og tað ber við sær, at Klaksvíkingur hevur 35 stig. Norðingur stóð seg ikki væl á fjarðastevnu. Tá sá tað út til, at okkurt kiksaði tíðliga í róðrinum, og tá megnaði Norðingur ikki at vinna seg fram aftur [...] Tað sá út til, at talan fór at vera um majestetiskan sigur, tí eina løtu var munurin ein bátslongd. Men Nólsoyar Páll hekk væl í, og í endaspurtinum tók Nólsoyar Páll seg so nógv fram, at fjarstøðan bara [...] bara var ein stórur skutur, tá ið bátarnir fóru um málið. Klaksvíkingur er stórfavorittur at vinna 11. FM heitið. Metið í FM heitum fyri 10-mannafør eigur Havnarbáturin, sum eigur 13 FM heiti. ##med2##
hava seipaðu dekkini verið flutt inn í landið. Tað nýggja er, at nú ber til at fáa dekkini seipaði í Føroyum. At seipa dekkini vil siga at dekkmynstrið verður skorið í skivur ella lamellir. Hetta hevur [...] og ómakaleyst at fáa dekkini seipaði. Hjólini verða tikin av bilinum og sett upp í seipimaskinuna uttan at taka dekkið av felguni. Í okkara grannalandi, Íslandi, er tað heilt vanligt at t.d. jeepar koyra
bollar eru at fáa í køkinum hjá HTH. Snák hevur tímatilboð sum ikki eru til at lata fara framvið. Fríðkan er í villa horninum og setur litríkar lokkar í hár, piersar og hevur super gott tilboð uppá at fáa hol [...] tilbod í samband vid tiltaki, og Teldumaðurin er at hitta um eitt telduprát. Opið verður til kl 24.00 og væntað verður at nógv fólk leita sær niðan at verða eina uppliving ríkari. [...] Fríggjadagin og kvøldið 2. juni verður spennandi at leita sær niðan í Miðlon, har nógv er á skránni, og handlarnir hava gjørt seg úr til hettar. Kl 16.30 & 18.30 eru tveir klóvnar á vitjan á Torginum,
verka við hesi ætlanini, sum fer at verða øllum teimum koyrandi at gagni. Arbeiðið fer at taka ein stóran part av komandi ári. Annars verður arbeitt við eini aðrari ætlan um at gera ein uttara ringveg inn í [...] í Havnina. Alt hetta fer at lætta um hjá ferðsluni. Hinvegin er ikki óhugsandi, at ein beinanvegin má fara undir fyrireiking av øðrum loysnum, við teirri ferð sum talið av bilum økist dag frá degi. [...] gerðabýti við ein av jarðareigarunum við rundkoyringina. Talan er um eitt 400 fermetrar stórt øki. At gera eina tílíka rundkoyring er ein landsuppgáva, men sum skilst er eingin loysn enn funnin á hesum
í hylin at hugna sær eina løtu. Teir skiftust um at vera í bátinum, og tá teir komu at landi aftur fingu teir okkurt góðgæti frá tí eina pápanum, sum var við henda dagin. - Vit plaga altíð at hava onkran [...] tess, plaga dreingirnir í Vestmanna at leita sær niðan í tann stóra hylin í Fossá. Hetta er eitt sera væl umtókt spælistað hjá teimum, og her fáa teir mangar løtur at ganga. Serliga tá báturin er við. Tað [...] Hans Martin. Tíverri var ein ár brotin, so í dag fingu teir ikki gjørt tað sum teir so mangan plaga: At rógva kapp. - Vit rógva herfrá og yvir har, og so aftur. Tann sum rør skjótast, hann hevur vunnið.
undir heilt øðrum umstøðum. Teir hava gjørt av at taka av einum tilboði um at arbeiða í oljuvinnuni í algerisku oyðimørkini. Oljumenninir siga við Aftenposten, at tað er munur á arbeiðsviðurskiftum. Í oyðimørkini [...] regn og kavarok hava teir nú sandstormarnar at stríðast við. Teir kunnu gera líka nógv um seg sum stormarnar í Norðsjónum, og tí hendir tað av og á, at heimferðin má útsetast orsakað av sandstormi. [...] Teir 50 menninir arbeiða hjá Statoil, og teir dylja ikki fyri, at tað er fyri ein stóran part lønin, sum hevur fingið teir at fara til Afrika, tí har fáa teir tvær ferðir so nógv burturúr. Statoil hevur
staðið. Hóast tað regnaði nakað illa, gekk lættliga at fáa lagt út oljusperruna rundan um bátin. - Vit løgdu hesa sperruna út, fyri at forða fyri at umhvørvið varð dálkað av oljuni. - Hetta arbeiðið gekk [...] sløkkiliðið í Klaksvík boð um at koma oman á vestaru bryggjuna. Hetta hendi eftir fráboðan frá einum persóni sum hevði gingið har framvið. Hesin hevði lagt merki til, at olja lak úr Havnatindi, sum lá [...] leiðari hjá sløkkiliðinum. Í regninum og vindinum fyrrapartin í morgun vóru menn frá IRF í ferð við at súgva upp sum mest av oljuni innanfyri sperruna. Tað er spf. Sjómentir sum sambært Skipalistan 2006
Ætlanin er at hava nógv tiltøk á skránni sjálvan upplatingardagin 29. apríl. Men bæði undan og aftaná verða fleiri tiltøk sum fara at seta veruligt fokus á býin og tað hann hevur at bjóða innan allar [...] undir leiðslu av Meinhardi Bjartalíð at syngja. Klaksvíkar Hornorkestur fer at spæla, m.a. Tunnils-Marsjin eftir Goff Richards. Aftaná hetta fer vinnumálaráðharrin at klippa tann gylta snórin, og so verður [...] mentanargreinir. Til tess at samskipa alt hetta eru settir tveir samskiparar Steintór Rasmussen og Dávur Winther og kunnu teir longu nú boða frá teimum fyrstu spennandi tiltøkunum á heimasíðuni hjá Klaksvíkar
Neistanum í drúgt áramál. Men hann leggur dent á, at hendan støðutakanin einki hevur við tilknýti hansara til felagið at gera. - Tað skal eingin ivi vera um, at var talan um eitt reytt kort ella burturvísing [...] a dómsnevnd. Og tað skal ikki vera nøkur loyna, at eg eri fullkomuliga ósamdur í avgerðini, sum er tikin. Tí havi eg við gildið frá í kvøld gjørt av, at eg taki meg úr øllum nevndararbeiði fyri Hondbó [...] vil skapa reint anarki innan hondbóltin. Tú brúkar eina mest sum tilvildarliga upptøku til knappliga at broyta siðvenju, og tað kann eg slettis ikki góðtaka. Jógvan Martin hevur bæði sum spælari og síðani
kavælingini. - Hitin fer at liggja um frostmarkið, so tað er at vóna, at bilarnir nú eru skøddir. Vit hava jú longu havt onkra einstaka frostnátt, so møguliga hava bilførar longu valt at skifta summardekkini [...] ikki serliga spennandi, tá hugt verður at veðurvánunum, sigur Petur Skeel Jacobsen. - Fleiri látrýst ferðast í løtuni kring Føroyar, og fram til mánadagin fara hesi at hava slavna og lýggja luft við sær. [...] um nakað av vindi kortini. Upp í stívt andøvsgul, sum svarar til 5-10 m/s. Men síðani tykist veðrið at versna, so hvørt sum látrýstini fara longur suður. Mánadagin verður ættin av landssynningi og eystri