hevur leigað húsini og hildið til har við skeinkistaðnum Taboo. Týsdagin vóru lásini skift, og síðani er Remy á Kamarinum ikki sloppin inn í bygningin, og hann hevur heldur ikki fingið sínar ognarlutir úr [...] Í leigusáttmálanum stendur, at leigarin kundi nýta húsini til matstað, barr, dans og annað í hesum sambandi – og at húsini ikki kundu nýtast til annað endamál uttan skrivligt loyvi frá eigaranum. Men staðfest [...] fyri, at húsini ikki einans eru nýtt til tað virksemið, sum er tilskilað í leigusáttmálanum. Tí kann HVT siga sáttmálan upp. - Vit gleða okkum at fara undir arbeiðið, sum vónandi verður til gleði og gagns
royndir innanfyri málrammurnar hjá mótstøðuliðnum. Sostatt hava Áki og liðfelagarnir til góðar at skjóta fyrsta málið og fáa til høldar fyrsta stigið í kappingini. Sunnudagin 13. apríl spælir Ranheim dyst í norsku [...] ein dystur Ranheim burdi vunnið, men í fótbólti er einki givið. Høvið at fáa mál og ein sigur er tó ikki nógv betur.
Russiska álopið rakti býin, Kryvyj Rih, í gjár, og bjargingararbeiðið varð ikki liðugt fyrr enn út á náttina. Kryvyj Rih er heimbýurin hjá ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj. Ukrainski herurin heldur [...] Rih, Oleksandr Vilkul, sigur sambært Verdens Gang, at býurin er lýstur at verða í sorg frá mánadegi til mikudag komandi. - Álop á íbúðarøki, spælipláss, børn, familjur og eldri. Hetta er einki minni enn [...] løstað. Guvernørurin í Dnipropetrovsk-regiónini, Serhij Lysak, sigur, at hetta er ein pína, sum tú ikki ynskir tínum ringasta fígginda. ##med2## Ukrainska verjan leggur eisini Russland undir at spjaða lygnir
í kvøld vunnið næstbestu deildina. Men soleiðis gekk tað ikki. Aarhus vann dystin sera tepurt 29-28. Jesper Meinby skoraði upp á brotskast til 29-28 við 48 sekundum eftir á klokkuni. Tíverri fyri Skive [...] stigum. Og teir koma at enda á sjeynda plássinum. FIF hevur fimm stig upp til Tønder á sætta plássinum, og teir hava seks stig niður til Rækker Mølle á áttanda plássinum. Í morgin klokkan 14 spæla Pauli Mittún [...] uttan Peter Krogh eru í einum gróthørðum stríði um at vinna deildina, og harvið beinleiðis uppflyting til bestu hondbóltsdeildina. Í kvøld vann Aarhus ellinta sigurin á rað. Men í kvøld gekk tað akkurát. Aarhus
av neyðugum infrakervi til umsiting, røkt, skúlaskap, heilsu og samferðslu kring allar Føroyar. Tjóðveldi skal hvønn dag stremba eftir og arbeiða fyri, at flokkurin ikki verður til at koma uttan um í komandi [...] og námsfrøðiøkinum. • løn undir útbúgving á Heilsuskúlanum nú kemur. • barsilsskipanin er broytt til tað betra. • hjálparpakkar eru veittir. • pensjónir og veitingar eru hækkað. • mál eru um at lækka [...] komandi samgongum. Til hetta krevst, at flokkurin veksur, at vit hava eina breidd í flokkinum, og at vit samstarva væl við allar flokkar. Samtykt á flokstingi í Klaksvík 5. apríl 2025.
út tíðindi og leysasøgur, sum kanska ikki altíð eru sannar. Flest øll kenna til hetta so ella so. Starlight byrjaði í seinnu helvt av sjeytiárunum, og spældi nógv til dans kring landið í sjeyti- og áttatiárunum [...] hevur havt ein dreym um at geva tónleik út síðani byrjan, og loksins eftir 40-45 ár er hetta blivið til veruleika. Herfyri kom út sangurin "Knáir gamlir menn", sum hevur verið sera væl móttikin og er nógv [...] Hansen, sang Sámal Samuelsen, trummur Kári Lisberg, bass Jóhan Martin Jacobsen, el-guitarar Leinkja til nýggja sangin “Rótasúpan” á Spotify og Youtube er her: https://open.spotify.com/album/7xjTZdyKfY14
dreymurin um triðja plássið brast, tí AGF vann dystin 19-18. Tá AGF skoraði til 19-18 vóru 57 sekund eftir av dystinum, men tað eydnaðist ikki Ajax at javna. Vár skoraði tvey mál í dagsins dysti. Í tøttu kapprenningini [...] leikti HØJ javnleik 32-32 (17-15) móti Gudme. Marita skoraði trý mál í dagsins dysti. HØJ rakk akkurát ikki 40 stigum. Tær endaðu á 39 stigum fyri 22 dystir, heili 10 stig frammanfyri nummar tvey, Holstebro
Sjeynda plássið gevur rætt til at spæla Play Off dystir um uppflyting. Tì ræður um hjá Geza og liðfeløgunum ikki at detta afturum sjeynda plássið. Grimsby hevur sjey stig upp til Walsall á triðfremsta plássinum [...] minuttir undan steðginum, og helst hevur tað gjørt sítt til, at hann var skiftur út í steðginum, tá vandin fyri einum seinna gula korti var til staðar. Kieran Green legði Grimsby á odda í 24. minutti.
fyri skrásetingargjald, men rindaðu gatt toll og mvg, hóast upp til 70.000 krónur var endurgoldið keyparanum. Tað var ikki soleiðis, at einki kom í landskassan frá elbilum. Men nú, tá ið elbilarnir [...] smáu elbilarnar fyri lægri prís. Hetta er ikki broytt í grannalondum, tí gongur sølan av elbilum nógv betri har, sigur Ásfinnur Sigvardsen. Í Danmark til dømis er einki avgjald fyri bilar undir 450 [...] ligið í kortinum, at vanlig avgjøld skuldu koma á elbilar einaferð, men tað skuldi ikki ganga so skjótt, og ikki koma so brádliga. Tað skuldi henda meira líðandi, so sum tey gera aðrastaðni. Men tað
verður noyddur at gera eina broyting í hópinum til komandi uppgávu. Malena Olsen hevur fingið ein lítlan skaða at dragast við, og hon verður ikki nóg birg til landsliðsfótbólt longu týsdagin. Í staðin hevur [...] hevur 3, meðan Gibraltar framvegis hevur fyrsta stigið til góðar. Atgongumerki til UEFA Nations League dystin millum Føroyar og Gibraltar fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo, og á atgongumerki.fo. [...] FSF skrivar soleiðis í dag: Malena Olsen verður ikki tøk til dystin ímóti Gibraltar týsdagin. Í staðin hevur venjarin, Pætur Smith Clementsen sent boð eftir Mariu Vinjardsdóttir Johansen úr KÍ. Eftir tryggan