málinum var munurin bara ein skutur. Kappingin var rættuliga spennandi, tí Ritan, Jallur og Junkarin vóru eisini væl við, og tað leggur upp til stóran spenning, tá ið tað annan leygardag verður kappróður í Kollafirði [...] 5-MANNAFØR KVINNUR Ørnin úr Sandavági var fyrst á mál í kappingini millum 5-mannafør við kvinnum. Harvið hevur Sandavágur fingið um endan aftur í hesi kappingini, eftir at tað í nøkur ár ikki hevur hilnast [...] hilnast heilt so væl. Ørnin vann FM í kappingini millum 5-mannafør í 1988, 1990, 1991, 1997 og aftur í 1998. Eingin bátur hevur í hesum tíðarskeiðnum verið so ofta meistari, sum Ørnin hevur verið tað. Tey
Fyrst í mars í ár lat Høgni Hoydal, fólkatingsmaður, eina kæru til Løgtingsins Umboðsmann um Innlendismálaráðið. Kæran snúði seg um viðgerðartíðina av umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvi, og bað Høgni [...] Høgni Hoydal Løgtingsins umboðsmann um at kanna og meta viðgerðartíðina av umsóknunum hjá tveimum ávísum persónum, ið hava søkt um varandi uppihaldsloyvi í Føroyum. Í báðum málunum var niðurstøðan, at Inn [...] lækkað á heysti 2004. Umboðsmaðurin vísti á týdningin av, at mál verða viðgjørd á forsvarligan hátt, og at viðgerðin ikki eigur at taka longri tíð enn neyðugt er.
ein fittur drongur, sum máldi 54 cm og vigaði 4600 g. Foreldrini eru Marjun Brockie úr Havn og Eyðfinn Pattinson úr Funningsfirði. Stolta stórasysturin eitur Katrin og er 6 ár. Alt gekk, sum tað skuldi, [...] Marjun varð sett at eiga longu 19. des. Ársins fyrsti føroyingur var sostatt tvær vikur seinkaður. - Fyrst hopaði eg, at eg fór at eiga áðrenn jól. Men tá tað dróg út, hopaði eg bara ikki, at eg fekk verkir [...] til 2006 sigur Marjun, sum nú bara er glað fyri at lítlibeiggin er komin til verðina í øllum góðum og sær út til at trívast væl.
Tað vóru fyrst sungnu orðini á G!Festivalinum í ár. Kári Sverrisson sang 12 sangir á spæliplássinum, sum er ein nakað minni pallur, enn tann á sandinum. Sólin skein inn á pallin alla konsertina, og saman [...] av fløguni “Meðan vit nærkast jørðini,” og einir tríggir eru ikki útgivnir, so tað var nýtt tilfar. Tá konsertin var komin væl í helvt, kom Jens Thomsen á pallin og spældi undir ein sang. Tað var sangurin [...] ein hegnpeli, sum var riggaður til sum ein kontrabassur. Rímiliga fitt av fólki var til konsertina, og øll lótu væl at framførsluni.
fólk hava hug og møguleika til tess, kunnu tey nú bíleggja sær atgongumerki til skemtileikin Kaktusblóman umvegis heimasíðuna hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Hetta er ein roynd fyri fyrst frá felagnum [...] eisini bíleggja á netinum. Og tað kann gerast allan dagin inntil klokkan 18. Tá ein ætlar at bíleggja á netinum, er bara at fara inn á heimasíðuna hjá felagnum, sum er www.kls.fo og fylgja upplýsningunum har [...] har. Treytir eru settar fyri, at ein bílegging verður góðtikin av felagnum, og mugu hesar verða fylgdar fyri, at ein skal hava ognað sær eitt atgongumerki. Hetta hava tey í sjónleikarafelagnum gjørt av
arnar. Bilurin er í sama klassa sum t.d. Opel Mevira og Toyota Yaris Verso. Fiat Idea, sum fæst bæði sum bensin og diesel, væntast til landið fyrst í februar Kelda: Bilfríðkan [...] komin í útgávuni 1,8 CDX við 122 hk, ið er betri útgjørdur við t.d. klimaanleggi, fínari interiøri, og fløguspælara við box til 6 fløgur. Bilurin verður seldur til sera kappingarførar prísir, verður upplýst [...] Hyundai Getz 1,3 var tann mest økonomiski bilurin at eiga, um bileigarin t.d. hevur bilin í fýra ár og koyrir 20.000 km um árið Kelda: www.bilpriser.dk Fiat Idea í februar Ein heilt nýggjur bilur, Fiat
gjørdist 1-1, eftir at heimaliðið, sum fyrst hevði vindin og regnið í ryggin, hevði verið á odda í steðginum. Úrslitið ber við sær, at Randers framvegis er niðast, og at tað ikki eydnaðist Esbjerg at sleppa [...] superliguni, bar tað ikki til at fáa uppgerðina í Randers millum uppflytararnar í superliguna, Randers FC; og Esbjerg avgreidda. Tað komst av, at Esbjerg spældi í Intertoto Cup. Mikukvøldið varð útsetta uppgerðin [...] oddaliðnum, Brøndby. Sunnudagin sær skráin soleiðis út: AaB-Herfølge, Esbjerg-AGF, FCM-FCN, OB-Silkeborg og FCK-Viborg.
styrkismettu liðini komu úr pottinum fyrst, og so vóru bara Formula-lið eftir at draga. Her verður størsti áhugin ivaleyst kring dystirnar í Runavík, har HB kemur á vitjan, og í Gøtu, har KÍ kemur á vitjan. [...] í Formula-deildini, vórðu tvey feløg drigin í pottin, sum fór beinleiðis í næsta umfarið, og hesi gjørdust ÍF og SÍ. Hini liðini, sum ikki eiga umboð í Formula-deildini, skulu spæla soleiðis í fyrsta umfari
hesi verkætlan og fingið koyringina í lag. Ein ætlan varð gjørd um at bygdaleiðir skuldu hava skipaða rutukoyring um alt landið. Fyrsta rutan hjá Bygdaleiðum var millum Havnina, Kvívík og Vestmanna Bygdaleiðir [...] Bygdaleiðir avloystu rutukoyringina eftir Oyggjarvegnum við persónbilum og bussum. Fyrstu árini samstarvaði bilstøðin Bil við Samferðslunevndina um Bygdaleiðir-bussarnar. Hesi 25 árini hava Bygdaleiðir ment [...] partur av Strandfaraskipum Landsins. Bygdaleiðir vórðu lagdar saman við Strandfaraskipum Landsins fyrst í 90-unum, har er tað Samferðsludeildin, ið stendur fyri virkseminum hjá Bygdaleiðum. Umleið 30 bussar
Brüssel, har hann skal vitja bæði ES og NATO. Í stuttari viðmerking segði løgmaður, tá Sosialurin hitti hann á flogvøllinum, at talan verður bæði um handilsligar og trygdarpolitiskar samrøður. Tó verður [...] nýggj verjuavtala ella nakað sovorðið verður gjørt á ferðini, segði hann. ?Taka vit tað handilsliga fyrst, sigur løgmaður, so hava vit í nógv ár stríðst viða t fáa tað Paneuropeisku kommulatiónsskipanina [...] Nú gongur tað rætta vegin, men tað gongur seigliga, sigur hann. Vit brúka hvønn møguleika, sum er, og tað sær út til, at tað rekur við í løtuni, sigur løgmaður. Trygdarpoltiskt er tað soleiðsi, at farið