hvat tilfar býr í spælarunum, og tað var í hesari støðuni, at KÍ reisti seg og minkaði um munin til bæði 3-1 og 3-2. Í báðum førum var tað KÍ toppskjúttin bæði í heimligu kappingini og í europeisku kappingunum [...] Síðsta bríksl hevur ljóðað í Kosovo, har KÍ í 29 hitastigum í kvøld hevur stríðst fyri at varðveita møguleikan at halda fram í Europa Conference League. Máltalvan vísir 3-2, og tað ber við sær, at kla [...] var omaná í royndum ímóti málinum. KÍ hevði níggju og heimaliðið sjey royndir á og framvið málinum. Brekkan hjá KÍ sá av álvara tung út. Heimaliðið var frammanfyri 3-0 í øllum hitanum. Tað er í slíkum umstøðum
verður hósdagin 11. august kl. 17. Á ovastevnu verða sýningarnar hesar: Fríggjadagin 12. august kl. 17 Leygardagin 13. august kl 13 Leygardagin 13. august kl. 16 Sunnudagin 14. august kl. 18 Atgongumerki [...] tekur støði í søgnini um kongsdóttrina, sum skal verða komin úr Skotlandi til Føroyar og hava búsett seg í Nólsoy. Hetta er ein sangleikur fyri stór og smá. Spælt verður á flakavirkinum, sum í løtuni verður [...] Eitt av hæddarpunktunum á ovastevnu verður framførslan av nýskrivaða sangleinkinum “Kongsdóttirin í Nólsoy”. Gunvor Reynberg, sum er hálvur føroyingur, útbúgvin sjónleikari og sum er royndur leikritahøvundi
verður eitt nýtt frítíðartilboð í Vági tikið í brúk. Talan er um Disc Golf Vágur, sum er vesturi á Eiðinum. Í eina tíð hevur verið arbeitt við eini verkætlan í Vági. Í fjør og í vár hevur Magnus Pauli West [...] avbjóðandi, stuttligt og lokkandi at spæla. Í útlondum verður disk golf vanliga spælt í skógarøki, har eitt nú trø eru forðingar. Sovorðin økir hava okur ikki í Vági, men lendi, veðrið, gamlar neysta leivdir [...] Okur í Vágs Kommunu gleðast um, at tað verða gjørd átøk av einstaklingum, sum ríka frítíðarítrivini í Vágs Kommunu. Hetta er eitt spennadi tilboð til vágbingar og til fólk sum koma at ferðast í Vági.
Film Festival (FIMFF) verður í Tórshavn í døgunum 31. august til 4. september. Hetta er 6. árið á rað at filmfestivalurin verður. Hesa ferð verður størsti parturin hildin í Norðurlandahúsinum, men eins [...] verða eisini nøkur tiltøk í Perluni og Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn. Sum nakað heilt nýtt, verður møguligt at síggja fleiri filmar á netinum heima við hús eftir festivalin. “Evnini í ár verða eitt nú inte [...] at tað kann vera gott fyri okkum at hoyra, hvat rørir seg úti í heimi og fáa íblástur uttanífrá”, sigur Nadia. Kend nøvn á skránni “Vit eru í ferð við at leggja síðstu hond á skránna og gleða okkum til at
ellivu, síðani hann fyrr í summar flutti aftur til KÍ, men í kvøld er Jóannes á beinkinum. Í síðstu viku átti Árni Frederiksberg uppleggið, tá ið KÍ við 1-0 heimasigri spældi seg víðari í Europa Conference League [...] frísparki úr høgru legði fram í brotsteigin, har Páll A. Klettskarð við høvdinum skoraði sigursmálið. Hetta var fyrsti dysturin í Europa í ár, at Árni var millum teir fyrstu ellivu. Í kvøld er Árni aftur á beinkinum [...] KÍ riggar í løtuni av álvara til at fara undir fyrra partin av avbjóðingini, sum tað er at vinna seg í fjórða umfar í Europa Conference League kappingini, har tað verður avgjørt, um klaksvíkingur fyri
Undan dystinum í 3. umfari í Uefa Europa Conference League móti Viborg í gjár, kunngjørdi B36, at leigumálið av Thor Høholt heldur fram. Tað verður ikki sagt júst hvussu leingi, men helst er talan um restina [...] B36. Thor Høholt hevur eydnast væl í verjuni, har hann hevur spælt í miðverjuni, og onkran dyst á høgra bakki. Seinastu dystirnar hevur hann spælt sum ein av trimum í eini trímansverju. B36 hevur eisini [...] - Thor Høholt hevur verið sannur fongur í verjuni hjá okkum, síðani hann undan kappingarbyrjan varð læntur frá Lyngby. Upprunaliga gekk leiguavtalan út 1. august, men Lyngby og B36 komu sunnudagin ásamt
Harvið hevur USA gjørt sítt til, at Svøríki og Finland kunna limast inn í NATO. Í undanfarna mánaði skrivaðu øll 30 limalondini í verjusamgonguni undir skjalprógvini, ið lata Finland og Svøríki blíva partur [...] partur av NATO. Eftirfylgjandi skal hvørt einstakt limaland viðurkenna sína avgerð í teirra lóggávutingi.
Í dag, hósdagin 4. august, fyllur Betta Eið í Hvalba, 100 ár. Hon býr á Sambýlinum í Hvalba, men í dýrdarveðrinum í dag helt hon stóran føðingardag í eini fullsettari Roynhøll, við smurdum breyði, kaku [...] og í húsinum var telefonstøð, krambúð og sjúkrakassi, umframt at pápin stóð fyri fiskaarbeiði. Sekstan ára gomul fór hon til Vágs í húspláss og har hitti hon Porkenningin, Fritz og tey giftust í 1947 [...] felagssangi og røðum. Nú Betta fyllir 100, er hon í einum lítlum skara, sum næstan kann teljast á aðrari hondini, segði Sólvit Nolsø, landsstýrismaður í almannamálum, tá ið hann, vegna Føroya Landsstýri
ið HB og KÍ spæla. Í triðja umfari vann KÍ 2-1 ímóti HB á útivølli, og tá ið liðini hittuast í Klaksvík í áttanda umfari, var úrslitið 1-1. Síðani tá hevur HB vunnið fulla úrtøku í øllum fýra dystunum [...] við 23 stigum. EBS/Skála hevur spælt 12 dystir. Í kvøld er talan um framskundaðan dyst frá 15. umfari. Hinir dystirnir í tí umfarinum verða spældir 21. august – NSÍ – EBS/Skála, Víkingur – B36 og TB/FCS/Royn [...] Klokkan 19 í kvøld verður fyrsta bríksl í Gundadali, har tað verður toppdystur. KÍ, sum hevur spælt 13 dystir, er oddalið við 30 stigum, og HB, sum hevur spælt 12 dystir, er næstfremst við 25 stigum. Tað
Í kvøld klokkan 19 spælir KÍ fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa Conference League. Dysturin er á útivølli í Kosovo móti Ballkani. Returdysturin verður leiktur á Tórsvølli hóskvøldið 11. august [...] Viborg vóru risafavorittar at vinna á B36, so er ikki talan um somu støðu hjá Ballkani, ið tekur móti KÍ í kvøld. 17 altjóða veddingarfyritøkur, ið geva odds upp á dystin millum Ballkani og KÍ hava bert eina