stjóri í Faroe Salmon, at fellið ikki hevur verið so stórt um vikuskiftið, sum tað var í seinastu viku. Hetta kundi bent á, at talan ikki er um ILA kortini. Enn ber tó einki til at siga við vissu. Úrslitið [...] Úrslitið av royndunum verður væntandi kunngjørt mikudagin, og tá ber til at siga, um talan er um ILA. Jón Purkhús vísir á, at tað var harður streymur og nógvur vindur inn á sundið í seinastu viku, og tað kann [...] Í blaðnum leygardagin stóð, at illgruni var um ILA í einum alibrúki við Kunoyarnes. Hetta er komið skeivt fyri, tí talan er um eitt alibrúk hjá Faroe Salmon í Hvannasundi. Vit biðja lesaran um umbering
útlendsku íleggjararnir hava eisini gjørt greitt, at hann er ikki teirra maður. Men hetta hevur ikki ávirkað veljararnar, sum eftir ølælum at døma fara at velja hann til forseta í morgin. [...] í Brasil hevur ikki so nógv at fegnast um. Búskapurin er illa fyri, nógvir útlendskir íleggjarar hava stungið í sekkin, og arbeiðsloysið veksur í hvørjum. Nógv stúra fyri, at gongdin skal gerast tann sama [...] í grannalandinum Argentina. Nógv bendir á, at brasilsku veljararnir longu hava avgjørt, hvør skal leiða landið tey næstu árini. Veljarakanningarnar benda á, at tann 57 ára gamli fyrrverandi skópussarin
flogfelagnum, Grønlandsfly. ? Tað er einki dulsmál, at tað lættir um hjá báðum pørtum, at vit kunnu gera hetta í felag ? og vit hava eisini tosað um at lata dyrnar standa á gloppi, um Iceland Air eisini [...] fólk ganga dagliga framvið nýggju avgreiðsluni hjá Atlantsflog, at Magni Arge sigur, at hetta samstundis er eitt kærkomið høvi hjá felagnum at marknaðarføra seg, tí har koma nógv ferðavand fólk framvið, og [...] beint yvir av, har ferðfólk til Føroyaflogførini vanliga kekka inn. ? Hetta er fyrst og fremst fyri at geva ferðafólki okkara betri tænastu, sigur Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi. ? Hetta lættir nógv
skilst á Hergeri Nielsen, ætlar hann ikki, at hetta uppskotið skal verða tann endaliga fíggjarlógin, sum samtykt verður. Hergeir Nielsen sigur við Sosialin, at landsstýrismaðurin við vinnumálum loypir frá [...] frá gjørdum avtalum í fíggjarlógaruppskotinum. Hann vísir á, at landsstýrismaðurin við vinnumálum hevur roynt at selt suðringum ein tunnil millum Øravík og Hov fyri 100 milionir krónur, sum skuldi koma [...] havnagerð. Og tað fer Hergeir Nielsen ikki at lata sær lynda, sigur hann. ?Landsstyrismaðurin við fíggjarmálum hevur sett seg upp móti løgtingsins vilja, og tað fer at svíða sum vøllir, sigur Hergeir Nielsen
longdir til fyri at náa hesum máli. Stuðulssvimjing Endamálið við svimjingini var at fáa penging til vega til felagið. Privatpersónar og fyritøkur høvdu frammanundan bundið seg til at rinda eina ávísa [...] hann var sera væl nøgdur við tiltakið. Ætlanin var annars at fáa hetta metið við í Guinnes metbókina, men hon boðaði frá, at áhugi var ikki fyri at seta hetta metið í bókina. Einasti trupulleikin var, tá [...] Hetlandi vóru 24 svimjarar í aldrinum 10-16 ár úr svimjifelagnum Skeggjum við á ferðini. Ætlanin var at svimja út í eitt í tí lítla hylinum umborð á skipinum á túrinum úr Tórshavn umvegis Lerwick til Bergen
Hanna. ? Tað er alíkavæl eitt sindur betri at vera í Havn. Hanna sigur, at hon plagar at vera í Gøtu hvørt summar og vitja ommuna, meðan Marjun plagar eisini at vera á Sandi og í Kollafirði. [...] gravimaskina gravar og gert klárt. Tá Hanna og Marjun eru í Gøtu plaga tær at vera á spæliplássinum og á sandinum. Eisini plaga tær at spæla við onkrar aðrar gentur í bygdini. Tær nevna onkrar við navni, Elspu [...] Syðrugøta: Um vikuskiftið verður Gøtustevna í Gøtu. Tó var ikki so nógv fólk at síggja í bygdini tann dagin Sosialurin trillaði framvið. Men vit hittu tvær smágentur, sum koma úr Havn. Tær halda summarfrí
uppá seg, at fiskavirkir leggja stilt einar 2-3 vikur um summarið. Á virkjunum hjá Sandoy Seafood plaga tey ikki at leggja stilt, men í ár verður øðrvísi. Magnus Jespersen, stjóri, sigur, at øll framleiðsla [...] virkjunum. Trol-og snellufiskur Stjórin sigur, at hampiliga fitt av fiskaarbeiði hevur verið í summar, og sum oftast hevur eydnast at keypa so mikið av ráfiski, at arbeiði hevur verið samanhangandi. Onkur vika [...] keypt nakað av snellufiski frá Morning Star, sum landaði á Toftum. Týsdagin visti Magnus Jespersen ikki at siga, um nøkur landing verður hesa vikuna.
Orsøkin til sakarmálið var, at fleiri kundar hjá bilainnflytaranum klagaðu til brúkaraumboðsmannin, tí teir meintu at bilainnflytarin setti órímilig krøv til teirra viðvíkjandi garantiinum uppá nýggjar [...] autoriseraðum bilverkstaði, fall garantiið burtur. Bilhandlarin hevur eisini plikta seg til ikki at seta krøv um at tænastur og umvælingar - ið ikki eru umfataðar av garantiinum - skulu verða gjørdar á einum [...] garantiinum uppá nýggjar bilar, sum t.d. at bilarnir verða viðlíkahildnir av útbúnum umvælarum og í samsvar við leiðbeiningarnar í servicebókini. Tó verða ongi krøv um at arbeiðið skal verða gjørt á einum a
politikararnir fáa møguleikan at hitta samkynd fólk. Eg og Søren greiða frá okkara støðu, og politikararnir hava møguleikan at spyrja tað, teir vilja, sigur Bogi Davidsen. At betra um kjaka vónar Bogi verður [...] sett sær fyri at tosa við allar teir politisku flokkarnar í Føroyum. Hetta ger hann saman við Søren Nielsen, sum hann livir saman við í samkyndum parlagi í Danmark. Higartil letur Bogi væl at fundunum. Týsdagin [...] av prátinum við politikararnar. Bogi er dagligt lækni í Danmark, men hann hevur ikki hug at flyta til Føroya at búgva, sum støðan er nú. ?Í Danmark eri eg bara lækni og livi eitt vanligt lív. Tað er kortini
sigur, at bin Laden sjálvur hoyrist á upptøkuni, og at hann nevnir fleiri av teimum, sum rændu tey fýra amerikansku flogførini. Millum teirra, sum bin Laden nevnir, er Mohammed Atta, sum eftir øllum at døma [...] bin Laden hyggja at myndum av verjumálaráðnum Pentagon, sum var annað av málunum tann 11. september í fjør. Ein av yvirgangsmonnunum, saudiarabin Abdul Aziz al-Omari, sigur í upptøkuni, at hann hevði fingið [...] tann 11. september. Al-Jazeera vil vera við, at upptøkan er gjørd í afghanska býnum Kandahar, sum var háborgin hjá Talibanstýrinum. Sjónvarpsstøðin heldur, at upptøkan kann verða gjørd í sambandi við ársdagin