Elsta fólk í Danmark, Karin Elly Hansen, er deyð 109 ár og fýra mánmaðir gomul. Karin Elly Hansen, sum búði í egnari íbúð í Gentofte norðan fyri Keypmannahavn, var ættað úr Brønshøj. Hon var gift og átti [...] vera av tilvild. Hagtølini vísa, at støðugt fleiri danir fara upp um tey 100 árini. Tann 1. januar í ár vóru 889 danir, sum vóru 100 ár ella meiri. Harafturímóti er tað sjáldsamt, at nakar røkkur teimum
Í Turkalandi hava bjargingarlið bjargað teirri 14 dagar gomlu Azra undan einum húsum, sum rapaðu í jarðskjálvtanum sunnudagin. Gentan hevði tá ligið 46 tímar undir húsaleivdunum í býnum Ercis, men sambært [...] mamma hennara er eisini á lívi, og at bjargingarfólk royna nú at bjarga henni undan húsaleivdunum. Fyrr í dag eydnaðist tað at bjarga einari kvinnu og tveimum børnum undan einum rapaðum húsum. Kvinnan er við [...] við barn. Samstundis hava teir turkisku myndugleikarnir kunngjørt, at higartil eru 366 fólk funnin deyð aftan á jarðskjálvtan. Umleið 1.300 fólk hava fingið skaða.
smittutølini í landinum hava verið veksandi seinastu dagarnar. Í dag lógu 34 sjúklingar á norskum sjúkrahúsum við koronu. Tað er fýra sjúklingar færri enn í gjár, mánadagin. Higartil eru 790 fólk deyð av - ella [...] ella við - koronu í Noregi, síðan farsóttin tók seg upp.
Í farnu viku vórðu mamma og beiggi Jennifer Hudson funnin deyð í heimi teirra. Amerikanska løgreglan er farin undir kanningararbeiðið av, hvat er farið fram í húsinum. Tey siga frá, at tað sær út til, [...] Magazine: - Eg kann ikki gera nakrar viðmerkingar beint nú og familjan vil gjarna vera fyri seg sjálvan í hesu ringu stund. Løgreglan hevur avhoyrt fleiri, men higartil er eingin ákærdur fyri nakað.
Seinastu 15 árini eru sjey børn í ES-londum deyð, eftir at tey hava roynt at svølgja leikur av hesum slagi. Í Svøríki heldur brúkararáðið eisini, at neyðugt er við einum forboði, og í USA eru framleiðslur sum [...] forboðin. Tað er italska fyritøkan Ferrero, sum framleiðir Kinder-eggini, sum eisini eru at fáa til keyps í Føroyum.
hava russar lopið á Ukraina við dronum. Ukrainska loftverjan sigur í morgun, at tey í nátt hava skotið niður 16 dronur, sum eru framleiddar í Iran. - Russar lupu á við 17 Shahed-136/131 álopsdronum, sum komu [...] at skjóta tær 16 niður. Tíðindastovan NTB veit at siga, at enn er einki frætt úr Ukraina um deyð ella særd í álopunum. Ukraina hevur verið fyri fleiri russiskum álopum seinastu næturnar, og eitt nú hevur
landgongd longur norðuri, í Aurora-økinum, og fer væntandi at halda fram norðanfyri. Tað er sættu ferð í mánað, at Filipsoyggjarnar eru raktar av ódnarveðri. Í minsta lagi 163 fólk eru deyð og fleiri túsund hava [...] Veðurstovan hevur ávarað um vatnflóð, skriðulop og risa aldu í sambandi við ódnina. Meira enn 1,2 milliónir fólk eru farin úr húsum sínum, áðrenn ódnin kemur. Man-yi hevur eina vindferð upp á 185 kilometrar
umleið 200 skógareldar eru í løtuni, sambært Ritzau. Dagurin í dag hevur verið heitari enn vanliga, og vindurin hevur verið kraftigur. Myndugleikarnir í Australia meta, at dagurin í dag hevur verið hin ringasti [...] Í Australia herja ógvusligir skógareldar, sum seinastu mánaðirnar hava havt oyðileggjandi avleiðingar fyri bæði djór og menniskju. Støðan er serliga ring í statunum New South Wales og Victoria, har umleið [...] hesa sesongina. Umleið 36.000 kvadratkilometrar eru brendir burtur í New South Wales, meðan 7.800 kvadratkilometrar eru oyðilagdir í Victoria. Tilsamans svarar tað til meira enn víddina á øllum Danmark
Ein bilbumba sprongdist við ein vælumtókan íshandil í miðbúnum í Bagdad eftir dagsetur nú fastimánaður er í sambandi við ramadanin Tíggju fólk eru deyð, og 22 onnur eru særd. Tað skrivar AP tíðindastovan [...] sólsetur í ein mánað. Tá sólin setur, vera matstour og kaffistovur í irakska høvuðstaðnum tí skjótt fullar av fólki. Myndugleikarnir upplýsa, at bumban var málrættað vælumtókta íshandlinum í miðbýnum í Bagdad [...] var løgd í ein parkeraðan bil, greiða embætismenn, sum vilja vera dulnevndir, frá. Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina av álopinum. Islamiskur statur (IS) hevur fyrr gjørt líknandi álop. Í fjør legði
Ein maður í býnum Arnstein í týska landslutinum Bayern fór í morgun at leita eftir døttrini og soninum, sum skuldu hugna sær saman við vinfólki og gista í einum úthúsi. Maðurin hevði einki hoyrt frá børnunum [...] børnunum í morgun og fór tí at vita, hvussu støðan var. Hann kom fram á eina ræðuliga sjón, tí í skúrinum lógu seks ungfólk lívleys. Ungfólkini vóru í aldrinum 18 og 19 ár. Tey høvdu verið í veitslu og [...] og skuldu síðani gista í skúrinum. Enn er ikki staðfest, hví ungfólkini eru deyð, men ein møguliga orsøk er sambært løgregluni, at tey hava fingið kolsúrniseitran, tí tey høvdu hitað seg við einum brenniovni