samstarvsavtalu við japanska felagið, sum eigur skipið, um at fiska tunfisk undir Føroyum. Teir fóru til fiskiskap 10 september og tað var ein vælnøgdur Viberg Sørensen, sum leygardagin legði at Tvøroyri við [...] tað var størsti fiskurin, teir 25 royndu, eysturlendsku tunfiskararnir, sum vóru við Boada 7, vistu um at siga. Hann var sum ein lítil hvalur til longdar, heilar 2,90 metrar langur. Annars mundi vanliga [...] komu teir á Tvøroyri av fyrsta túrinum við spildurnýggja tunfiskaskipinum, Boada 7, sum er fyrsta tunfiskaskip, sum er skrásett í Trongisvági. Boada 7 er størsta og mest framkomna tunfiskaskip í heiminum
singaporeanarar, sum arbeiða í Indonesia komnir heim. Kinesarar í vanda Kinesarar eru í Asia sum jødar í Europa fyrr í hesi øldini. Teir eru dugnaligir handilsmenn og tað eru teir sum sita á pengunum. [...] veg norður eftir. Changi Airport í Singapore hevur verið rættuliga yvirfylt av fólki, sum eru komin úr Indonesia. Ein sonn luftbrúgv hevur verið millum Jakarta og høvuðsstaðin í Malaysia, Kuala Lumpur og [...] hevði nakað við Indonesia at gera sum so, so hendi hetta, meðan flogfarið flutti flóttafólk úr Indonesia. Orðið flóttafólk verður ofta nýtt í samband við fátæk fólk, sum flýgga undan kríggi. Flóttafólka
rætt, at eitt land við 48.000 fólkum bert hevur ein tekniskan skúla (í Klaksvík t.d.), sum so kann mennast við útbúgvingum upp móti verkfrøðingastøði, bert ein sjómansskúla (í Havn t.d.) o.s.fr. Kanska kann [...] soleiðis, at eg ikki virði og dugi at síggja góðskuna við Fiskivinnuskúlanum. Men hann liggur ov einsamallur í Vestmanna sum gymnasial útbúgving, og er tað neyvan skilagott í dagsins Føroyum at skipa eitt [...] við t.d. skúlatilboðum. Og eru hesi uppskot eins skilagóð og mesta av greinini er. Taki somuleiðis fult undir við at savna fleiri útbúgvingartilboð, so sum pedagog-, sjúkrasystra- og læraraútbúgvingina
Samstundis sum vit sita og gera avtalur við tað suverena yvirvaldið um yvirtøkur og samstundis sum vit sita og smíða egna grundlóg, fáa vit ein lúsingin fyri og annan eftir. Serliga er tað løgtingið, ið [...] einum samdum løgtingi, ið verða ryggbrotnar. Løgtingsformaðurin, sum skal tryggja okkum lóg og landaskil, fær av at vita, og løgmaður, sum skal umsita og fremja hansara vilja, fær av somu skuffu. Fyrrárið [...] gildi, sum løgtingið hevði samtykt. Í mai mánaða í ár royndi fólkavalda løgting okkara seg á øðrum sinni og samtykti at avtaka nakrar hernaðarligar revsi- og rættargangs- og heimarættarlógir v.m. sum trýstar
er føroyska økið ikki eins áhugavert sum seinast. Hesi viðurskifti gera tí, at tað í dag heldur eru oljufeløgini enn vit, ið kunnu seta treytir. Poul Michelsen vísti á, at økið, sum skal bjóðast til oljuleiting [...] Landsstýrismaðurin kann geva fyribilsloyvi sum oljufeløgini kunnu umsita í nøkur ár, og tá 3 ár eru farin kunnu tey gera niðurstøðu og tá kann felagið samráða seg til ein nýggjan sattmála við møguligum boringum [...] føroyskar fyriutøkur, sum hava yvirspælt kravið um føroyskan kaikant og brúkt meira tíð at trútta kravið í lógini enn at søkja eitt positivt og konstruktivt samstarv. -Tað liggur so eisini í tekstinum
unninum hjá UEFA. Hetta er ivaleyst tann upphæddin, sum tey feløgini hava fingið, sum ikki luttóku í Europa Cup kappingunum. Samlaða upphæddin, sum feløgini í Europa Cup fingu, sæst ikki í FSF roknskapinum [...] størsti parturin ein kassakredittur upp á knappar tríggjar milliónir í Føroya Sparikassa, og av langfreistaðu skuldini eru knappar tríggjar milliónir millumrokning við UFA. Í hesum seinna liggur, at UFA í s [...] hinvegin. Tað er hetta síðsta, sum nú er komið fyri. At Føroyar eru komnar í bólk saman við Týskalandi vil siga, at UFA fær nógvar pengar fyri rættindini at sjónvarpa dystin, sum 11. juni komandi ár fer at
kundar, sum hava eina árliga nýtslu á meira enn 500.000 kWt, stóðu fyri 18 prosentum av nýtsluni tilsamans. - Tað eru nógvir møguleikar í fjarhitaskipanini. Ein 14 kilometra høvuðsleiðing liggur klár at [...] stjóri í Fjarhitafelagnum. Stjórin fegnast um, at Fjarhitafelagið er sloppið undan oljunýtsluni, sum var neyðug, meðan stórar útbyggingar fóru fram í fjarhitaskipanini árini 2016-2023. - Eg veit væl, [...] stava frá avlopshita umframt biogassi frá Förka, so kunnu vit gleðast, tí vit eru sloppin undan oljuni sum beinleiðis orkukeldu til fjarhitan, sigur Hans Christian Dam. Seks stórir oljuketlar vóru brúktir í
Aliøkini eru líka sum býtt upp í fýra regiónir. Ein liggur har suðuri í landinum, onnur verður rópt vest, hin triðja mið – og so hin fjórða norður. Ragnar sigur, at hesar regiónir koyra sum sjálvstøðug feløg [...] stuttligt at taka av, tá eg fekk ein slíkan møguleika. Er søkt eftir stjóra – ella er hetta eitt tilboð, sum tú hevur fingið. Hvussu hongur tað saman? - Ja, hetta er eitt tilboð, sum eg havi fingið, sigur Ragnar [...] Ragnar Joensen. Hvør verður so uppgávan hjá tær sum stjóri í samtakinum? - Ja, hetta er so størsta alisamtak, sum er í heiminum í dag. Ein slík uppgáva er stór. Vit koma í nógvum førum at ganga undan, og
dumpa føroyingar sum tað munar, tí sum er, brúka vit stórt sæð bara fløkini og tveita sostatt ein stóran part av hvørjum einasta fiski aftur í havið, tó at vit nú eisini gagnnýta ein part av høvdunum. [...] virki upp á Eiði. Tað er eitt virki, sum skal gagnnýta tann partin av fiskinum, sum í dag verður tveittur aftur í havið. Í fyrstu syftu er talan um eitt virki, sum skal gagnnýta livrina og innvølin á fiskinum [...] hugburð og vilja taka alt tað til høldar, sum teir í dag tveita fyri borð. Hann sigur, at ætlanin hjá virkinum á Eiði er at bjóða ein prís fyri rávøruna, sum ger tað áhugavert at taka hana til høldar.
á fyrrapartin. Sum vera man eru tað tilkomin fólk, sum givin eru at arbeiða, ella hava slíkar tíðir, at tey hava stundir at sita her og fáa tað seinasta við soleiðis út á fyrrapartin. Ein ungur maður situr [...] tey vita. Jú, tað er so onkur sum veit, at hann verður ikki fyr enn klokkan fimm. Tað kemst av sjóvarfallinum, og ikki ber til at rógva, tá ein stóru partur av vágni liggur turrur. Og so verður tosað um [...] uttan á MB Húsinum, sum siga frá, at nú skal húsið málast. Og garðurin skal hava sama umgang. Tey, sum stíla fyri, ætla, at fáa arbeiðið gjørt ókeypis, og heitt verður á so nógv fólk sum gjørligt at møta