Hearts rindar Tað er ikki greitt, hvussu nógv Hearts rindar fyri føroyska spælaran. Kringvarpið skilir, at upphæddin er minni enn ein millión krónur. Portal.fo skrivar við tilvísing til skotskar miðlar, at [...] sinni fríggjakvøldið, tá HB kemur á vitjan í Sarpugerði. Flytingin ber við sær, at kviki vongurin ikki verður við, tá Víkingur og KÍ spæla steypafinalu 5. september. Skotska flytingarvindeygað letur aftur [...] upphædd í bretskum pundum. Eingin upphædd er tó alment váttað. Brandur Jacobsen, formaður í Víkingi, vil ikki vátta, at ein avtala er gjørd. Hann váttar tó fyri Portal.fo, at útlendskur áhugi er fyri Aroni B
talgildir pallar verða brúktir til at fáa samband við børn, ung og vaksin. Tey halda, at tørvur er á eini breiðari ætlan, sum fevnir um fyribyrging, hjálp og viðgerð til tey, sum verða rakt, men eisini [...] fyri kynsligum ágangi, ikki megna at siga frá fyrr enn fleiri ár seinni – ofta sum vaksin. Tá kunnu brotsverkini vera fyrnað. – Vit eiga at gera upp við hetta, so kynslig brotsverk ikki fyrna, men at tey raktu [...] eisini um lógarbroytingar og viðgerð til tey, sum fremja kynslig brotsverk. Eiga kynslig brotsverk at fyrna? Ein týðandi partur av uppskotinum er at endurskoða lóggávuna. Uppskotssetararnir vilja hava mett
útsynningur kann elva til trupulleikar við ferðasambandinum. Á hesi ættini er vindurin ójavnur Heimi í Húsi, har tyrlupallurin er. Fer vindferðin upp um frískan vind, ber ikki til hjá tyrluni at lenda. [...] Streymoynni og koma ikki um fjørðin til Kolturs. Lítið er vanliga av kava í oynni. Verður hvítt, tá kavin kemur høgur og tað er kalt, fýkur hann skjótt burtur aftur. Skalvar leggjast ikki. Vátt og nógv brim [...] er ofta vátt við mjørka ella regni, og nógv brim kann vera kring oynna. Vesturættin er vanliga góð til vind. Liggur hon leingi um veturin, kann hon tó hava nógva ókyrru við sær. Tá kann bróta báðumegin
men eingin førari var á staðnum. Av tí at fráboðarin var dulnevndur, bar ikki til at fáa fleiri upplýsingar, og tí varð ikki gjørt meira við málið. [...] var, men báðir bilarnir fingu stóran materiellan skaða og máttu flytast av staðnum, tí teir vóru ikki koyrandi. Um klokkan 15.30 komu grindaboð úr Kaldbak. Tá ið nærri varð hugt, vísti tað seg at vera
flagginum. Yvir kortinum stendur „United States of America“. Trump skrivaði onga frágreiðing til myndina. Føroyar eru ikki við á kortinum. Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, sum í hesum døgum vitjar [...] grønlendska fólkið hava ferð eftir ferð sagt, at tey ikki vilja vera amerikonsk, sigur hon. – Tann boðskapin kunnu vit væl endurtaka í dag. Men eg vóni ikki, at nakar ivast í honum – hvørki í USA ella í restini
alt eftir mátingarstaði. Ætlanin vísir kortini ikki sambærilig tøl frá tíðini fyri Sandoyartunnilin. Tað ber tí ikki við støði í sjálvari ætlanini til at siga nágreiniliga, hvussu nógv ferðslan er vaksin [...] bert 25–30 sentimetrar frá kantstrikuni. Víst verður til norskar vegnormalar, sum mæla til eina frástøðu á í minsta lagi 50 sentimetrar. Tí verður mælt til at flyta bilverjuna longri frá koyribreytini. [...] hava verið, tí ferðin á landsvegnum er so høg. Nærumóhappini eru frágreiðingar frá fólki á staðnum og ikki løgregluskrásett óhapp. Eingi samanberilig tøl Tíggju ferðsluteljingar og ferðmátingar vórðu gjørdar
framman í Evropa komandi árini. Ikki greitt hvør fær stuðulin Enn er ikki greitt, hvørjir miðlar, journalistar ella felagsskapir kunnu søkja um stuðulin. Reuters hevur heldur ikki fingið váttað, hvørji lond [...] Evropa. Tað upplýsa fýra keldur við kunnleika til málið fyri Reuters. Stuðulin er partur av einum størri pakka upp á í minsta lagi 25 milliónir dollarar til konservativar felagsskapir og verkætlanir í Evropa [...] hevur longu elvt til mótmæli í fleiri evropeiskum høvuðsstaðum. Millum annað hevur franski uttanríkisráðharrin, Jean-Noël Barrot, ávarað um, at beinleiðis amerikanskur fíggjarligur stuðul til politiskt or
við 23 fakfólk frá barnagørðum til miðnám. Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr hon seg um, at næmingurin ikki megnar at møta. Hjá nógvum byrjaði [...] Tað skrivar Skúlablaðið við tilvísing til forskning.no um eina doktararitgerð hjá Selinu Eckhoff Hamadi við Universitetið í Stavanger. Hamadi hevur kannað, hvussu álvarsom skúlafrávera tekur seg upp og [...] næmingar frá, at tað gekk sera long tíð, áðrenn skúlin tók fráveruna í álvara. Í summum førum vóru tiltøk ikki sett í verk, fyrr enn næmingurin hevði verið burtur í fleiri mánaðir ella enntá ár. Tá var munandi
á smærri fiskiførum ikki kunnu fáa hesar royndir góðkendar. Eirikur í Jákupsstovu vil harumframt hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at gera undantøk frá 20 BT-kravinum, til dømis fyri útróðrarfólk [...] fyri at hjálpa ungum útróðrarfólki, sum ynskja at skapa sær eina lívsleið á sjónum. Í viðmerkingunum til fyrispurningin vísir tingmaðurin á, at fleiri ungfólk seinastu árini eru farin at rógva út við smærri [...] renna seg í eina forðing, tá tey vilja útbúgva seg víðari, tí siglingstíðin á teimum smærru bátunum ikki verður góðkend sum partur av útbúgvingini. Bárður á Lakjuni, landsstýrismaður hevur nú tvær vikur
ongantíð smiðjuni heilt. Hann hevði serstakliga góð evni til júst tað arbeiðið. Tá tað lá fyri, hjálpti hann til. Tí var hann eisini av og á við til nakrar av nýbyggingunum í 80´unum í Vágs Skipasmiðju. Flemming [...] Flemming metti seg tó ikki kunna røkja bygdaráðs- og løgtingssessin til fulnar samstundis. Tí segði hann sessin frá sær í Vágs bygdaráði í 1980 og sat síðan sum løgtingsmaður til 1994. Hann varð síðan [...] síðan aftur valdur í 1998 og sat tá til 2002. Tá var Flemming 71 ára gamal og valdi ikki at stilla uppaftur. Flemming Mikkelsen umboðaði Sambandsflokkin í Fíggjarnevndini, Marknaðarnevndini og Landsstýrism