toppinum, og hvør tað er, sum hevur heilt annað at hugsa um. Tað eru nýggjar fótbóltstíðir. Bæði á Toftum og á Skála. Mótsatt síðsta sunnudag, tá ið B68 í Runavík var óheppið ikki at fáa stig burturúr, tí [...] enn hann vísti, tá ið ÍF vitjaði á Skála. Skil í tingunum Hjá Skála gongur tað við rúkandi ferð rætta vegin. Tað var ikki alla tíðina so hugflogsríkt og væl skipað á Svangaskarði, men tað var í ríkt mál [...] tað onkra løtuna gjørdist ov órudduligt, so hevði Skála sítt grundspæl at detta aftur á. Bólturin varð spældur aftur á vøllin og tvørturum, og tá ið teir royndu at mynda álop, so tóktust spælararnir væl
harvið beinleiðis niðurflyting. Støðutalvan lýsir støðuna í tølum, og á vøllinum í Fuglafirði sunnudagin var tað ikki nógv, sum bendi á, at innheystingin fer at verða so nógv størri næstu vikurnar, enn hon [...] uppundir álopsspælararnar. Báðir partar løgdu tað fyri, sum teir megnaðu. Á báðum liðunum var ein nýggjur maður. Jan Guttesen var á ÍF miðvøllinum fyri fyrstu ferð nakrantíð. Honum tykist tað at fera at verða [...] vera steinur oman á byrðu, tá ið heldur ikki Stanislav Stankov var førur fyri at spæla orsaka av skaða. John Heri Dam tóktist vera hampuliga væl fyri og stóð seg væl. Tøtt mál ÍF legði seg á odda, tá ið knappliga
spæla við stórum spenningi um, hvussu høgt teir fara at megna at røkka á støðutalvuni. Tað var ongantíð heilt stórur munur í spælinum á Mølini. Heimaliðið kom framum, tá ein av verjumonnunum hjá Kí var óheppin [...] stutt undan steðginum at økja til 2?0. Ronnie Samuelsen, sum var góður stýrimaður á miðvøllinum, átti síðsta fótin á, eftir uppspæl í høgru, har Knút Vesturtún alla tíðina hevði tyngd í gjøgnumbrotunum [...] hevði við sær, at spentar støður stóðust í báðum endum. Gunnar á Steig hevði onkra góða bjarging, og eina ferð bjargaði liðfelagi fyri hann á mállinjuni. Og í hinum endanum vardi Meinhardt Joensen fyri,
eygu. Sofus er ein av teimum gomlu garvaðu billardspælarunum. Við honum á liðnum kunnu fuglfirðingar koma langt í 2. deild í ár. Jákup Gaard, sum eisini er ein av teimum gomlu veteranunum í billard í Fuglafirði [...] Hann vann tveir dystir. Nr. 3 í kappingini var Jógvan Jørgensen á liðnum hjá Havnar Klubba við umleið 12 eygum ímeðal. Allir spælarar á Klubbaliðnum vunnu hvør sín dyst. 3. deild Í 3. deild er støðan tann [...] allar tríggjar deildir. Í 1. deild er støðan tann, at Klaksvíkar Klubbi, ikki serliga óvæntað, liggur á odda við 16 stigum, nr. 2. er Billardfelag Kaggans við 12 stigum, nr. 3 er Tvøroyrar Klubbi við 10 stigum
triðja plássinum á stigatalvuni, at strandingar leygardagin fóru til Vestmanna, har útidystur móti KÍF stóð á skránni. Sum so vóru útlitini fyri hesum eisini góð. Kollfirðingar lógu niðastir á stigatalvuni [...] stabilitetur heldur ikki verið tað, sum hevur eyðkent liðið. Fleiri ferðir hava teir havt gott tak á mótstøðuliðunum, fyri síðani at tveita alt burtur í seinastu og avgerandu minuttunum. Sum tølini siga [...] neyðini at satsa so nógv í álopsspælinum, og hóast strandingar royndu at trýsta, so tóktist hetta ikki á nakran hátt at hepnast hjá teimum. Alt sá út til at vera avgjørt, tá KÍF ein góðan minutt fyri leiklok
Gaardbo, sjukrasystir á B 6 á Landssjúkrahúsinum, tá ið hon kom aftur til arbeiðis í gjáramorgunin. Tá ið hon fór í jólafrí var annars onki sum bendi á, at hon fór aftur til arbeiðis á Landssjúkrahúsinum [...] fyri at leggja trýst á leiðsluna á Landssjúkrahúsinum. ? Tað hevur staðið nógv á til tíðir og í hesi vikuni høvdu fleiri av okkum fingið tíð til fund hjá ALS Semjan ímillum leiðsluna á Landssjúkrahúsinum [...] sjúkrasystrarnar á B 7 og á onkologiska ambulantorii siga, tí eftir, hvat skilst, skulu bygnaðarbroytingarnar á B 6 eisini umfata tær og tað verður kanska størri broytingar hjá teimum, enn hjá okkum á B 6.
seg úti á vøllinum. Somikið nógv fingu teir burtur úr, at Kyndil eftir hetta fór út at mansverja báðar, í eini roynd at venda dystinum. Tað eydnaðist teimum eisini á hendan hátt at toga seg inn á mótstøðuna [...] trýstinum, sum nú lág á kyndilsmonnum, og við fríspælingum til Janus Einar, umframt onkrum máli frá egnari hond, hevði hann eftir stuttari løtu togað Kyndil upp aftur á liðina á heimaliðinum. Hetta viðførdi [...] fyrsta korterið av seinasta hálva tímanum leikaði tó framvegis javnt á. Tá fekk KÍF knappliga eina stak góða periodu, har teir við fýra málum á rað syrgdu fyri, at teir rættiliga fingu lagt sjógv millum seg
r, sum inni á virkinum standa, standa eisini aðrastðani í dag. Ein lýsing í Sosialinum sigur frá, at ein advokatur í Havn selur alla útgerðina, sum inni á virkinum er. Tað er Ólávur Jákup Kristoffersen [...] Sørvági: Maskinurnar á flakavirkinum í Sørvági eru lýstar til sølu. Virkið er stongt og letur ikki upp aftur við verandi felag aftan fyri. Hóast flakavirkið er stongt er nakað av lívi á bryggjuni í Sørvági [...] Sørvági. Teir koyra fisk inn á móttøkuna hjá Vinjardi, har hann verður skildur og vigaður, áðrenn hann fer á uppboðssøluna. Eini tveir smærri útróðrarbátar standa uppi og fáa neyðugar ábøtur. Har ganga menn
ímóti. ? Nei Gud svarar okkum á sín egna hátt. Millum annað, og fyrst og fremst við orði sínum, soleiðis, sum vit finna tað í Bíbliuni. Har síggja vit eisini, hvussu Gud á undirfullan og óskiljandi hátt [...] er eisini við í søgunnar gongd í dag. Hóast at vit langt frá altíð skilja tað, sum hendir okkum nú á døgum. ? Vit seta fram spurningar um, hvussu tingini hanga saman? ? Um hvussu Gud, sum er søgunnar harri [...] Hvussu ber tað til, at Gud, sum kallar seg fyri kærleikans Gud, letur sjúkir og ólukkir gera enda á okkum? ? Vit seta fram spurningar um, hví Gud letur kríggj og hungur og herviligar sóttir raka nøkur
hetta verður nóg mikið til at halda antin hoyvíkingarnar ella runavíkingarnar undir sær á stigatalvuni. Aftur á odda Við sigrinum kom VÍF ájavnt við strandingar í stigum, og hóast teir nú hava leikt ein [...] Heina Joensen, sum saman við restini av neistaliðnum helst ætlar sær longur upp á stigatalvuna. Dysturin í tølum: KÍF: Jákup Dam 8 (2), Petur Martin Johansen 4 (2), Petur Martin Poulsen 4, Vagnur Johannesen [...] dugdi serliga Johnny Joensen at gera sær dælt av. Hetta sigur eisini nakað um, hvussu stór breiddin á vestmannaliðnum er. Hóast tað er Sámal, sum vanliga skjýtur tey flestu málini, so hevur liðið so sanniliga