Vinnuhúsið fyri kunnandi tiltaki, har ukrainar í Føroyum verða kunnaðir um føroyska arbeiðsmarknaðin. – Vit vita, at avbjóðingar
Ongastaðni í norðurlondum eru fólk so gudelig, sum í Føroyum. Tað vísir ein kanning, sum tey trý Heini í Skorini, Herit Albinus og Hans Andrias Sølvará, sum øll arbeiða á Fróðskaparsetrinum, hava gjørt [...] samanborið støðuna í Føroyum við hini norðurlondini og tað vísir seg, at støðan er rættiliga nógv øðrvísi her enn hon er í Íslandi, Danmark, Svøríki, Noregi og Finlandi. Spurningarnir í kanningini eru um [...] eru bara eini 16 – 17 prosent, sum ikki gera tað. Í Svøríki eru tað nógv fleiri, sum ikki trúgva upp á Guð, enn tað eru fólk, sum eru kristin, og eisini í Noregi eru tað fleiri, sum ikki eru kristin enn
ráð fyri barnabókahøvundar varð sett á stovn í Göteborg í dag Av Arnbjørn Ó. Dalsgarð Norðurlendskar barnabókmentir skulu fram í ljósið, og barnabókahøvundar í Norðurlondum skulu hava betri kor at virka [...] kir barnabókahøvundar komu fram til á fundi í Göteborg í dag, har eitt nýtt norðurlendskt ráð fyri barnabókahøvundar varð sett á stovn. Barnabókahøvundar í Norðurlondum hava ikki havt nakað norðurlendskt [...] øðrum. Tí tók deildin hjá barnabókahøvundum í Sveriges Författarförbund stig til ein fund fyri norðurlendskar barnabókahøvundar mikudagin 26. september, við tí í hyggju at vita, um grundarlag var fyri at
løgfrøðisligari lýsing av føroyskari vinnulóggávu. Í fororðunum í bókini hevur fyrrverandi landsdómari Jens Lunøe, sum hevur drúgvar royndir í Føroyum, greitt frá tørvinum fyri løgfrøðisligari lýsing av [...] Føroyar og umheimin, eitt nú í sambandi við eina komandi oljuvinnu, økir um tørvin at greiða útlendskum vinnufyritøkum frá løgfrøðisligu karmunum fyri vinnuvirksemi í Føroyum, soleiðis at útlendsku vinn [...] telefonverkið, el-verkið). Í brotinum um føroysku politisku skipanina lýsa rithøvundarnir eisini føroysku ríkisrættarligu støðuna sum hon er í dag. Bókin er uppá 216 síður og kostar kr. 375 í bókabúðunum.
Higartil eru 292 fólk deyð í ferðsluni í Føroyum, síðani fyrstu ferðsluvanlukkuna, ið kravdi mannalív, sum var tá ein bilur fór út av Varmakeldueiði 2. september í 1928. Landsstýrið hevur raðfest, at [...] eisini kenna frá flogvanlukkum. Talið av deyðum í ferðsluni er nógv minkað. Fyrstu árini við bilum í Føroyum vóru javnan álvarsligar fersðluvanlukkur. Men serliga í sjeyti- og áttatiárunum vóru nógvar vanlukkur [...] ferðsluvanlukkur. Tað hevur í nógv ár verið tosað um at seta slíka nevnd, sum kann greinar álvarsligar ferðsluvanlukkur og fáa fram vitan, sum kann forða fyri, at slíkar vanlukkur henda. Í øðrum londum kalla tey
viðhaldsfólk í Føroyum, og nú verður so langt um leingi tikið stig til at savna hesi í eitt føroyskt fjepparafelag, ið ætlandi skal fáa góðkenning frá sjálvum móðurfelagnum, Arsenal Football Club í London. [...] stovnandi aðalfundinum. Í uppskotinum til viðtøkur fyri Arsenal Føroyar verður millum annað sagt, at »allir føroyingar ella fólk búsitandi í Føroyum, sum halda við Arsenal, kunnu gerast limir í felagnum«. Somuleiðis [...] aðalfundurin verður í Manhattan í Havn, og aftaná fara fjeppararnir saman at hyggja at, hvussu Arsenal stendur seg ímóti »arvafíggindunum« úr Tottenham. Sum øll hini stóru fótbóltsfeløgini í Onglandi, hevur
føroyskt vinnulív og føroyska arbeiðsmegi í samband við avtaluna hjá Atlantic Airways, sigur Jan Mortensen. Stjórin í Vinnuhúsinum vísir á, at nú minni arbeiði er í Føroyum kann tað vera kærkomið hjá føroyskum [...] sleppa tær upp í part í risa arbeiðinum hjá Statoil í Norðurnoregi. Eitt arbeiði, ið verður mett at kosta 45 milliardir norskar krónur. Samband við Statoil Vinnuhúsið ætlar sær eisini at seta seg í samband við [...] ferðamøguleikarnir úr Føroyum gerast munandi betri, kann tað geva lata dyrnar upp fyri føroyskum fyritøkum og arbeiðsmegi. Nú er sáttmálin hjá Atlantic Airways rættuliga nýggjur, men í Vinnuhúsinum hava tey