varð bygdur fyri umleið 50 árum síðani. Skorsteinurin var heilar 26 metrar høgur og sást tí væl og virðiliga úr fleiri ættum. Men tørvur er ikki longur á honum. Apotekið fekk fjarhita fyri nøkrum árum [...] in hoyrdi til, verður tí ikki longur nýtt. Í dag varð so endaligt punktum sett fyri skorsteinin. Tað var ikki bara sum at taka ein vanligan skorstein niður. Ein stórur krani varð settur upp við Apotekið [...] skorin í tvíningar, so lættari verður at koyra hann burtur. Myndirnar vísa, hvussu tann 26 metrar langi skorsteinurin varð lagdur niður á parkeringsøkið sunnan fyri bygningin hjá Tjaldurs Apoteki. Harvið
tónleikaran, verður minni tíð til at skriva nýggjan tónleik. Tá hølini fáa færri tiltøk, verður truplari at reka tey. Tá fyriskiparar mugu skrúva prísin upp fyri, at fáa tað at hanga saman fíggjarliga hjá [...] MVG eins og tíðindabløð, og um ætlanin er at broyta lógina. Aksel V. Johannesen hevur svarað, at hann ætlar at kanna møguleikan. Hetta er eitt upplagt høvi at taka kjakið upp um tónleikavinnuna. Tí um [...] stóru pallunum. Men vit hava hug at taka alt arbeiðið sum liggur aftanfyri fyri givið. Onkur skal skriva sangin. Onkur skal venja hann. Onkur skal brúka ár upp á at læra at spæla. Onkur skal keypa gittaran
politistøðini sigur, at talan er ikki um eitt stórt mál, men tað verður nú kannað nærri. Løgreglan veit, hvør tað er, ið skal hava sligið. Og gjáramorgunin var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning [...] sigur, at fleiri varnast ikki, at tá kampingvognur og bilur fara upp um 3.500 kg, so krevst koyrikortið, ið nevnist BE. Tá er vanliga koyrikortið ikki nóg mikið. Bilførarin fær í øllum førum bót fyri tað [...] tað, sigur vaktleiðarin. Í Klaksvík fingu tveir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum, har ferðslan er einsrættað. Annaras hevur talan verið um eitt friðarligt vikuskiftið
vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag. Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin er harður, sum batnar, sum næsta vika gongur, og veðrið verður gott fyri tað mesta. - Tað verður nakað av [...] , og eisini fer onkur út á Føroyabanka, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. Her verður einki sagt um, at fiskidagarnir hjá útróðrarbátum í bólki 5B eru uppi, men bátar í bólki 5A kunnu framvegis fiska og
og møta øðrum, sum kenna støðuna. Tað var bæði gevandi og rørandi at fáa innlit í arbeiðið og at hoyra um tann munin, sum Berin ger fyri nógv fólk, sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í almanna- og b [...] Berin eisini fyri kunnandi og fyribyrgjandi virksemi og tiltøkum, sum varpa ljós á sorg og tær avbjóðingar, ið kunnu fylgja við álvarsligari sjúku og missi. Landsstýriskvinnan takkaði Beranum fyri vitjanina [...] vitjanina og fyri tað týdningarmikla arbeiðið, sum felagsskapurin ger.
nær og eg gleði meg ótrúliga nógv at hátíðarhalda nýggju útgávuna á heimavølli saman við tykkum og júst í Norðurlandahúsinum. Tað er altíð nakað heilt serligt fyri meg at spæla her heima á klettunum”. Eivør [...] orð fyri mánan – okkara trúfasti ljósberi í náttini.” Longu nú ber til at hoyra tvey av løgunum á nýggju útgávuni. Tað eru løgini “Healer” og “Drekafljóð”, ið eru útgivin sum stakløg, umframt at tað eisini [...] í samband við at komandi útgávan hjá Eivør “Tungl” kemur út 16. oktober, kunngjørdi Eivør fyrr í vár konsert í Norðurlandahúsinum 17. oktober. Vegna stóran áhuga hava vit valt at seta eina eyka konsert
væntar sambært Copernicus, at El Niño, sum nú er undir menning, fer at styrkjast skjótt komandi mánaðirnar . Seinasta sterka El Niño-fyribrigdið var í 2023–2024. Copernicus vísir á, at sera høgir sjóvarhitar [...] Kyrrahavinum. Mátingar hjá evropeisku Copernicus-tænastuni vísa, at sjóvarhitin í stórum pørtum av tropiska Kyrrahavinum liggur væl oman fyri miðal. Serliga sæst hetta frá miðskeiðis í ekvatoriska Kyrrahavinum [...] menning. Í juni var sjóvarhitin nógv oman fyri vanligt í stórum parti av ekvatoriska Kyrrahavinum, eisini í sokallaða Niño 3.4-økinum, sum verður brúkt til at fylgja við El Niño. Sambært Copernicus hevur
løgreglubilinum til umleið 80 kilometrar um tíman, áðrenn honum eydnaðist at steðga 52 ára gamla føraranum. Kanningin vísti, at el-rennihjólið hevði bæði fram- og afturhjólstrek, vigaði umleið 40 kilo og [...] Danska løgreglan hevur lagt hald á eitt el-rennihjól, sum varð mált til at kunna koyra 146 kilometrar um tíman. Tað er skjótari enn nakað annað el-rennihjól, sum løgreglan í Suður- og Sønderjyllandi áður [...] ferðmátarin 146 kilometrar um tíman. Løgreglan hevur lagt hald á el-rennihjólið, og maðurin er skuldsettur fyri fleiri brot á ferðslulógina. /Ritzau/
“Ein glotti fyri framman, ytst á havsbrúnni hómast ljós”. Soleiðis byrjar løgmaður ólavsøkurøðuna. Skjótt er tó, at glottin kann gerast til myrkur, um vit ikki bera okkum rætt at. *** Vit vita, at størsta [...] størsta avbjóðingin komandi nógvu árini er, at aldursamansetingin í Føroyum broytist. Vit vita, at vit fara at gerast nógv fleiri eldri, og at miðalaldurin bara hækkar. Samstundis missa vit fimta hvønn føroying [...] faklærd og ófaklærd fer bara at versna. Bara í Tórshavnar kommunu mangla longu umleið 150 heilsurøktarar. Og tørvurin fer bara at vaksa. *** Tí eigur tað eisini at bera til at útbúgva seg til heilsuhjálpara
Sjálvsagt harmast vit á Smyril Line um, at nýggja skipið hevur verið fyri einum óhappi. Men samstundis fegnast vit um, at eingin er komin til skaða og at øll manningin hevur tað gott. Tey avvarandi eru kunnaði [...] skaða. Skipið er statt einar 20 fjórðingar út fyri Taiwan og fer inn á skipasmiðju í Kina til kanningar. Áðrenn hesar kanningar eru gjørdar, ber ikki til at siga, nær skipið fer undir sigling aftur. Sjálvsagt