Ein av søguligu hendingunum í Klaksvík eftir seinna heimsbardaga er læknastríðið, sum skapti spenta støðu í Klaksvík. Men hóast stríðið var um viðurskifti á Klaksvíkar sjúkrahúsi, eru tað summi sum kalla [...] men tað sæst og hoyrist javnan - seinasta dømi er í eini spurnarkapping á eini av mest vitjaðu síðunum á internetinum. - Eg vænti ikki, at fólk fara at nevna tað læknastríðið, bara tí eg sigi tað, men [...] Og tað hóvar ikki borgarstjóranum í Klaksvík. - Tað er misvísandi at kalla tað Klaksvíksstríðið, tí tað var ikki nakað stríð um Klaksvík. Stríðið hevði sín uppruna í niðurpíningini av Klaksvíkar sjúkrahúsi
álvara komin til Føroya eisini. Boð eru eftir føroyskari arbeiðsmegi í útlandinum. Ella rættari eftir búskaparfrøðingi við olju sum speciali til risafyritøku í Geneve í Sveis. Tey hepnu eru Tummas Pauli Mýri [...] við, nú smábørn eru í barnaflokkinum. Fortíðin kemur væl við Tað er so ikki minst fortíðin hjá Tummas Paula, sum nú kemur honum til góða. Hann valdi eftir lokið studentsprógv í Føroyum at leggja leiðina [...] eitt ár hjá Shell og seinni í heili fimm ár hjá BP í Aberdeen og Stavanger. Heimkomin til Føroya var Tummas Pauli eitt tíðarskeið hjá BP í Havn. Seinni fekk hann so boðið starv í Føroya Banka sum íløguráðgevi
og avísir. Vit kunnu í dag, og í enn størri mun tá e-bøkur gerast meira vanligar, hava eins góða atgongd til vitan, sum stórbýarbúgvar í fyrstaheimslondum hava. Leggja vit okkum eftir at verða eitt talgild [...] talgild samfelag, skulu vit eisini ansa eftir at hava fólk at menna og tillaga skipanir til okkara tørv, eins og vit mugu ansa eftir at hava fólk at tryggja og viðlíkahalda skipanir. Tí eins smart kunningar- [...] hentleikarnar. Í einum samfelagi sum í Føroyum er t.d. Skype ein gáva, samskifti við allan heimin fyri lítlan ella ongan kostnað. Og júst Skype er dømi um markloysið. Skapt og uppbygd eftir fáum árum av
Framleiðsla Á Tavuni í Leirvík hava tey havt úr at gera við upsanum í vetur. Í summarhálvuni arbeiða tey gulllaks, og í vetrarhálvuni arbeiða tey upsa. Jóan Magnus Rasmussen sigur, at higartil í ár hava tey arbeitt [...] gangandi í ár. Jóan Magnus Rasmussen sigur seg vóna, at tey kunnu fara undir gulllaksaframleiðsluna longu í apríl. - Fýra skip, Stjørnan og Polarhav og Vesturbúgvin og Eysturbúgvin, plaga at royna eftir gulllaksi [...] og vendir á hvørjum ári, men vit vóna, at ráfiskaprísirnir í ár kunnu verða á einum slíkum støði, at skipini aftur í ár fara at leggja seg eftir gulllaksi, sigur Jóan Magnus Rasmussen.
fyri at Skálafjørðurin eisini kann fara í offensivin skjótt. ? Vit hava verið í óformellum sambandi við ymisk oljufeløg. Og í august verður oljustevna í Stavanger í Noregi. Har ætla vit eisini at vera [...] oljuútgerðarhavn. ? Í sambandi við eina oljuvinnu verða so nógv onnur arbeiðspláss, serliga innan umsitingina. Og har er ongin ivi um, at Havnin verður í sentrum. Men onnur øki í Føroyum skulu jú eisini liva [...] konfrontatiónskósini millum ymsu økini í landinum í hesum máli. Í Runavík staðfestir býráðsformaðurin Jákup Lamhauge, at Skálafjørðurin framvegis lýkur allar treytir fyri eini góðari útgerðarhavn. ? Her
stóð fyri. Í kvøld verður eisini nógv á skránni í Vestmanna, og frá klokkan 18 fara fleiri kendir og vælumtóktir bólkar og einstaklingar á pall. Tað verður Eyðun Nolsø, sum byrjar kvøldið í kvøld, tá hann [...] verða bátarnir lagdir til atløgurnar við bátabrúgvarnar, og tá fólk eru komin í land í øllum góðum, verður bjóðað til góða og ókeypis suppu í tjaldinum. - Her eru allir stevnugestir hjartaliga vælkomnir, sigur [...] 18 til 20. Síðan fara Anfinn & Co at spæla frá klokkan 20 til 21. Eftir hetta verður eitt Abba-tiltak frá klokkan 21 til 22, og síðan verður tað danski bólkurin Gasbox frá 22 til 23. Í kvøld klokkan 23
hini feløgini, sum verða við í boringini í summar, fara at bora, men Eli væntar, at nakað av virksemi verður í oljuútgerðarhavnini einar 14 dagar, áðrenn borurin verður settur í havbotnin. - Hvussu leingi [...] byrjaði soleiðis her longu í 2001, leggur hann aftrat. Spennandi í summar - Jú, eg eri ógvuliga spentur upp á boringina í summar, og sjálvur ivist eg onga løtu í, at olja er í undirgrundini hjá okkum. Tað [...] framtíðini fara at bora í føroyskum øki, fram á leið. Hann væntar tískil, at boringin í summar í minsta lagi fer at geva okkum ein uppaftur størri kunnleika um tað, sum er í undirgrundini. Hvørt hol, sum borað
Christianssund og hildu leiðina ímóti Íslandi. Í Íslandi vóru teir í Reykjavík og í Vestmannaoyggjunum og komu síðan til Føroya. Teir steðgaðu í Føroyum í umleið eitt samdøgur og sigldu hiðani til Noregs [...] teir komu til Kanada. Í Kanada steðgaðu teir á í Nova Scotia, áðrenn teir sigldu til Labrador og haðani fóru til Grønlands. Í Grønlandi steðgaðu teir á í lítlu bygdini Aappilattoq í Suðurgrønlandi, stutt [...] vit eisini framvið hesu ferð, greiðir Bill frá. Arbeiði í Noregi Sjómenninir báðir ætla sær at búgva og arbeiða í Noregi í vetur. Teir fara at búgva í Husøy, har teir skulu byrja arbeiði uppá at gera ein
býir ein átti at fara í holt við í Rumenien. Tá vit hittu Niels á skrivstovu hansara í farnu viku, riggaði hann til at fara eina ferð til Rumenien í hesi vikuni. Miðað verður nevniliga eftir at lata upp ein [...] hava í sínum hópi! Spurningur um inntøku Hesin nýggi handilin í Oradea í Rumenien er kortini ikki fyrsti handilin í hesum partinum av Europa. Í november mánaði í fjør lótu teir upp fyrsta handilin í Bulgarien [...] Tað gera vit í november mánaði, sigur Niels Stórá, sum er fyritaksstjóri í Lagerinn. Hetta er ein av fyritøkunum hjá Jákupi á Dul í Íslandi. Teir hava nógv spennandi vinnuligt virksemi í Íslandi, men hava
gjørdust í so drúgv. Clickhaze hava ferðast víða í summar, men fríggjakvøldið spældu tey aftur á heimasandi. Fólkini í Clickhaze hava ein fingur við í tí, sum fer fram av tónleikatiltøkum í Gøtu, og hesaferð [...] fyri seg hevur ikki spælt nógv seinnu árini. Sangarin í bólkinum, Kári Sverrison er javnan út og spælir, og hinir limirnir í bólkinum eru eisini í gongd í øðrum samanhangum. Tað var forvitnisligt at síggja [...] ? sjálvandi errin um at hava tiltak á egnum sandi ? men fólk úr grannabygdunum og aðrastaðni høvdu eisini leitað og funnið G! festivalin. Fólk í øllum aldri vóru til tiltakið. Frammi móti pallinum sótu