ovfarnan av tíðindunum í blaðnum. Hann sigur, at umboð fyri Select hava verið í India fyri kortum, og tey fingu ta uppfatan, at alt var, sum tað eigur at vera, sigur hann. [...] Bretska blaðið The Observer sigur seg hava avdúkað, at nakrar seymistovur í indiska høvuðsstaðnum New Dehli noyða børn at seyma klæðir, sum verða seld í bretskum klædnahandlum. Blaðið sigur seg hava funnið
Hizbollah seinasta summar. Nú svarar hann atfinningunum við at geva herinum skyldina. Olmert sigur, at hann fekk greitt at vita frá herinum, at tað var ikki tað átak, sum herurin ikki megnaði, og hesum trúði [...] trúði eg sjálvandi, sigur Olmert. Men herurin megnaði ikki uppgávuna, og tí er tað hann, sum eigur at fáa ákoyringarnar nú og ikki forsætisráðharrin ella stjórnin, heldur forsætisráðharrin. Generalurin
u í Turkalandi, men so var ikki. Boðini frá læknanum í dag vóru tey, at talan er um eina veskusamling, sum fer at forða honum í at spæla í okkurt um ein mánað. Harmiligt fyri føroyska spælaran, men tað [...] bert nøkur fá ár síðani, at Jón Rói, sum tá var í Brøndby, fekk ein álvarsligan krossbandsskaða, sum helt honum burturi frá fótbóltinum í okkurt um eitt ár. Fleiri bóru ótta fyri, at tað var sami skaði, ið
Fuglafirði segði sangarin í bólkinum Lau, at okkurt fór at spyrjast buturúr fundinum við umboðsmannin, men at hann ikki kundi siga nakað enn, fyribils sær tað út til, at hesin møguleiki er komin í lag á fundinum [...] Nýggjasta fløgan hjá Carpark North verður í næstum útgivin í Týsklandi, og bólkurin arbeiðir í løtuni við at vinna inn á henda markna. Tí er hetta ein stórur møguleiki.
ar á, at Jens Stoltenberg fer at loysa Kjell Magna Bondevik av í starvinum sum norskur forsætisráðharri aftan á valið tann 12. september. Nýggjasta veljarakanningin, sum kom í gjár, vísir tó, at munurin [...] minkaður í seinastuni. Arbeiðaraflokkurin hjá Jens Stoltenberg hevur framvegis framgongd, men av tí at Sosialistiski Vinstraflokkurin hevði afturgongd, tódnaði munurin. Tað avgerandi tykist verða, um tann [...] kemur í Stórtingið aftan á valið. Veljarakanningin í gjár gav flokkinum 3,6 prosent. Minstamarkið fyri at fáa umboð á ting er 4,0 prosent.
Dalur: Vit tosaðu við tey og spurdu hvat tey plagdu at gera í fríkorterinum. Tey søgdu at tey plagdu at hoppa band, krita, súkkla, tekna og nógv annað. So sjálvt um tey bara eru 4 børn so hugna tey sær [...] sær allíkavæl. Vit høvdu eisini eitt prát við lærarinnuna, og hon segði, at tað hava eisini verið minni enn bara fimm børn, og at tað onkutíð hava verið tvær gentur. Øll børnini hava somu stovu, frá fyrsta
verðuliga kann farast í gongd við at útbyggja Vága Floghavn. Á aðalfundinum greiddi nevndin landsstýriskvinnuni frá, at nevndin er tilreiðar at fara til verka, og at nevndin metir, at lógaruppskotið, sum varð sent
fyri stuðulin. -Vit fara at bøta um tað, sum vit hava gjørt rætt, og broyta tað, sum vit hava gjørt skeivt tey seinastu fýra árini, segði Zapatero í takkarrøðuni. Men hann noyðist at fáa stuðul frá teimum [...] tjóðskaparmonnunum í katalanska flokkinum CiU fyri at fáa meiriluta í tjóðartinginum. Tað kunnu blíva truplar samráðingar, tí CiU fer uttan iva at krevja størri katalanskt sjálvræði afturfyri. [...] Alt bendir á, at sosialistiska stjórnin í Spania verður sitandi aftan á valið í gjár Sosialistaflokkurin PSOE vann valið, og José Luis Rodriguez Zapatero, floksformaður og forsætisráðharri, takkaði í nátt
nýtslu í summar, verður felag stovnað, sum í breiðastu merking fer at virka fyri hesum. Í tíðindaskrivi siga fyrireikararnir, at ætlanin er, at serligur dentur verður lagdur á barna- og ungdómsvenjing á bana [...] er eisini at virka fyri úrvalsíðkarum og fáa landsliðsumboð við á komandi Oyggjaleikir. Alt er tó treytað av áhugað og undirtøku, og seglini verða sett hareftir, so spennandi verður, hvat fer at spyrjast
Landsstýrismaðurin fer at hava andakt í aftankvirruni í dómkirkjuni, sum byrjar klokkan 21 í kvøld Fiski- og tilfeingismálaráðharrin verður at hoyra í dómkirkjuni í Havn í kvøld. Aftankvirrur hava verið [...] vetur. Ein verður í kvøld. Tá fer Torbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, at hava andakt. Aftankvirran byrjar klokkan 21, og Torbjørn fer at røða klokkan umleið 22.30. Frá klokkan 21 verður friðarligur tónleikur [...] givin áhoyrarunum til umhugsunar og reflektión. Eftir andaktina fara Martin Joensen og Eyðun B. Hansen at syngja og spæla um timburmannin úr Nazareth. Martin Joensen eigur bæði orð og lag.