Makedonia, Póllandi og Týsklandi innan 4 dagar. 3 stig í hesum dystunum kunnu fara at vísa seg at verða nóg mikið til at røkka hálvfinaluni. Noreg skal spæla ímóti somu londum, men við ongum stigi í mil [...] Lars Christiansen ávarar, at talan verður um tríggjar harðar dystir ímóti Makedonia, Póllandi og Týsklandi: - Tað er eingin ivi um, at tað verða nakrir harðir dystir. Menn fara at stríðast. Summi av okkara [...] tvungin til at vinna. So vit mugu betra um okkara spæl. Segði Lars Christiansen við danska TV2. Danmark spælir ímóti Póllandi í morgin kl. 19. Pólland hevur einki stig, og eru pískaðir til at vinna á Danmark
tó minni verði gjørt burturúr, tí lítið hevur verið at hoyra um hana, men hon verður latin longu í morgin, tá onkur fær ivingarsama heiðurin fyri at hava gjørt okkurt heilt býtt í ár. - Eg vil ikki siga [...] Dimmalætting. Hann heldur eisini, at tað hava verið nógvir møguligir kanditatar til neyðrakettina, men nærri vil hann ikki koma inn á, hvørji eru í uppskotið. - Tað er skjótt at koma í tankar um nógv nøvn. Vit [...] heiðurin uppibornan, greiðir Árni Gregersen frá. Hann leggur afturat, at hann ikki veit, hvar rakettin verður handað, men tað kann hugsast, at hon verður handa í húsinum hjá okkum ella heima hjá viðkomandi.
rennandi. Hugsandi, at hetta var ein starvsfelagi steðgaði hann bilinum, men tá maðurin kom yvir til bilin skrykti hann hurðina upp, og kravdi at fáa bilin, alt meðan hann rópti og hótti við at drepa og stinga [...] stinga mannin í bilinum. Hetta helt á í einar 20-30 minuttir, til maðurin í bilinum at enda fekk sannført óða mannin um, at flutti hann seg, so hann slapp úr bilinum, skuldi hann fáa lyklarnar. Bilførarin [...] SMS, har óði maðurin bæði sló og sparkaði eftir bilføraranum, sum tó kláraði at halda seg undan. Bilførarin hevði klárað at varðskógva vaktina í SMS, og hesin ringdi eftir løgregluni, sum stutt eftir var
Á melodi síðuni megnar Eager To Please ikki at liva upp til hesi krøv. Melodiirnir eru ikki nóg fangandi til, at tú fellur fyri teimum, men nóg banalir til at tú troyttast skjótt av teimum,. Hetta er synd [...] ljóðmyndin so ógvislig, at teltið var fylt á tremur av henni. Fyri einaferð skuld ljóðaði tað væl í hesum ofta so svikaliga telti. Tónleikurin var ein long røð av teirra egnu løgum, ið eru at finna á teirra fyrstu [...] synd fyri ein so væl spælandi bólk, ið antin átti at fingið sær hjálp við lagskrivingini, ella bara dyrka tað at spæla lániløg og geva teimum ein Eager To Please dám.
in hjá Brøndby, Martin Ericsen, hevur fyri donskum miðlum sagt, at lutakastið hjá hansara felag var so at siga optimalt. – Eg metti, at eitt lið frá Føroyum ella Luksemburg vildi hóska okkum best. Tá tað [...] tess: – Tað er stutt at ferðast, og tað er bíligt hjá okkum. Vit koma eisini til kendar umstøður, sum eisini hevur stóran týdning, metir Havgrímur Johannesen, sum eisini heldur, at reint ítróttarliga er [...] er Brøndby heldur ikki av leið hjá B36. Havgrímur Johannesen skal nú til at fyrireika Danmarkarferðina hjá B36, men hevur tó tíð at geva venjaranum hjá hinum føroyska liðnum í UEFA-Cup, EB/Streymi, eini
siga tey, at høvuðsmotorur og ljósmotorur verða klassaðir, áðrenn skipið fer nakran veg. - Vit fóru undir at skrúva høvuðsmotorin sundur mánadagin, og væntandi fara einir tveir mans hjá okkum at arbeiða [...] í Føryum. Skiparin sigur, at tað er ikki óhugsandi, at Sancy verður tað, sum rópt verður, ?chasari? í seismikkvinnuni í Grønlandi. Nakrir mans hjá reiðarínum arbeiða nú við at snøgga um skipið, og fyrsta [...] Helgi Davidsen, sum er ættaður úr Runavík, fer at føra Sancy, ið hugsandi verður ?chasari? í seismikkvinnuni í Grønlandi Djúpvatnstrolarin Sancy, sum hevur verið ein partur av føroyska fiskiskipaflotanum
lagi; góð løg, góður sangur og gott spæl. Men í kvøld fann eg út av, at eg onkrastaðni innií saknaði at hoyra tónleikin í bólkahøpi. At hoyra meiri enn Lenu og kassagittara. Aftrat sær hevði Lena nakrar [...] sjálvandi eisini Niclas Johannesen (gittar). At hesir duga sítt kramm hoyrdist eisini aftur. Tað svingaði, og sum lurtari hvíldi tú í, at tónleikararnir fóru at bera Lenu gjøgnum settið á ein virðiligan hátt [...] í kvøld var søgan ein heilt onnur. Langt síðani, at eg havi hoyrt so gott ljóð. Alt hoyrdist væl og við rættari styrki. Tað gav tónleikinum loyvi til at traðka ótarnaðan fram.
landinum. Her hevur pápin greitt frá, at hann bleiv órógvaður av einum ferðsluóhappi, og at hann varnaðist einki, fyrr enn hann sá, at ein løgreglumaður royndi at sleppa tí innistongda dronginum til hjálpar [...] sera góður við síni børn , men at hann kortini helst verður skuldsettur fyri óætlað manndráp. Læknar hava greitt frá, at Zoe livdi millum tríggjar og fimm tímar, eftir at pápin hevði sett bilin frá sær [...] skilti ikki, at gentan sat deyð á baksetrinum, sigur ein talsmaður fyri løgregluna við bretska blaðið The Times. Annar tilburðurin Franska blaðið Le Parisien skrivar frá vinfólki hjá manninum, at hann er sera
nøkur ár, og fer kravið helst at økjast, sum frá líður. Havi í nøkur ár í orðaskiftinum um fiskidagar roynt at tosað fyri eini skipan, sum ístaðin fyri tilfangisgjald so heldur at kravt nøkur oyru fyri hvørt [...] hvørt avreitt kilo til at keypa skip út úr vinnuni fyri. Má viðganga, at undirtøkan fyri hesi hugsan hevur ikki verið til staðar, kanska var tíðin við góðum fiskiskapi ikki tann rætta at fara í gongd við stórar [...] stórar broytingar, og eisini bert nøkur fá ár eftir, at tað almenna gjøgnumførdi eina upphøggingarskipan. Men nú burdi tann lagaliga løtan verið til staðar, tí fleiri skip liggja vegna manglandi manning
. Orsøkin til at Føroyar ikki vóru komnar á kortið var, at Føroyar ikki hava eina WWF skrivstovu, og tískil hoyra undir donsku skrivstovuna í Keypmannahavn. Í Danmark vóru tey sinnaði at hjálpa føroyingum [...] tó avdúka, at Føroyar, hóast tiltakið varð hildið, ikki vóru á heimskortinum hjá heims-djóraverndar-felagsskapinum undir Sameindu Tjóðum, WFF, sum samskipar tiltakið. Tá tað var greitt, at Føroyar ikki [...] skrivaðu tey úr Danmark til Avstralia. Í gjár komu boð beinleiðis úr Avstralia, at tey høvdu gingið umsóknini á møti, og at Føroyar loksins eru komnar á Jarðartímakortið fyri 2009.