skutu eftir manninum, men tað eydnaðist honum at særa fleiri løgreglumenn, áðrenn hann bleiv raktur so meint, at hann doyði. Vanliga eru vápnaðir vaktarmenn í amerikonskum dómhúsum, men sjálv forhøllin er [...] har 20 børn og seks vaksin vórðu skotin, hevur Barack Obama, forseti, skotið upp at herða lógina. Men uppskotið fær harða mótstøðu frá teimum, sum halda upp á tann grundlógartryggjaða rættin at eiga vápn
hoyvíkingum, men í dag er hetta ein vøkur tjørn, sum dregur nógv fuglalív til sín, bæði dunnur og annan fugl, og eitt nú hevur eitt svanapar ungar har nú á triðja ári. Hendan tjørnin hevur onki navn, men onkur [...] onkur hevur bara kallað hana Hoyvíkstjørn. Men tað er eisini ein onnur Hoyvíkstjørn í Havn, so her kann blandingur skjótt koma í. Á fundi í annaðkvøld, fer Tórshavvnar býráð sostatt at viðgera eitt uppskot
sjógvur kom í maskinrúmið, at skipið fekk ikki siglt, men mátti togast at bryggju í Port Said. Tað er greitt, at sjógvurin kom við eina av síðuskrúvunum, men kavarar, sum vóru niðri í gjár, siga, at har var [...] mekaniskt brek. Tá lekin er funnin og tettur, skal farmurin í land, og Emma Mærsk fer so aftur í sigling. Men tað kann taka rúma tíð, tí alt mekaniskt og elektroniskt, sum hevur verið í sambandi við sjógv, skal
sum frammanundan búgva í Húsavík, men sum nú fara at flyta í nýggj hús. Borgarstjórin sigur, at ein annað grundøki er tøkt aftrat, har hesi bæði húsini eru bygd, men skulu fleiri hús byggjast hinu megin [...] Tað eru nú nøkur ár síðan, at tey seinastu sethúsini vórðu bygd í Húsavík. Men, nú standa so tvey nýggj sethús - lið um lið - uppi, harav onnur at kalla eru liðug, og hini ætlandi verða liðug til heystar
nevndin telur sjey limir, men sagt var á fundinum, at einki var í vegin fyri, at onnur komu í nevndina. Tó skuldi ansast eftir, at nevndin ikki so stór, at hon gjørdist óarbeiðsfør. Men enn ber til at rætta [...] teir tríggir stovnarnir, Fiskimálaráðið, Umhvørvisstovan og Náttúrugripasavnið, sum manna nevndina, men hon er eisini samansett av lokalum kreftum. Stutt kann nevnast, at tað upprunaliga var Jens-Kjeld Jensen
Røst í Lofoten er størsta lundapláss í Noregi. Fyri 35 árum síðani vóru hálv onnur millión pør har, men nú eru bara 350.000, og tey seinastu sjey árini eru ongar pisur komnar undan. Fuglakøn siga, at ov [...] føði, at at fuglurin tí fer frá eggi og pisu. Á oynni Runde longri suðuri var nógvur lundi fyrr, men har og í øðrum bjørgum sunnanfyri er næstan eingin fuglur eftir. Serfrøðingar hjá norska havrann [...] sild, makrelur, lodna og toskur hava flutt seg norðureftir. Lundin livir millum annað av smásild, men nú sildin hevur flutt seg, er minni føði til fuglin, og tí kemur so lítið undan, sigur havrannsókn
grundgeving, at hann hevur tilknýti til al-Qaeda, men higartil til fánýtis. Qatada hevur sitið í varðhaldi, meðan rætturin hevur viðgjørt mál hansara, men hann verður latin leysur í dag. [...] teir jordansku myndugleikarnir vildu veita vissu fyri, at hann ikki bleiv píndur í fongslinum har. Men tann bretski kærudómstólurin sigur í síni niðurstøðu, at hann hevur ikki fingið vissu fyri, at maðurin
er tí stóra til fyrimunar. Tí vinna tær 451 atkvøðurnar fimm menn, meðan hinir listarnir – 245 og 259 atkvøður í part – bara vinna tveir menn í part. Um hesar atkvøðurnar høvdu verið vunnar á einum og sama [...] er tað, at teir báðir borgarligu listarnir í Fuglafirði vunnu fleiri atkvøður enn samgongulistin, men at teir kortini mistu valdið. Samlaða atkvøðutalið hjá teimum borgarligu er 504. Hjá samgongulistanum
kenning og við ongum koyrikortið. Men tann, sum eigur bilin, sleppur heldur ikki ókeypis burtur úr hesum. Tað vísti seg nevniliga, at hann hevur sett bilin frá sær, men læt lyklarnar standa í. Og tað er [...] táið klokkan akkurát var farin av fýra í morgun. Tað vísti seg, at unglingarnir áttu einki í bilinum, men høvdu stolið hann úr Fuglafirði. Somuleiðis vísti tað seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka
flogfør, sum eru minni enn 70 kilometrar burturi, men Ísrael hevur eisini ta amerikonsku rakettverjuna "Arrow", sum kann raka langtberandi rakettir. Men tað er dýrt at brúka "Iron Dome". Tað kostar upp [...] Hamas sigur, at fleiri rakettir hjá teimum hava rakt Tel Aviv. Tað hava ísraelsmenn ikki váttað, men teir siga, at Hamas hevur skotið 135 rakettir ímóti Ísrael teir seinastu 11 tímarnar.