vóru í Moldova, og úrslitið var 1-1. Tað varð roknað at vera hampuliga gott úrslit, og tað gav vónir um, at hetta fór at verða góð EM undankapping. Soleiðis varð tað ikki. Føroyar hava tapt allar dystirnar [...] væl skipaður, og tað var væl meiri tyngd og broddur í álopspartinum, enn tað hevur verið fyrr í ár. Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og síðstu minuttirnar gekk tað mesta fyri seg í [...] m, har tað spurdust fleiri hornaspørk burturúr, sum vóru um reppið at bera føroyskt sigursmál við sær. 0-0 á útivølli ímóti Albania er ikki so galið. Tað er fínt úrslit eftir fínt avrik, og tað eigur at
arbeitt av øllum alvi fyri at bjarga monnunum, sum er inni í tunlinum og ikki sleppa út. Tað var hin 12. november, at tað rapaði undan tunnilsloftinum einar 200 metrar frá sjálvum munnanum. Hóast fleiri dagar [...] at hetta í fyrstu syfti ikki bar til, tí borimaskinan gekk fyri. Tá bjargingarfólk hava roynt at komið sær inn í tunnilin, er meira grót lopið undan loftinum. - Tað eru fleiri møguleikar, sum enn kunnu [...] er ein trupul uppgáva, har vit mugu hava yvirlit yvir alla tunnilsskipanina, men eg haldi, at tað sær gott út. Vit skulu finna eina loysn, soleiðis at vit fáa menninar útaftur, leggur hann aftrat.
Annika skapt ein sangarv, ið er vorðin fólkaogn. Tað eru ikki einans gomlu løgini ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA, í sambandi við útgávuna “Endurljós”. Fyrr í [...] Á konsertini fært fú bæðI gamlar klassikarar og løg av nýggju útgávuni “Leysir endar”. Tað verður hugni og gott ljóð, sum verður karmur um konsertina, tí akkustikkurin er einastandandi í vakra savninum [...] Annika og hennara dugnaligi bólkur er á konsertferð í løtuni, tað er dugnaligi danski klaverleikarin eisini. Í hesum sambandi verður skipað fyri dupultkonsert á Listasavninum. Kl. 19.00 leggur Jesper René
og Rógvi var eftir tað eirindaleysur í lívligum og undirhaldandi talvi. John Rødgaard er nú rættiliga komin fyri seg, og telvar sum í gomlum døgum. Í dag fekk hann fyrsta sigurin til høldar. Eitt flott [...] við hægri styrkitali. Høgni var væl við fyrstu tjúgu leikirnar, tá tók so smátt at dragna, og eftir tað varð hann stútt og støðugt niðurspældur. Hetta er bara annað talvið, ið hann tapir í kappingini. M [...] flott posisjónelt kvalitetsoffur gav veteraninum fyrimun og gott spæl. Restin var teknikkur. 8. umfar (19. november) EM í Montenegro Bo. 37 Kosovo Rtg - 36 Faroe Islands Rtg 2 : 2 18.1 IM Saraci, Nderim 2466
og summi ivast kanska um tey eru komin ov seint til kabarett. Men kabarettin er ikki byrjað av álvara, men tað ger hon løtu seinni, og so “koyrur tað bara”. Øll Suðuroyggin fær sítt! Har verður skotið [...] Faktist framúr gott hugskot! UG! Í kvøld varð flent hart í SALT, og tað var ikki av ongum. Kabarettin er framúr stuttlig og vælspæld. Næsta sýning er longu útseld, og væl gongur at selja til komandi sýningar [...] millum pallskiftini, hóskar væl til kabarettina, ið sanniliga ikki leggur fingrarnar ímillum, og ikki fjalir nakað. Her er ferð á. Her er leikur og sangur og tónleikur. Og tað er so, at fleiri av leikarunum
suður til Dals. Úr Sørvági til Skopunar. Av Hellunum til Húsavíkar. Av Selatrað til Skarvanesar. Úr Saksun til Søltuvíkar. Um nakrar vikur verður Sandoyggin ein samanrunnin partur av meginøkinum. Tað sæst [...] tykkum. Tað krevur poltiskt handverk. Tað krevur semjur. Tað krevur, at vit stinga út í kortið og seta eina kós fyri samfelagið. Eina kós, ið skapar vón, og beinir óvissuna til viks. Vit hava gjørt tað fyrr [...] sum givið verður við einari hondini, verður kravt innaftur við hinari. Tað er gott, at skattastigin verður broyttur, tí tað er tað so sanniliga tørvur á, men tó eru viðurskifti, ið venda skeivt. Skatta
í Spania, og hevði tí eitt gott útgangsstøðið, men tað megnaði Keypmannahavn ikki at gagnnýta. Malaga vann í dag 25-20 á Keypmannahavn, og harvið ein samlaðan 54-49 sigur. Tað verður tí Malaga sum fer at [...] at royna seg í bólkaspælinum í EHF European League. Tað haltaði serliga hjá Keypmannahavn í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Malaga á odda 14-8. Keypmannahavn var eisini greiður favorittur hjá vedding [...] veddingarfyritøkunum, men tær megnaðu ikki at liva upp til favorittleiklutin. Pernille fekk ein málmøguleika í dystinum, og hon setti hann í netið. HM í hondbólti er skjótt í hondum og tí spælir Keypmannahavn
støðan í Grindavík ger tað eisini ógjørligt hjá grindavíkingum at spæla dystir í ítrótti á heimavølli í Grindavík. Men grindavíkingar fella ikki í fátt. Grindavík eiga eitt gott lið í bestu íslendsku [...] Grindavík í bestu kvinnudeildini í kurvabóliti átti heimadyst móti Þór Akureyri, og hvørji vóru ráðini til at taka? Jú farið var í Smárin-høllina í Reykjavík at leika heimadystin móti Þór Akureyri. Grindavíkingar [...] Grindavíkingar í hópatali møttu í Smárin-høllini fyri at standa saman at stuðla kurvabóltskvinnunum. Og tað gekk framúr væl. Grindavík vann ein greiðan 93-63 sigur og eru Grindavíkskvinnur næstfremst í bestu
Mæhle legði Danmark á odda tá 26 minuttir vóru leiktir, men fýra minuttir seinni eydnaðist tað Erik Janza at javna til 1-1. Thomas Delanay skoraði sigursmálið tá níggju minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki [...] í fótbólti vunnið seg í EM-endaspælið. Danmark vann í kvøld 2-1 á Slovenia í Parkini aftaná eitt gott avrik og ein uppibornan sigur, har einasta skeinan var, at teir ikki gagnnýttu fleiri málmøguleikar [...] móti Norðurírlandi í Belfast, Slovenia tekur móti Kasakstan í einum alt avgerandi dysti um at sleppa til EM-endaspælið. Sama kvøld tekur San Marino móti Finnlandi. Danmark vann EM í 1992, og teir vunnu seg
Føroya søgu! Tað eigur at fáa allar alarmklokkur at ringja! Men í Tinganesi siga tey bara, at undirskotið stavar frá stórum íløgum. Men, tað er ikki rætt. At umleið 10% av fíggjarlógini fara til íløgur er [...] mist tamarhaldið á almenna lønarvøkstrinum. At tað mangla starvsfólk í einum búskapi, sum fær arbeiðsfríar inntøkur, er vælkent. Tað hendir altíð. Tað er beint eftir búskaparfrøðiligu lærubókini. Grønland [...] Føroyum er sostatt bara tann, at tað almenna hevur sett alt ov nógv fólk. Tað er ikki ein trupulleiki, sum kann loysast við, at tað almenna setur enn fleiri – heldur tvørturímóti! Vitleysur búskaparpolitikkur