og strúkarar, fara at framføra eina av Orkestursuitunum hjá Bach. Helga Gerðalíð og Meinhard Bjartalíð fara at spæla orgultónleik av Bach. Sopran-solisturin, Daisy Johannessen, fer at syngja tvær kendar [...] mein Heiland sterben« og »Jauehzet Gott in allen Landen« og Klaksvíkskórið fer at syngja Bach-koralir. Kórið fer m.a. at framføra »Jesus bleibet meine Freude« saman við orgul og obo, og »Nú takkið Gudi [...] Gudi øll« saman við orgul, tveimum cornettum og paukum. Fólk fáa møguleikan at stuðla tiltakinum, við tað at talvan verður sett fram í forkirkjuni. Eftir konsertina siglir Alfa Pilot frá Stongunum til Leirvíkar
Hetta var enn eitt dømi um, at tað er torført at vera tann lítli, sum stríðist ímóti tí stóra. Vit kunnu siga, at dómarin valdi eina nullloysn í einum føri, tá hann átti at víst einum á heimaliðnum út [...] royndi at reisa seg aftur, og so var tað, at hann hevndi seg. Dómarin sá tilburðin, og hann gav tvey reyð kort. Tað kundi hann kanska gera, men eftir mínum tykki hevði tað verið meiri upplagt, at hann gav
Tað vóru ikki tey stóru tíðindini at frætta undan ríkisfundinum. Tí hann er óformligur á tann hátt, at eingin dagsskrá verður gjørd. Heldur ikki eru embætisfólk við á fundinum, tá Motzfeldt, Kallsberg [...] sessast um fundarborðið. Anfinn Kallsberg løgmaður, segði áðrenn hann fór avstað gjáramorgunin, at hann fór at rógva aftur á tey mál, sum hava verið umrødd millum Danmark og Føroyar, eitt nú flogvøllin í [...] januar í fjør. Tá var Edmund Joensen løgmaður. Løgmaður segði, at hann ikki hevur stórvegis viðmerkingar til ríkisfundin í gjár, av tí at hann ikki hevur verið við áður, og tí ikki veit stórvegis um, hvussu
Semja er eisini um, at Finbogi Arge verður sitandi sum landsstýrismaður, og hann fer heldur ikki at seta Henning Jacobsen aftur í starv sum landsverkfrøðing. Í gjár var annar dagur, at starvsfólkið hjá [...] Av løgmansskrivstovuni var í gjárkvøldið sagt, at samgonguflokkarnir eru samdir um, at framferðin í málinum hevur verið hendan: A. Fyrisitingarligi parturin í málinum: Løgmaður og avvarðandi landsstýrismaður [...] uppsøgnini av landsverkfrøðinginum. B. Politiski parturin í málinum: 1. Landsstýrismaðurin boðar frá, at málið um samanlegging hevur verið viðgjørt óheppið. 2. Ein ítøkilig ætlan verður løgd fyri samgonguna
esperantoblaðnum Monato). Hví føroyingar tykja hava valt at nýta enska framburðin /júro/ fram um allar aðrar, er ikki gott at vita. Vit plaga heldur at vilja hava alt »sum í Danmark«, men kanska er hetta eitt [...] eitt tíðartekin. Tú kundi spurt, um tað næsta so verður, at vit heldur enn at siga /Evropa/ nú eisini skulu kalla heimspart okkara /Júrop(a). - Betur hevði sitið, um vit á føroyskum góvu hesi »júroini« [...] hon kortini verður so ymisliga framborin, og her valdu, so sum Jóhan Hendrik hevur skotið upp, at sagt, at á føroyskum eitur felagsgjaldoyrað í Evropasamveldinum ein evra (veikt bent kvennkyn: »eg eigi
úr Føroyum, íalt 17 luttakarar. Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at savna saman arbeiðshættir, sum verða brúktir í norðanlondum, at staðfesta, máta jørðoyðing (erosión) og hvussu skaðarnir møguliga kunnu [...] arbeiðshættir til endamálið. Nevnt kann verða, at Íslendsku stovnarnir, Rannsóknarstovnur Landbúnaðarins og Landgreiðslan (tey, sum millum annað starvast við at sáða og taða hagarnar) fingu umhvørvisheiðurslønina [...] norðurlendsk ráðstevna er á Hotel Hafnia í Tórshavn í hesum døgum, 21.-25. september 1998, Metoder at konstatere, kvantifisere og forebygge jorderosion i skovfrie fjeldområder. Luttakararnir koma úr Íslandi
ársaðalfundi at heita á Føroya Landsstýri at virka fyri, at US-avbyrgingin av Kuba við teirri herdu og kriminellu Helms-Burton lógini verður avtikin. Samstundis loyva vit okkum at minna á, at Kuba eftir [...] ófatuligt stríð vegna US-avbyrgingina, lívfrøðisligum og búskaparligum kríggi úr USA. Eisini minna vit á, at avtøka av avbyrgingini hevur verið fyri á aðalfundi Sameindu Tjóða rættiliga nógvar ferðir. Tey seinnu [...] undir við avbyrgingini, nevniliga USA og Ísrael. Vit mótmæla hesum mannarættindabrotum, havandi í huga, at eitt og hvørt av heimsins londum hevur rætt til ta samfelagsskipan, fólkið vil hava. Kubanska fólkið
At tað regnaði og var eitt sindur myrkt í veðrinum gjørdi óivað sítt. At tað ikki var FM-kappróður var kortini óivað størsta grundin, at ikki so nógv fólk vóru til stevnuna, sum tað ofta hevur verið undanfarin [...] svimjihilin, so fólk kundu hyggja at teimum. Nógv ymisk sløg av modellbátum vóru sýnd fram bæði av fuglfirðingum og fólkum aðrastaðni frá. Mest spennandi hjá fólki var tó at síggja teir fjarstýrdu bátarnar [...] undanfarin ár. Trupult var eisini at fáa bátar til kappróðurin. Eitt nú var eingin 10-mannafarsróður, og aðrir róðrar vórðu bara við nøkrum fáum bátum. Modellbátar Millum nógv onnur tiltøk, var eisini eitt
ynskja honum tillukku. Eisini skal tað vera honum væl unt at koma til arbeiðis um morgnarnar, uttan at skula noyðast at lesa bæði gor og gall frá ónevndum lesarum. Steinbjørn B. Jacobsen [...] takinum. Hann hevur havt ein dreym um at gera eitt lesiverdugt blað fyri allar føroyingar. Tað kendist sum hann tað kvøldið setti krúnuna á verkið. Allar grundir eru fyri at takka honum fyri arbeiði og ynskja [...] tú blaðstjóran á »Tíðindablaðnum Sosialinum«, Jan Müller, koma fram á sjónvarpsskíggjan og kunngera, at nú verða eingi dulnevnd lesarabræv prentað í hansara blaði. Eisini í blaðheiminum eru huldumenninir
.. - men vit eru trý ættalið sum ætla at hugna okkum saman við tykkum í ein góðan tíma, verður sagt frá sjónleikarunum. ? Onkur fer at spæla uppá - so vit vóna at fáa eina góða sangløtu eisini, og hvør [...] verður sagt, at teir sjónleikarar, sum vitja í Tilhaldinum í dag frá kl. 14.30 til 16.00 eru Magna, Bjørgfinnur, Jytte, Rúni, Birita, Lina, Malan, Kjartan, Jón, Jóanna og Gunhild. Sagt verður, at hesir sj [...] sjónleikarar fara at siga frá søgu felagsins, søgu Sjónleikarhúsins, persónligum upplivingum á palli, bera fram yrkingar og vísur, siga frá um leikætlanir og virkið fyri 1998/99, siga eitt sindur um ta broyting