minst líka stórar sum útreiðslurnar. Tvørturímóti, so haldi eg, at vit eiga at gera alt sum vit kunnu, fyri at styrkja um inntøkugrundarlagið undir føroyska samfelagnum. Tað sum eg harafturímóti [...] líðandi yvir fleiri ár, tað í sær sjálvum broytir ikki upphæddina, sum vit missa, og sum skattgjaldarin má rinda. Tað einasta sum broytist, er at við eini longri skiftistíð kunnu tit lumpa fólk til [...] num var, at Miðflokkurin hevði sama politikk á ríkisrættarliga økinum sum Karsten sjálvur. Og Karsten hevur mangan sagt, at hann vil hava blokkin burtur “í dag heldur enn í morgin”. Søgan um
hin av bruna í blindgørnini. Hinar fýra døturnar eru Gretha, sum býr í Vági, Mathea, sum býr í Danmark, Magna, sum býr í Vági og Jonna, sum býr í Trongisvági. Kala hevði stórt hús, so hon var heimagangandi [...] Í dag er hátíðardagur á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi á Tvøroyri. Nikala Laurina Franciska Jensen, vanliga nevnd Kala, úr Sumba, fyllir 106 ár í dag, og so gomul hevur eingin kvinna í Føroyum verið áður [...] hon at arbeiða sum heimahjálp og tað arbeiðið passaði hon til hon var 70. Kala var heima til í 2007, tá ið hon flutti á Suðuroyar Ellis- og Røktarheim, har hon enn býr. Føðingardagin í dag hava tað ikki
jú tað sama hvønn hin einasta dag. Tú fert til dømis aldri hoyra nakran siga “Wauw, hoyrdi tú Rás 2 í morgun?”, av tí at tá hevði tú verið noyddur at fylgt tí upp við “Tú trýrt ikki, hvat hendi—Eyðun [...] verri, av tí at tey spæla tónleikin sum “fínur” bakgrundstónleikur; sovorðin sum tú hoyrir í elevatorunum í Fields, tá ið til dømis Suede er ætlað at vera elektriskt sum berur fanin. Sjálvandi, tað eigur [...] so skjótt sum tú traðkar inn í almenna rúmið, endar tú í einum filosofiskum kjaki um frælsi og sosialistiska realismu, ið hevði hildið tann kritiska partin av Setrinum til í áratíggju, sum tey høvdu ætlað
men tað átti tú at fingið frá byrjan av miðnámi. Sum nú er fáa ung sum 18 ára gomul 1.838 kr. um mánaðin í lestrarstuðli. Vit halda, at tey, sum eru 15-17 ár, eisini skulu fáa 1.838 kr. um mánaðin [...] løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul, sum snýr seg um, at ung undir 18 ár í miðnámi fáa lestrarstuðul. Hetta er eitt mál, sum mangan hevur verið frammi, síðani hesin stuðul varð avtikin [...] Torsteini Sivertsen, sum varð lagt fram á Ungdómstinginum í gjár samtykt í Løgtinginum. ##med2## Vert er tó at hava í huga, at politikarar halda ikki altíð orð. Jørgen Niclasen lovaði tað sama í 2007, men ta
Tað, sum er hent her í dag er ein stór og gleðilig hending. Avtalan, sum vit júst hava undirskrivað, er eitt stórt framstig fyri føroyska mentan og gransking. Eg vil tí fyrsta takka øllum teimum, ið hava [...] er okkara mentanarpolitikkur at fáa aftur til Føroya sum mest av teimum mentanargripum, sum eru í varðveitslu uttanlands. Flestu lond í heiminum í dag sýta fyri at lata aftur mentanargripir, ið eru keyptir [...] m, felags søguni og danskari savnssøgu. Eg ivist ikki í, at til ber at koma á mál í sama positiva samstarvsanda, sum avtalan er gjørd í. Orsakað av einum miðvísum savningararbeiði í 19. øld vórðu virðismiklir
hugsanir um, hví støðan er vorðin so sum er. Og hvat kann gerast á útoyggj. Fyri hann er eingin ivi um tann týdning, sum góð samferðsla hevur fyri eina slíka útoyggj sum Skúvoy: Uttan gott ferðasamband, ber [...] Eitt dømi um hetta er ein lógbók, brøv og onnur skjøl sum helst stava frá 1600-talinum, og sum Harry sjálvur kom at eiga. Øll hesi skjølini eru í dag á Skjalasavninum í Havn, men spurningurin er, hvussu [...] i á donsku oynni Samsø, sum eitt skifti var við at doyggja út. Møguleikar fyri menning og framtíð á oynni vóru at kalla eingir. Tá hendi tað at oyggin fekk nýggja bilferju, sum forrestin varð bygd á Tórshavnar
Seinastu árini hevur striptease verið vanligt í Føroyum á ólavsøku. Hetta sama hendi í Íslandi fyri fáum árum síðani, og har eru í dag sjey skøkjuhús. Í Noregi er eisini prógvað, at síðani oljuvinnan kom til [...] hevur hon verið leiðari á Reden og síðani 1999 hevur hon verið forseti fyri IAF, sum er heimsins elsti felagsskapur, sum arbeiðir ímóti prostitutión. Boðskapurin var greiður. Her í Føroyum skulu vit ikki [...] kundar eru. Skøkjurnar verða skrásettar eftir góðsku. Júst sum mjólkin hjá eini kúgv verður skrásett eftir góðsku. Tær koma inn í landið, sum eitt tal og ikki við navni. Enn eru ongir pengar settir av
og háðan eru, fer altíð at vera ein tulkingarspurningur. Tað, sum ein sær sum atfinningar móti einum átrúnaði, kann ein annar síggja sum speireking og háðan. Okkara grannalond hava ásannað hetta, og hava [...] til at at siga sína meining, seta spurningar og finnast at, sama hvørji samfelagslig viðurskifti, talan er um. Átrúnaðir og trúarlærur, sama hvørjar tær eru, hava ikki tørv á serstakari verju móti útsagnum [...] plaga at samanbera okkum við, hvørjum trúar- og talufrælsi viðvíkur. Tí fari eg í dag at leggja eitt uppskot fram, sum strikar §140 í revsilógini. Bjarni Kárason Petersen
andstøða var ógvuliga atfinningarsom um júst tað sama, sum tey sjálvi gera nú, og samtíðis finst størsti parturin av núverandi andstøðu at tí sama, sum vit gjørdu tá. Hetta er alt eitt stórt politiskt [...] lætt at vera andstøða, tí tað eru hini sum sita við valdið. Sama støða var eisini í juni 2021, tá eg, sum landsstýrismaður við arbeiðsmarknaðarmálum, mátti í Løgtingið við einum uppskoti um undantøk í verkfallinum [...] Nú hendi tað aftur, at Løgtingið bleiv drigið inn í eitt verkfall, og aftur upplivdu vit, at samgonguumboð vórðu noydd at atkvøða fyri einum uppskoti, sum tey als ikki vóru glað fyri. Samtíðis er lætt
Freistin at søkja starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum, er úti í dag. Stjórin á landssjúkrahúsinum skal eisini verða forstjóri fyri sjúkrahúsverkið, ið umframt Landssjúkrahúsið, eisini fevnir [...] verður leiðslan eitt toymi av trimum stjórum. Einum forstjóra og tveimum stjórum, sum hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi. Umframt at hava ábyrgd av leiðsluni á landssjúkrahúsinum og at skipa samlaða virksemi