grind, sum var býtt til norðaru hálvu í Suðuroy. Síðani doyðu nakrir fáir springarar, sum vóru býttir í drápspartar. Síðani doyði ein grind, sum var býtt til syðru hálvu í Suðuroy, og aftur í dag løgdu [...] vit av løgreglustøðini, at tað sum heild hevur verið friðarligt um vikuskiftið. Sat innistongdur í nátt Tíðliga leygarmorgunin fekk løgreglan í Havn eina uppringing, sum tey ikki fáa á hvørjum degi. .Ein [...] Um 15 tíðina fríggjadagin hendi eitt ógvusligt ferðsluóhapp á kaldbaksvegnum nakað norðanfyri Sund. Ein bilur var farin út av vegnum og var at síggja til fullkomiliga oyðilagdur. Bilførarin ringdi tó sjálvur
óvæntað, so hendi tað sum øll hava havt varhugan av seinastu mánaðarnar, eitt veruligt makrelkríggj. Meðan fiskimálaráðharrin hevur gjarað út av fólksins ogn, og bókstavuliga hevur mett tey sum gjara varð [...] samgonguni ivaðust, og ynsktu eina uppboðsølu, sum kundi kompesera fyri missin. Uppboðsølan varð slept vegna politiska lyftið. citat enda. Tað vil siga tað sama sum, at fiskimálaráðharrin hevur gjørt ein so [...] politiskan kleyvarskap. Um sama nøgd av makreli verður í føroyskum øki sum í fjør summar, so verður avleiðingin helst, at trupult ella kanska verður tað ógjørligt at fáa alt til hólvdar sum matfisk. Og fer ein
síðuportrið og tað fer at elva til stórar trupulleikar í dag, tí hósdagur er dagurin, tá ið allur fiskurin, sum er virkaður á flakavirkjunum í Suðuroy, og sum skal av landinum, skal flytast til Havnar og umborð [...] vóru bæði løgtingsmenn og onnur, sum skuldu til Havnar, á kunningarfund hjá Strandferðsluni og Vinnumálastýrinum um ætlanina at byggja nýggja Suðuroyarferju. Tað, sum hendi í gjáramorgunin undirstrikar, at [...] Smyril slapp tí ongan veg. Manningin varnaðist skjótt, at tað vórtu tey bæði stemplini, sum draga portrið upp, sum vóru boygnað. Ófantaligt veður var í fyrrakvøldið og um náttina og nógvur suður var í sjónum
heldur ikki at spæla við. Teir hava ikki somu styrki í dag, men allíkavæl... Skal liðið fáa stig, so skal tað vera móti Luxembourg, sum er úr sama bólki sum Føroyar. Vit hava ongantíð áður spælt móti Luxembourg [...] So hendi tað aftur. Lutakast hevur verið til eina undankapping hjá føroyska fótbóltslandsliðnum, og enn einaferð var úrslitið sum ein ringur marrudreymur á miðjari nátt. Vónirnar um, at eydnugudinnan fór [...] hesaferð, eru brostnar enn einaferð. Tá til stykkis kom, sat hon hjá Albanum, sum skulu hitta so fræg og spennandi lond, sum Týskaland og Ongland. Bæði ítróttarliga og serliga fíggjarliga. Áðrenn farið
ur, sum landaði í Vestmanna og hevði á leið tað sama, royndu í seks dagar. Grønanes í dag Grønanes landar í Saltangará í dag. Teir hava eini 160.000 pund, og væntandi er upsastøddin tann sama sum hjá Fram [...] Ikki sama prís Onkur hevur róð uppundir, at Stjørnan og Polarhav, sum seldu í Hanstholm mánadagin, høvdu fingið sama nettoprís, um teir seldu lastina í Føroyum, tí trolararnir vóru teir fyrstu, sum landaðu [...] í Hanstholm, er hetta ikki rætt, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari, sum heldur, at tað hevði verið torført at fingið tað sama fyri upsan á føroyska marknaðinum. Upsin hjá leirvíkstrolarunum var smá
Manchester City tapti í evstu løtu í dag móti Sunderland. Avgerandi málið kom ikki fyrr enn tríggjar minuttir inn í tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat. Úrslitið merkir, at tað framvegis er javnt í [...] tveir minuttir fyri tíð stútaði ein retur á tvørstongina. Tríggjar minuttir inn í yvirtíðina hendi so tað sum so mangan hendir tá annað liðið trýstur, men ikki skorar. Sunderland fór í mótálop og innskifti [...] í stigum millum Manchetser liðini í oddinum í Premier League. Manchester City, sum longu týsdagin skal spæla móti Liverpool, byrjaði uttan David Silva og Sergio Aguero. Teir báðir hava verið lyklaleikararnir
Landsverk fyllir 60 ár í ár, og har hava tey valt at markera dagin við einari bókaútgávu, sum lýsir søguna, men sum í minst líka stóran mun lítir frameftir Á lítlari samkomu í morgun handaði Oyvindur Brimnes [...] Samuelsen. Landsverk er ein stovnur, sum seinastu árini hevur broytt seg munandi frá at vera ein tungur, konservativur stovnur til tann modernaða og dynamiska stovn, hann er í dag. Tað sló Bjørt Samuelsen fast [...] tungi, konservativi stovnurin, ið eg helt, og sum bara hugsar um asfalt og betong, segði Bjørt Samuelsen. Eisini Oyvindur Brimnes legði dent á, at Landsverk í dag ikki bara hugsar um tunlar og brýr, men í
Umboð fyri ein meiriluta í Fólkatinginum hava í dag tikið undir við hugskotinum um eitt sonevnt hvalareservat í Suðuríshavinum. Tað hendi á einum fundi í umhvørvisnevndini hjá Fólkatinginum fyrrapartin [...] n. Hetta merkir, at danska stjórnin fer at atkvøða fyri hesum hugskoti, um tað sum uppskot kemur til atkvøðugreiðslu á fundi í altjóða hvalaveiðunevndini, IWC, í Chile í næstum. Kortini er greitt, at føroysk [...] merkir, at Fólkatingið framvegis stuðlar Føroyum í rættinum at veiða hval og t.d. at drepa grind, sum jú fer fram á vísindaligum grundarlagi. Somuleiðis kunnu grønlendingar framhaldandi veiða stórhval
ikki samband við Miðladeildina, sum skuldi góðkenna, at skráin varð broytt. Tað hendi ikki fyrrenn seinnapartin í dag, at broytingin varð góðkend og lýst. - Hetta hevur sum so onki við ætlanina hjá Rás2 [...] Víking og EB/Streym og tann dysturin verður sendur beinleiðis ? á tveimum rásum. Longu á miðdegi í dag kunngjørdi Rás2, at Hilmar Jan Hansen fer at siga beinleiðis frá dystinum og tveir tímar seinni kunngjørdi [...] á programmdeildini í Kringvarpinum, Herluf Sørensen, bedýrar, at avgerðin hjá Kringvarpinum hevur sum so onki við ætlanina hjá Rás2 at gera. Hann sigur, at tað var longu í gjár, at ítróttarredaktónin í
Maðurin, sum skeyt við byrsu í Vestmanna í morgun, verður leyslatin aftur. Løgreglan hevur nú fingið greiði á tí sum hendi, og niðurstøðan er, at tað er ikki grundarlag fyri at føra mannin fyri rættin [...] Hann tók eisini ein knív, og tók høglini út eini patrón og skeyt eitt skot við leysakrúti. Men hini, sum vóru hjástødd, sóu at hann tók høglini úr og tískil føldu tey seg ikki hótt. Men maðurin fór síðani [...] Landssjúkrahúsið til kanningar og síðani í varðhaldið í Klaksvík, haðani hann verður leyslatin seinni í dag. Løgreglan sigur, at hann verður skuldsettur fyri at hava koyrt við kenning og helst eisini fyri at