eina møguliga anneksión, var svarið, at hann "heldur, at tað fer at henda." Útsøgnin var tann seinasta í eini røð av útsøgnum, har Trump hevur sagt, at hann heldur, at ræðið á Grønlandi er týdningarmikið [...] luttøku. Ein kvinna, sum hevur búð í Nuuk í 40 ár, sigur við DR, at hon hevur ongantíð áður sæð so nógv fólk savnað saman. TV 2 skrivar, at amerikanska konsulátið hevði tikið amerikanska flaggið av konsulátinum [...] fløgg eftir í kavanum í staðin. Mótmælisgongurnar henda í kjalarvørrinum av, at amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur sagt, at hann trýr uppá eina amerikanska hertøku av Grønlandi. Trump brúkti sjálvur
fjør, tá ið teir í stórum stíli vunnu FM heitið. Og úrslitið ber boð um, at NSÍ av álvara eigur at verða roknað millum tey, sum fara at kappast um FM og heiðursmerkini. Saman við KÍ og HB hevur NSÍ eftir tvey [...] málinum og við høvdinum setti bóltin í málið. So royndi heimaliðið at spenna álopsbogan, og tað vóru fleiri støður, uttan at tað eydnaðist at skora. Heldur var tað NSÍ, sum í 90. minutti økti um munin til [...] riggar til at fara úr Sarpugerði og umvegis Gøtueið og út aftur í Heiðarnar. NSÍ hevur eftir søtan sigur í Gøtu fulla úrtøku. Úrslitið var 3-0 eftir hálvleiksstøðuna 1-0. Úrslitið ber boð um, at meistararnir
um tíðartreytaða pensjón Ov fá fáa brúkt tíðartreytaða pensjón og er pensjónin alt ov lág At seta sum treyt at tað einans eru tey, sum hava arbeitt í 50 ár eftir 16 ára aldur, sum kunnu fáa tíðartreytaða [...] sjón til støk er 155.751 kr. um árið eftir skatt og gjøld, og má tí metast at vera ein rein fátækrapensjón, ið er so lág, at hon er heilar 4.378 kr. lægri um árið enn føroyska fátækraváðamarkið. Fátæk [...] skal verða nevnt, at fólkapensjónineftir skatt og gjøld er 165.678 kr. um árið. Tíðartreytaða pensjónin er harvið uml. 10.000 kr. lægri enn fólkapensjón. Í lógaruppskotinum verður sagt, at henda skipan er
avmarkandi tiltøk. Í viðmerkingunum til uppskotið stendur, at við løgtingslóg nr. 90 frá 17. mai 2022 varð heimilað landsstýrisfólkinum í uttanríkismálum at seta líknandi tiltøk í gildi í Føroyum, við støði í [...] hjá Ukraina.” Síðani 2024 hevur Evropasamveldið arbeitt miðvíst við at seta í verk avmarkandi tiltøk, sum ikki beinleiðis eru knýtt at innlimanini av Krim ella innrásini í Ukraina, men sum viðvíkja viðurskiftum [...] sum eru undir markinum fyri hernaðarligum virksemi, men sum eru ætlaðar annaðhvørt at røkka sama endamáli, ella at styðja verulig hernaðarátøk, heruppií við netálopum, FIMI, uppíblanding í fólkaræðisligar
Pensjónirnar standa í stað Í løgmansrøðuni stendur ikki eitt orð um, at samgongan hevur ætlanir um, at pensjónistar í Føroyum næsta summar fara at fáa hægri pensjón, eftir sum tey í Danmark hava nógv hægri pensjónir [...] Sannleikin er, at vit hava pensjónistar, sum ikki fáa fíggjarligu endarnar at røkka, bæði tí húsaleigan er dýr, og einki mark er fyri, hvussu nógv vanligar húsarhaldsvørur dýrka hvønn einasta mánað. At minka ella [...] eftirsum vit eldru eru so frek at ditta okkum at liva fýra ella fimm ár longri enn tey, ið undan okkum eru farin. Vit eldru kosta nevniliga ov nógv, og yngra ættarliðið megnar ikki at sleipa uppá okkum, eru boðini
tey tosa við tann deyva. Vit eiga at minnast, at teknmál verður ikki bara brúkt av deyvum og tunghoyrdum, men eisini sum samskiftisamboð hjá øðrum, sum hava trupult at samskifta, til dømis hjá børnum á [...] her ímyndaðu tey sær eina nýggja, øðrvísi og bjartari framtíð. - Vit væntaðu og vónaðu, at samfelaðið nú fór at virða føroyska teknmálið, sigur Meifríð Hansen, forkvinna í Deyvafelagnum. Minniluti í Føroyum [...] sítt til, at tað gekk so væl. Men seinastu árini er samfelagið nógv broytt orsakað av sparingum. Og tað rakar ungu og smærru teknmálsbrúkararnar. Deyv hava mannarættindi, og tey eiga rætt at nýta málið
arbeiðandi amerikanskar familjur fer at enda við mínari stjórn, skrivar Trump. - Um tú noktar at taka ábyrgd, so fara vit at brúka hvørt amboð í okkara arsenali til at verja amerikanskar familjur fyri f [...] Medwatch. - Amerikanska heilsuverkið er fløkt, men Novo Nordisk fer framhaldandi at arbeiða fyri at finna loysnir, sum hjálpa fólki at fáa atgongd til heilivágin, teimum tørvar til bíligar prísir, stendur í f [...] til ein nógv rættvísari prís, krevur Trump. Novo Nordisk lovaði í gjárkvøldið framhaldandi at stríðast fyri at tryggja heilivág til bíligar prísir í USA. Tað sigur heilivágsrisin í stuttari skrivligari
sum gjørligt, við vón um at veðurvánirnar broyttust, men tíverri hava tær verið óbroyttar síðani í morgun. Tí var neyðugt at taka avgerðina nú, tí tað krevur nógv arbeiði og tíð at seta pallar og fyriskipa [...] sølubúðir, WC-viðurskifti og mangt annað. Fyri at náa alt hetta, varð neyðugt at taka avgerðina longu í dag, mikukvøldið 25. juni. Eisini verður staðfest, at tónleikaupplivingin hjá teimum mongu, ið hava [...] tónleikararnar, og øll hava váttað, at tey verða við og spæla í stórhøllini við Tjarnir. “Hetta hevur við sær nakrar avbjóðingar, men tað er tann tryggasta loysnin at flyta tiltakið innandura. Í Stórhøllini
Niels Jákup um at geva eitt skaldskaparrit út. Hann var beinanvegin fúsur at taka á seg tann umsitingarliga partin, og eigur hann stóru æruna av, at vit yvirhøvur hava havt møguleikan at geva hesi 24 nummurini [...] verið seinkaður av ymiskum ársøkum, men mest av øllum, tí at vit báðir ritstjórarnir og onnur, sum hava verið knýtt at nummarinum, hava havt so nógv at gera. Men nú er hann her. Hann fæst til keyps í bókhandlunum [...] vit siga tað, at tað, sum er serligt við hesum Venclinum er tað, at hann er ognaður Niels Jákupi Thomsen, sum hevur arbeitt á Bókadeild Føroya lærarafelgs í samfull 39 ár. Tað var í 2006, at ritstjórarnir
við sær, at tvøramenn eru aftastir. TB fær sunnudagin vitjan av B36, og NSÍ fer fríggjakvøldið at spæla grannauppgerð á Svangaskarði. Hjá TB snúði tað seg um at verja málleysa javnleikin og at dúva upp [...] hevði vitjan av TB. Úrslitið ber við sær, at tað er greitt, at NSÍ eisini eftir hetta umfarið verður næstfremst. Um tað verður við sama stigatali sum HB fæst at síggja, tá ið grannauppgerðin í Gundadali [...] upp á onkran møguleika at fara í skjótt mótálop. Tað var málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg. Hjá NSÍ gekk tað illa at fáa ferð í spælið, og sendingarnar vóru ikki so neyvar, sum tær ofta fyrr í summar