koparnaglar. Træið í henni var so mikið gott, at sumt av tí enn er til í landsstýrisbygningunum í Tinganesi. Georg av Eiði var skipari og Dánjal av Nesi var bestimaður. Ludda-Christian reiddi skipið út [...] provianturin býttur millum manningina til eina viku fram. Hvør maður fekk 12 pund av keks, 1 pund av margarin og fimm fjeringspund av sukri. Tveir dagar um vikuna fingu teir amerikanskt saltkjøt og ertur til døgurða [...] Hetta er eisini ein partur av søguni hjá Hvítanesi Eg haldi, at tað var einaferð í sjeytiárinum, at Niels Juel Arge hevði samrøðu við Dánjal Paula Danielsen, vanliga nevndur Dánjal av Hvítanesi. Hann var abbasonur