ikki hevði roykt so illa og leingi, so kundi tú átt eina flotta Villa?”. “Tað er møguligt, men tú hevur ongantíð roykt, hvar er tín Villa?”. Jú væl dugdi hann at svara aftur. Ótolin var abbi eisini. Um avtala [...] Schlüter stingur høvdið fram ímillum teir og sigur.”Nå, det er nogle store helleflyndrer, i har her”. Abbi vendir sær á og sigur við Schlüter. “Her er det godav først”. “Nå ja, godav godav” sigur Schlüter, [...] spákandi Norðuri á Bakka, við ørmunum aftur um bak, einari ball í munninum og keppi á høvdinum. Ja hetta er ein av myndunum, eg havi av abba mínum á hansara heystardøgum. Uttan iva á veg niðan á fótbóltsvøllin
og vóru eini góð hjún. Nú eingin pápi er, er saknurin hjá mammu og Magnusi, sum býr inni, svárur. Vit sakna øll pápa, nú hann ikki er hjá okkum meira. Nú pápi er farin, leita mínir tankar til góðu mammu [...] inni á gólvinum hjá mær og spurdi altíð, hvussu gekst. Tá ið hann kom inn, plagdi hann at rópa: "Hvar er babbasa dóttir?!" Og tá meinti hann við meg, tí hann átti bara eina dóttir. Hann var góður við okkum [...] m, hann hevði fingið. Pápi var føddur 12. september í 1927, og hann og mamma mín, Kirsten, giftust 1. oktober í 1955. Tey livdu sostatt saman sum hjún í næstan 49 ár. Sum ung arbeiddi mamma á Telefonverkinum
heilsuna alt lívið, serliga tey seinastu árini. Fía var ein góð og trúføst vinkona, men nú er røddin tagnað. Eingin Fía er í hinum endanum á telefonini. Góða Fía, vit sakna teg nógv og takka fyri at vit høvdu [...] mðr. háskúlaskeið kravdist fyri at sleppa inn á Sjúkrasystraskúla Føroya. Lærutíðin hjá okkum byrjaði 1.februar 1962 og var liðug 3. apríl 1965. Hetta var ein rík og stuttlig tíð, ikki minst takka verið Fíu [...] sermerkt kvinna heilt frá ungum árum.Hon hoyrdist, har hon var, hon var livandi, og ein vitsti altíð, hvar ein hevði hana. Fíu dámdi væl at ferðast, serliga á teimum griksku oyggjunum,og seinasti túrurin skuldi
norðeftir í vikuskiftum at vitja. Eisini var hon ófør sum fáur, at vitja vinir. Nú hon ikki er her meir, er eitt stórt tómrúm. Josefinu dámdi so sera væl svimjing, og var hon til eitt ótal av svimjikappingum [...] húsliga arbeiðinum, so saknurin man kennast stórur, nú hon ikki er her. Eisini arbeiddi hon sum vaskikona í skúlanum í Hovi og á Miðnámsskúlanum. 1. januar í ár flutti familjan norðeftir, og inn á Glyvrar. [...] soleiðis skuldi ikki verða. Í hesum føri ber væl til at brúka orðatakið: eingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldið gistir. Josefina var stillfør, positiv og sera lívsglað. Josefina elskaði sína familju
persónur, sum tú altíð hevur verið. Tað er ein gamal sangur, sum eitur nakað soleiðis »So nógv av øllum, minnir meg um teg«, og soleiðis er tað við tær. Hvar eg enn hyggi, vil okkurt minna meg um teg [...] alt við, bæði stórt og smátt. Tað er ein ensk yrking, sum var skrivað tá tú var umleið trý ár, og uppruna navnið á yrkingini er »Do not Stand by my Grave and Weep« og er umleið soleiðis á føroyskum: Statt [...] sjokk yvir, at tað skuldi verða ein so skjótur og brattur endi á okkara deiligu samveru. Bert fyri 2 1/2 mánaða síðan sótu vit øll í Nyhavnini og fingu ein góðan bita og hugnaðu okkum, sum altíð. Og á ólavsøku
vart tú lærari við Vágs skúla, frá 1. august 1966 til 1. august 1968, so aftur til Danmarkar til »Madeskovskolen« í Nakskov frá 1. august 1968 til tú fór frá við pensión 1. desember 2003. Í 1974 bleiv tú [...] ið tú vart biðin um at halda midnáttarrøðuna á jóansøku í 2000, tú mátti byrja við »Hvar enn tín fótur fjakkar hvar enn tú festur búgv« hann hava vit báðir sungið manga ferðir saman, somuleiðis »Vágs bygd« [...] Góði Ragnar, tað kom dátt við at hoyra, at tú so brádliga ikki er ímillum okkum meira. Vit báðir hava kent hvønn annan næstan heila lívið, eisini hava vit búð saman eina tíð á Lærlingaheiminum Nørre Søgade
Nú eru jólini við at vera í nánd og ringt er at skilja pápi, at tú ikki skalt vera ímillum okkum í ár, nú vit koma heim at halda jól. Tað er ikki ein dagur, hvar tú ikki ert í mínum tonkum. Tú hevur og vilt [...] verpápa og abba, men tað er gott at eiga vónina um, at vit ein dag skulu møtast aftur ? ta trúgv sum mamma og pápi altíð hava lært okkum: ?Tá lívið er liðugt her á fold, er ein nýggj byrjan fyri framman [...] gekk sum tað skuldi ? ja alt tað tú fekst við her í lívinum, gekst tú upp í við lív og sál. Tað er nú skjótt 1 ár síðani, at tú komst til Danmarkar vegna sjúku ? eg minnist tá eg kom inn á Ríkissjúkrahúsið
soleiðis: -Bíða mær, sigur apotekarin, hasin heilivágurin er útseldur, men her liggur ein pakki við sama heilivági, sum ikki er avheintaður. Vanligi prísurin er 3.115 krónur, men tú kanst fáa hann fyri 6.230 krónur [...] broytingina hjá Atlantsflog, t.e. 1.360 krónur. Hvar eru vit, tá slíkt kann koma fyri? Hesin ódámligi framferðarhátturin móti teimum, sum standa í eini torførari støðu, er ikki nakað eindømi, og ivaleyst [...] Møguliga er okkurt farið afturvið mínum oyrum, men eg havi ikki hoyrt orðið grett um hetta síðani. Vónandi er eitt uppskot á veg í Løgtingið, nú skjótt aftur stundar til val. Í øllum førum er tað harðliga
haldast burtur. Tí tað er ikki ein spurningur um at geva kvotu ella ikki, nei tað sum er umráðandi er at teir útvaldu skulu hava alt og aðrir einki. Hetta er ein politisk avgerð, ið ikki er stimbrandi til at [...] við Føroyar eftir makreli. Tann best betalandi marknaðurin fyri makrel er Japan og er gjørligt at selja føroyskan makrel har, ja so er góðskustemplið í lagi. Hesar avbjóðingar høvdu vit í tonkunum longu í [...] undra, tí alment innlit er givin í umsóknirnar og hevur okkara umsókn fingið sera nógva og drúgva viðgerð bæði í Dimmu og í Kringvarpinum, so at skriva av er eingin trupulleiki. Tað er, at fegnast yvir, at
hvussu so er ikki enn, eru rættiliga kappingarfør, tá ið tað kemur til at keypa fisk frá skipunum, sum fiska kongafisk í Irmingarhavinum. Fiskiskapurin eftir kongafiski í Irmingarhavinum er byrjaður. Enn [...] í Fraklandi, har lastin verður seld. Í næstum skal Phoenix eisini avreiða og í skrivandi løtu er óvist, hvar hann endar. Á Fiskavirking verður sagt, at tey fingu ikki bjóða nógv nógv fyri tey 75 tonsini [...] eisini í, um tað eydnast teimum at fáa fatur á Phoenix. Har halda tey, at tað er stórt spell, at studningurin á Kongafiski er tikin av, tí tað kemur at kosta eina rúgvu av arbeiði á flakavirkinum á Tvøroyri