at rannsóknarskipið Jákup Sverri hevur gjørt árligu yvirlitstrolingina á føroyska landgrunninum í august. Á kanningini vórðu 200 trolhál tikin, og úrslitini vísa, at toskastovnurin framvegis er veikur [...] toskurin hevði etið bæði hvítingsbróður og ymisk krabbadjór, men framvegis sást lítið til nebbasild í magunum. Árligu yvirlitstrolingarnar eru ein týðandi partur av arbeiðinum hjá Havstovuni at meta um
endan av august. Tá vita víkingarnir um teir hava vunnið seg í deildarspælið í Conference League ella ikki, og tá byrjar eisini endaspælið í bestu íslendsku fótbóltsdeildini. Kelda hjá in.fo í Eysturkommunu [...] sum spælir í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Í samrøðu við Stöð 2/Vísir staðfestir høvuðsvenjarin hjá Víkingi Reykjavík, Sölvi Geir Ottesen, at talan verður ein stóran miss, tá Gunnar gevst í felagnum [...] Ottesen í samrøðuni. Sölvi Geir Ottesen slær fast, at Gunnar verður við á liðnum, tá Víkingur spælir returdyst á Víkingavøllinum móti Thun úr Sveis. Talan er um seinna dystin í triðja undanumfarinum í Europa
um limaskap í ES uppaftur. Tað skrivar Morgunblaðið í dag. Sambært blaðnum er tó ikki bara talan um vælvild mótvegis íslendingum. Írar hava sjálvir stór áhugamál í, at Ísland kemur upp í ES, og serliga [...] leingi ynskt broytingar í felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Kemur Ísland inn í samveldið við sínum stóra fiskivinnusektori, kann tað geva írum ein sterkan samgongufelaga í royndunum at fáa broytingar [...] Íslendingar skulu 29. august taka støðu til, um samráðingarnar við ES skulu takast uppaftur. Verður úrslitið ja, hevur íslendska stjórnin sagt, at samráðingarnar kunnu byrja aftur longu í ár. Ísland søkti um
annað, um týskt skal gerast til kravda lærugrein longu í 7. flokki. Týskt er í dag vallærugrein í 8. og 9. flokki í fólkaskúlanum. Men broytingar í upptøkukrøvunum til miðnám kunnu fáa avleiðingar fyri [...] sum í dag hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan §52a-fyrispurning. Hon spyr fyrst, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við undirvísingini í fremmandamálum í fól [...] fólkaskúlanum, um upptøkukravið í týskum til hugvísindabreytina á miðnámi verður tikið burtur. Fyrispurningurin varð settur í Løgtinginum í dag, 21. august.
Leygardagin 29. august verður fólkaatkvøða í Íslandi um framtíðarviðurskiftini við ES. Spurningurin á atkvøðuseðlinum er, um Ísland skal taka upp aftur samráðingarnar um limaskap í Evropasamveldinum. Talan [...] Ísland kann fáa. Samráðingarnar steðgaðu í 2013 Ísland søkti um ES-limaskap í 2009 eftir íslendsku bankakreppuna. Samráðingarnar byrjaðu árið eftir, men vórðu steðgaðar í 2013 eftir stjórnarskifti. Ísland er [...] ES og setur stórar partar av ES-lóggávuni í gildi, men hevur ikki atkvøðurætt í stovnunum hjá samveldinum. Núverandi samgonga varð skipað eftir altingsvalið í 2024. Hon hevði sett sær fyri at lata fólkið
mentanardøgunum í Sunda kommunu, sum í ár verða 11. – 20. september. - Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2026, siga tey í kommununi í dag. Í uppskotinum skal [...] gagns fyri borgarnar í kommununi. - Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan á middegi hósdagin 27. august, og uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir. Tað verður trivnaðarnevndin í kommununi, sum fer [...] Andrass Midjord 2018 Edmund Joensen 2017 Leguhúsið í Nesvík 2016 Hósvíkar Róðrarfelag 2015 Nicolina av Kamarinum 2014 Johannes Johannesen 2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík 2012 Asfinn Sigvardsen 2011 Esmar Dahl
til NSÍ og trý stig til AB. Í tí fyrsta dystinum skoraði NSÍ sigursmálið í yvirtíðini, og í øðrum dystinum millum liðini skoraði AB sigursmálið í yvirtíðini. Samlaða málúrtøkan í teimum trimum innanhýsis [...] tríggjar innanhýsis dystirnar í Meistaradeildini hjá monnum hetta kappingarárið. NSÍ vann báðar heimadystirnar við Løkin í Runavík, og AB vann tann eina heimadystin inni í Vika á Argjum. Úrtøkan var sostatt [...] dystunum gjørdist 7-5 til NSÍ. Petur Knudsen skoraði í øllum trimum dystunum móti AB. NSÍ-AB 2-1 (1-1) - 21. mars 1-0 Daniel Obbekjær (23.) 1-1 sjálvmál (29.) 2-1 Petur Knudsen (90.+2) AB-NSÍ 3-2 (1-1)
rinum. Í fyrra dystinum móti AB tryggjaði KÍ sær javnleik í tíðini dómarin hevði lagt aftrat. Í seinna dystinum hjá KÍ móti AB á Argjum skoraði KÍ sigursmálið í yvirtíðini. Samlaði málmunurin í teimum [...] dystirnar í Meistaradeildini hetta kappingarárið. Tann fyrsti dysturin millum KÍ og AB endaði við javnleiki, meðan KÍ vann teprar eittmálssigrar í hinum báðum dystunum. Yvirtíðin var KÍ góð á Argjum í hesum [...] Deni Pavlovic (34.) 2-0 Jákup B. Andreasen (42.) 2-1 Bjarki Nielsen, br. (80.) AB-KÍ 3-4 (1-2) - 17. august 0-1 Erlend Hustad (14.) 0-2 Páll A. Klettskarð (22.) 1-2 Bjarki Nielsen (38.) 2-2 Moses Obule (65
Næmingar, sum ganga til undirvísing í føroyskum sum annaðmál, kunnu frameftir fáa ferðastuðul innanoyggja. Tað er endamálið við einum uppskoti til broyting í kunngerðini um lestrarstuðul, sum Mentamálaráðið [...] at nýkomnir næmingar í føroyskum sum annaðmál kunnu fáa ferðastuðul innanoyggja, hóast teir ikki hava rætt til vanligan lestrarstuðul. Lógin um føroyskt sum annaðmál varð samtykt í 2024. Endamálið er millum [...] mentanina. Uppskotið er dagfest 12. august. Hoyringarfreistin er 9. september 2026, og viðmerkingar skulu sendast Mentamálaráðnum. Enn er ikki greitt, nær broytingin kann koma í gildi. Kelda: Mentamálaráðið
Eftir deyða Haralds kongs er kallað inn til eyka ríkisráðsfund á kongsslottinum í Oslo klokkan 11.30 í dag. Tað skrivar norska tíðindastovan NTB. Á fundinum skal norska stjórnin formelt hitta Haakon kong [...] forsætisráðharranum, Jonas Gahr Støre, í audiensi. Støre hevur tikið ímóti deyðsboðunum um Harald kong við djúpari sorg. – Ein heil tjóð syrgir og stendur samstundis saman í stórum takksemi fyri eitt langt lív [...] kongur varð innlagdur á Rikshospitalinum 17. august. Hann varð undir innleggingini viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi og eina bakteriella infektión í blóðinum. Hann sovnaði stillisliga inn klokkan