tá tú gert dokumentarfilmar, har ein ofta skal vera bæði framman og aftanfyri upptøkutólið í senn. Tú kanst byrja við eini fínari ætlan um, hvat tú vilt hava burturúr í síðsta enda, men tú hevur onga [...] úrslitið, men hevur tú lagt navn til, skalt tú bera ábyrgdina fyri partin hjá øllum viðspælarunum. Hetta ómetaliga dirvið hevur Gulla Øregaard havt. Hon tók fyri næstan tveimum árum síðan stig til at fara undir [...] avanseraða útgerð og nógv fólk til tað tøkniliga heilt frá fyrsta degi. Nógvar ressursur skulu fáast til vega, og tað er púra víst, at nógv er ikki tøkt til slíkt í Føroyum. Tú mást ganga eyðmýkjandi 'bid
Tíverri. Um tú fer at lesa, fær tú útbúgvingarstuðul, og so er tú ikki longur í skipanini hjá okkum." Tann stuðulin røkkur til eitt kjallarakamar í Havn, havragreyt til døgurða og blandað bomm til børnini [...] noyðast at umsita eina pillbýtta lóg, har tú bara hevur rættindi so leingi tú situr still á básinum sum eitur ?neyðars einliga mamma sum onga útbúgving hevur"? Eg havi so aldrin sæð eitt mótmæli í bløðunum [...] ?Í flogfarinum fær tú jú at vita, at tú skal seta grímuna á teg sjálva, áðrenn tú fer at hjálpa børnunum." Hesa myndina brúkti ein ung íslendsk mamma at tveimum børnum, tá hon í einum vikublað greiddi
Alternativið verður at útseta alt til um døgurðatíð og hittast í SMS! (áh nei!) ella onkrum pizzaria (hvør tímir tað?) ella Hafnia (hvør hevur ráð?). Møguleikin er sjálvandi til staðar, at onkur annar tekur [...] og Jack Kampmann. Síðani tíðarinnar morgun, ella onkuntíð tá, hevur tað sæð út soleiðis, í hvussu so er hava broytingarnar verið so smáar, at tú ikki hevur meira enn varnast tær. Allarhelst gekk omma her [...] veðrið sólskinsdagar, ella tekur kaffimunnin út við tær og setir teg á Ebenezertrappuna. Alt ber til. Her er onki múlatrútni, um tú situr og lesir avísir og sussar í ein tíma ella báðar tveir og bara fær
er beinleiðis ræðuligt at búgva. Tí tað ber ikki til at koyra til Havnar. Kennir tú lagnutunga ljómin í orðunum? Tað - ber - ikki - til - at - koyra - til - Havnar. Tá tunnilin undir Vestmannasund var byrjaður [...] Tá er tað Sandoynni, tað ikki ber til at búgva í - tí ongin vegur er til Havnar. Jamen, so vita vit hvat er tað týdningarmikla í lívinum hjá einum føroyingi. At koyra til Havnar! [...] Og spurdi tú teir, hvat var so gott við Klaksvíkini, kundu teir heilt vist reksa upp alt møguligt - vinnulív, fjøll, tónleikalív, dygdirnar í klaksvíksku fólkasálini.. ja, yvirhøvur kundi tú fáa eina fatan
so skalt tú eisini ansa eftir, at tú ikki koyrir ov skjótt ella seint, ikki pressar motorin, at brennievni er á, at tú ikki hongur á koblingini, at ljósini nú eru røtt til røttu umstøðurnar. Tú skalt práta [...] nógva tíð tú sparir, í mun til hvussu nógva tíð tú nýtir til at 1) vinna tær pening at hava ráð til bilin 2) at taka tær av bilinum (viðlíkahald, eftirlit...) 3) at bíða í trafikkproppum 4) at finna parke [...] ringa heilsu av at sita ov nógv í bili. 5) Fólk høvdu prátað meira saman ella lisið fleiri bøkur, tí tað ber væl til í bussum, tá tú ikki noyðist at vera 200 % konsentreraður um at koyra. 6) Sunnudag kundu
at sita heima uttan løn, ella noyðast at draga elskulingin aftaná sær til arbeiðis, er so ein onnur søga! Hvat er rangt og rætt viðvíkjandi hesum verkfallinum, hvørki skal eg ella kann eg gera meg klókan [...] klókan uppá, tí eg veit heilt erligt ikki, hvat vinnulívið hevur ráð til ella ei, men tað undrar meg eitt sindur, at einki hoyrist frá teimum faklærdu um verandi lønartrætuna á privata arbeiðsmarknaðinum. Kanska [...] náttúruni. Kring landið gera næmingar á miðnámsskúlunum og í framhaldsdeildini seg til at prógva, hvat teir hava lært, tí framtíðarvánirnar eru heftar at teim úrslitum, sum eru komin undir land (innandura)
hava fingið prentað niður í seg, at teir duga ikki mál! Hvør kann duga nakað, tú frá barnsbeini hevur fingið at vita, at tú ikki dugir! Altso kann ein fordómur hava ávirkan á málkunnleikanum hjá einum heilum [...] harafturímóti sera væl). Men í roynd og veru hevur hetta onki at gera við eginleikan hjá franskmonnum at læra, men við fronsku skúlaskipanina. Málundirvísingin hevur gjøgnumgangandi verið ófullkomin og oftast [...] tosa enskt, hvat er rættiliga langt frá sannleikanum. (Sigast skal kortini, at yngra ættarliðið nú tosar væl betur onnur mál, og at undirvísingin man vera væl batnað.) Men høvuðsorsøkin til, at teir ikki
neyvt svar uppá henda spurning. Nógv gita sær bara til eitt tal. Eg havi hoyrt gitingar frá umleið 20.000 upp til yvir hundrað túsund. Men tað er ikki til at vita. 20.000 ljóðar nakað lágt, tí longu í trýssunum [...] Tosar tú við føroyingar í Føroyum, kunnu so gott sum øll nevna, at tey hava famlju uttanlands serliga í Danmark. Tosar tú við danir um føroyingar, kenna næstan allir onkran føroying frá einum ella øðrum [...] føroyingar til, enn vit vanliga ímynda okkum. Og hvussu kenna øll hesi fólkini sítt tilknýti til Føroyar? Hugsa sær, um tað nú er rætt, at fleiri føroyingar búgva uttanlands enn í sjálvum Føroyum. Hvat merkir
Norðoyingar ella skálafjarðafólk? Sandingar? Suðringar? Fólk á útoyggj? Og hvat er at rópa um? ? Undirstøðukervið? Ókey, men so er spurningurin, hvat vigar meiri? Frekvensur ella prísur? ? Um tú sleppur til Havnar [...] Havnar til handils 400 ferðir um vikuna (um tú vilt gjalda fyri tað) má vera meiri áhugavert enn bert at sleppa 16x5+13+14=107 ferð, ella hvat? Og var ikki okkurt við einum eykaskipi eisini? Hvussu verður [...] ilin kemur, og tær 13x5+2x11=87 ferðirnar verða óavmarkaðar, skulu vit tá ígjøgnum sama rokið, ella hevur vágatunnilin tá skapt presedens? ? Og hvussu við teimum kilometrunum tunnilin verður longri, tí
leingist eg heim til Føroya, og tá eg eri heima, leingist eg niður - tó sjáldan líka nógv sum upp til Føroya, men kortini... Heima siga fólk onkuntíð við meg, at eg eri blivin ?so donsk", hvat tað so enn merkir [...] Fólkið í Føroyum er eitt so deiligt fólk. Tú hittir ikki fittari nakrastaðni, haldi eg, men kanska haldi eg tað bara, tí vit hava tað til felags, at vit eru føroyingar, og vit tosa føroyskt - og tí skilja [...] merkir. Eg havi búð niðri í 20 ár. Tað má hava sína ávirkan, um ein vil tað ella ei. Men niðri eri eg kortini ikki nóg donsk til at vera kallað dani. Har síggja tey meg sum útlending. Eg kann ikki rýma frá