Í minsta lagi 65 fólk doyðu í einari tokvanlukku har eysturi í India í nátt. Møguliga var talan um eina yvirgangsatsókn. Indisku fjølmiðlarnir siga, at eitt ferðamannatok, sum var á veg úr Mumbai til Kolkata [...] maoistiskir uppreistrarmenn eru virknir í økinum, har vanlukkan var, og at teir millum annað plaga at søkja at jarnbreytarkervinum. Ein talsmaður fyri indisku løgregluna segði í morgun, at tað var helst ein bumba [...] fekk ferðamannatokið at fara av breytini. Indiski forsætisráðharin, Manmohan Singh, hevur fyrr sagt, at teir maoistisku uppreistrarmenninir eru tann størsta avbjóðingin fyri trygdina í landinum.
hesum slagi misti eitt vindeyga, stutt eftir at tað var farið á flog í Portland í Oregon í USA fríggjadagin. Flogfarið var í 4800 metra hædd ávegis til Ontario í Kalifornia, tá ið óhappið hendi. Flogfarið [...] Airlines, neyðlendi 20 minuttir seinni. 171 fólk vóru umborð á flogfarinum, og eingin teirra fekk skaða av hendingini. Síðani hava flogferðslumyndugleikarnir í USA givið umleið 170 flogførum av slagnum Boeing [...] flogfør av hesum slagnum, ið flúgva í Europa, verða kannað. Enn er ikki greitt, um flogførini fáa flúgviforboð, til kanningin er gjørd, ella hvussu umfatandi boðini frá Easa fara at verða.
tilburðinum. Uttan fyri kirkjuna mótmæltu fólk tí áhaldandi harðskapinum hjá ETA, og fleiri teirra róptu rakstrarróp eftir felagsskapinum og leiðarum teirra. Tilburðurin í Santa Pola hevur vakt stóran ans um [...] ivast ikki í, at hon verður ein ímynd av harðskapinum hjá baskisku loysingarmonnunum. Sum er hevur ETA lítlan stuðul í spanska fólkinum, og tilburðurin í Santa Pola fer at hava við sær, at viðhaldsfólkini hjá [...] Tað bar eisini í sær, at trygdartiltøkini vóru sera umfatandi. Enn hava myndugleikarnir ikki upplýst, hvør tann seks ára gamla gentan var. Hon verður bert umrødd sum Silvia, og eygleiðarar í Madrid ivast
børnum og ungum úr sætta flokki og eldri á skeið í gandkynstri. Rættiligir gandakallar fara at standa fyri, siga tey í tíðindaskrivi. Skeiðið verður hildið í Stranda Skúla, og tað kostar 250,- krónur at luttaka [...] Gandur Livdu vit í miðøldini, vórðu teir helst brendir á báli, hesir strandingarnir, sum leygardagin 23. november ætla at læra fólk gandakynstur. Men í dag halda vit tað vera stuttligt og vita, at einki [...] einki petti farligt er í hesum. Tað er undirhald. Strandingar hava fingið egnan gandaskúla, sum teir nevna Hogwarts eftir gandaskúlanum, sum Harry Potter gongur á. Leygardagin i næstu viku bjóða tey børnum
umhvørvisfólk verða funnin deyð millum hvalirnar á oljukaiini í Havn, fær tað felagsskapir um allan heim at fara í hernað móti Føroyum. Hannis Martinsson verður biðin um at finna út av, hvør ið hevur [...] roynir Krossmessa at gera eina løtumynd av føroyska samfelagnum, og vísa, hvussu viðbreknar Føroyar eru í alheims høpi, tá ið tað snýr seg um grindadráp. Tað er Mentanargrunnur Studentafelagsins, sum gevur
Asfalt fríggjakvøldið vóru Side Effect og nógv fólk vóru komin saman til teirra konsert. Side Effect eru millum teir populerastu livebólkarnar í Føroyum í dag og hetta kemur ikki av ongum. Brynjolfur, [...] bólkurin snøgt sagt einki uttan hann. Teir fingu lív í útgerðina aftur eftir eini løtu, men leingi hoyrdist tann parturin av tónleikinum bara á pallinum og ikki í stóra annlegginum úteftir. Á pallinum tóktust [...] tóktust ikki at leggja hendan feilin til merkis og spældu bara víðari. Tá ið teir eftir eini løtu endiliga fingu Brynjolf í annleggið aftur, var so nógv luft farin úr ballónini, at konsertin ongantíð kom orduliga
flúgva russiskar sjómenn til Murmansk. Hetta er fingið í lag í samstarvi við Skipafelagið og Árna Dam, sum sigur, at arbeitt hevur verið við hesum ætlanum í fleiri ár. Mánamorgunin varð so flogið fyrsta túrin [...] Hann leggur afturat, at tað er við vælvild frá øllum myndugleikum, at hetta í dag letur seg gera. Eftir tørvi Flogið verður eftir tørvi og samstundis eisini soleiðis so at tað hóskar til tíðina hjá Atlantsflog [...] sjómonnum við hvønn vegin. Talan var um manningaskifti umborð á einum russiskum skipi, sum hevur ligið í Føroyum. Reiðaríið er russiska Murmansk Trawl Fliet. ? Tað ber til hjá russisku reiðarunum at spara eina
hjá øllum í hesari tjóð í ættarlið. Kreppurnar í Føroyum Kreppurnar í Føroyum hava altíð verið rokningin hjá vanliga løntakaranum og fjøldini. Bara rokningin fyri 80’ini og bankakreppuna í 90’unum var [...] og fakbólkar, ið sjáldan fáa sína uppibornu virðing í heilsuverkinum, røktini, í skúlunum, í barnagørðum, í fjølmiðlum, í ALS og almannaverki. Fólkini í kommununum kring landið, ið løgdu ein verjugarð kring [...] avleiðingarnar av korona-átøkunum hava rakt og kunnu raka nógv fólk og familjur. Í løtuni serliga í ferðavinnuni, hjá smærri vinnurekandi, fólki í arbeiðsloysisskipanini og millum menta- og listafólk. Tey,
ferðafólk eins og fólk annars mist burtur millión eftir millión av tímum, við at bíða og bíða og bíða og bíða? Eitt dømi av sera mongum á Oyragjógv: Eftir at hava bíða í einar 2-3 tímar kom eg í prát við ein [...] hann at fara aftur til Danmarkar sum av torvheiðum. Fyri hann eitt fyribrigdi ein vil vera fyri uttan. Í Danmark ringt at uppliva, men sera lætt í Føroyum. Tað er bara at hava Oyragjógv við í ætlanini [...] við ferjuni av Oyragjógv uml. kl. 12 fyri at røkka ferjuna í Leirvík, ið skuldi føra hann til Klaksvíkar. Hann hevði eftir ætlan verið í Klaksvík í góðari tíð. Men klokkan var nú 15 og vit stóðu enn og bíðaðu
ein skipan finnast fyri, hvussu hetta skuldi fara fram. Men tey, sum eru fastbúgvandi í Mykinesi skulu rinda 20 krónur hvønn vegin. Nú ferðavinnan liggur í skeljasori, hevur verið funnist at hesi skipanini [...] slepst undan at finna skipan so at fólk fáa ein part av prísinum endurrindaðan. Eitt dømi er, at fara tvey vaksin og trý børn til Mykinesar, kostar tað 700 krónur í fyrsta umfari, tó at tey fáa nakað [...] útlendskum ferðafólkum í ár og endamálið var, at útlendsk ferðafólk skuldi rinda meiri fyri ferðaseðilin enn føroyingar. Tí varð avgerð tikin um at hava tríggjar ymsar prísir, alt eftir hvaðani tey ferðafólkini