Tað er Marita Petersen. Og í gjár varð málningur avdúkaður á Christiansborg, har Marita, sála, er avmyndað, sum ein av 30 týðandi kvinnum í politikki í ríkinum. Listakvinnan Mie Mørkeberg hevur málað henda [...] henda flotta og litríka málningin. Marita Petersen var okkara fyrsta og einasta løgkvinna. Hon var okkara fyrsta løgtingsforkvinna og okkara fyrsta forkvinna í Javnaðarflokkinum. Hon tók við sum løgkvinna [...] um, at hon bæði tann dagin, og nógvar dagar og ár seinni, hevur slóðað fyri kvinnum í tingsalinum. Marita Petersen var ein fyrimynd fyri nógvar kvinnur. Tað er hon enn í dag. Og fyrimyndir hava stóran týdning