morgun er liggjandi kavi, men tað er lítið, ið bendir á, at tað verða eini hvít jól. Harafturímóti er sannlíkt, at tað verður vindur og regn, ið fer at seta sín dám á jólahøgtíðina. Veðrið í dag. Dagurin byrjar [...] toran gongur. Hitin fer at liggja millum frostmarkið og fimm stig. Veðrið í morgin, tollaksmessudag. Upp í skrið av suðri og landsynningi, 13-18 m/s. Samdrigið og regn, hitin fer at liggja millum sjey og [...] Vindurin veksur upp í skrið ella storm seinni, 20-25 m/s. Samdrigið og regn ella ælaveður. Hitin fer at liggja millum tvey og fimm stig. Veðrið jólaaftan. Upp í skrið ella storm av vestri, 20-25 m/s, sum
Angela Merkel, samveldiskanslari, sigur í dag, at tey mugu ganga útfrá, at talan er um eina yvirgangsatsókn. Eisini ger hon viðmerkingar til upplýsingarnar um, at tann mistonkti er ein 23 ára gamal flótti úr [...] serliga svárt hjá okkum, um tað verður vátta, at tann, ið framdi hesa illgerðina, er ein, ið hevur biðið um vernd og friðskjól í Týsklandi, sigur Merkel, ið lovar, at viðkomandi undir øllum umstøðum verður revsaður [...] kropsliga, men tað er eingin ivi um, at slíkar hendingar ávirka allar týskarar og fólk í týsklandi í dag, sigur hann við Rás 2. Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Brand Mortensen Nolsøe
vísir á, at tey hava altíð gás jólaaftan. Hann heldur, at gásin er flottasti fuglur, sum er til, og smakkurin ber av øllum. - Annan av hinum døgunum verður ræst kjøt og súpan. Løgtingsmaðurin sigur, at honum [...] løgtingsmaður. Hann vísir á, at hvørki abbasynir ella abbadøtur eru saman við teimum í ár, men tað verður øðrvísi næstu jól. - Miðlingurin og konan gleða okkum hinvegin við at verða komin heim á jólum, sigur [...] honum dámar væl at keypa jólagávur. Nakrar vórðu keyptar saman við eitt nú yngstu abbadóttrini í Danmark fyrst í november. Hinar eru keyptar so við og við - og hin seinasta til konuna tollaksmessudag. Veðrið
av skeljadjórum og tara. Partur av verkætlanini er at menna nýggja útgerð, sum skal roynast á alibrúkum í Føroyum. Á Fiskaaling vita tey at siga, at tað er Granskingarstovnurin IRIS í Stavanger, sum hevur [...] kemur eginfígging og aðrar atknýttar verkætlanir. Lagt verður aftrat, at tað verður Gunnvør á Norði, granskari á Fiskaaling, sum kemur at samskipa virksemið í Føroyum. [...] m partur av einum nýggjum Nordic Centre of Excellence, nevnt SUREAQUA, sum NordForsk hevur avgjørt at seta á stovn. Vinnufeløg eru týðandi partur av samstarvinum, og føroysku vinnufyritøkurnar, sum luttaka
ímóti Neistanum. StÍF var noytt at vinna stig fyri at hava møguleika at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, men neistakvinnur vunnu greiðan útisigur. Bert trý lið eru at finna í bólki 1 hjá kvinnum. Sunnudagin [...] dysturin fráleið, og endin var tann, at Neistin vann heili 32-18. Úrslitið gevur hesa stigatalvuna í bólki 1: 1. Neistin 2 stig 2. VÍF 2 stig 3. StÍF 0 stig Hetta merkir, at bæði Neistin og VÍF hava tryggjað [...] til brots í dysti, sum endaði 26-19 til VÍF. Tí høvdu strandingar knívin á barkanum og vóru noyddir at vinna sær stig í kvøldsins dysti, um víðari luttøka skuldi vera møgulig. Tað var tó ongantíð nakar
út, tí at Ryan Mason hevði kraga um hálsin, umframt eitt tól at geva honum ilt við. Ryan Mason fór beinleiðis á sjúkrahúsið eftir dystin, har tað leingi ljóðaði at hann var í lívsvanda, av tí at hann bæði [...] Men í kvøld hevur Hull víst aftur, at Ryan Mason er í lívsvanda. Í tíðindaskrivi sum Hull City hevur sent út í kvøld, skrivar felagið. - Felagið Hull City kann boða frá at Hull leikarin, Ryan Mason, fekk [...] nú er skurðviðgjørdur. - Ryan er nú í einari stabilari støðu og er ikki í lívsvanda. Tað er væntandi at hann verður liggjandi á sjúkrahúsinum teir komandi dagarnar, har teir hava eftirlit við honum. Støðan
var, at KT-felagið í desember tók stig til at skipa fyri einum væleydnaðum #rita1tíma tiltaki í 3.-6. flokki á ymiskum skúlum í Havn. KT-felagið, ið er felagið hjá KT-fyritøkunum í Føroyum, ætlar, at øll [...] skeiði fyri børn og ung. Endamálið við skeiðinum var at kveikja áhugan fyri forritan, vísa á møguleikarnar og menna grundleggjandi førleikarnar at forrita. Ólavur Ellefsen frá Tökni, Eyðun Eli Jacobsen [...] lærdu at forrita bæði á teldu og á pappíri. Á teldunum royndu næmingarnir seg í fyrstu atløgu inni á code.org, og seinni var farið víðari til onnur forritanarlæringsamboð, har høvi millum annað var at gera
Silva Braga, ið koma at verða knýtt at ávikavist U15 og U19-landsliðunum. Jan Mølvad Laursen er venjari hjá U17-gentunum, og har verður tað Jógvan Martin Olsen, sum í fyrsta umfari fer at virka sum hjálparvenjari [...] Anju Rein um at taka sær av uppgávunum sum hjálparvenjarar hjá nøkrum av yngru landsliðunum Sum áður fráboðað, og í trá við heildarætlanina við fótbóltsmennarunum, er ætlanin framyvir at seta hjálparvenjarar [...] hjálparvenjararnir í fyrsta umfari settir eftir tørvi. Nakrar avtalur eru nú gjørdar, sum knýtir hesar at ymsu landsliðunum og teirra virksemi fram til summarfrítíðina. Hjá dreingjum verður Egil á Bø hjál
Felags fyri báðar dagsins hálvfinalur er, at heimaliðini hava leiðslur at innheinta. VÍF tapti mikukvøldið 29-26 í Hoyvíkshøllini og hevur tískil trý mál at innheinta. Hetta eru fremstu liðini í land [...] fýra mál at hála inn, tí mikukvøldið endaði fyrra hálvfinalan ímóti neistamonnum 28-24 til Neistan. Í fjør, tá ið somu liðini hittust í hálvfinaluni, prógvaðu neistamenn, at tað ber væl til at innheinta [...] innheinta eina slíka leiðslu, tí tá vann Neistin seinna hálvfinaludystin við heili átta málum eftir at hava tapt við fýra málum í fyrru hálvfinaluni. Sostatt er onki avgjørt hjá monnunum enn, hóast útiliðini bæði
At tað er gravgangur eftir at sleppa við nýggjasta uppsjóvarskipinum í flotanum, »Hoyvík«, hevur Hans Andreas Kelduberg, reiðari, sannað, síðani tíðindi bórust um nýggja skipið á in.fo týsdagin. – Her [...] Her hevur verið øðiligur áhugi at sleppa við. Fyri at siga tað akkurát sum tað er, so hava fleiri hundrað mans biðið sær kjans, sigur Hans Andreas Kelduberg. – Hetta er nakað heilt annað, enn tá vit skulu [...] n. – Skipið er púra klárt at fara til fiskiskap, og vit hava tikið allar makrelgreiðurnar umborð í Noreg, sigur Hans Andreas Kelduberg. Avtalan við norsku seljararnar er, at skipið verður handað nýggju