Kaj í Bartalsstovu, Syðrugøtu. 100. Arthur á Brúnni, Skálavík. 101. Bendix Bærentsen, Vestmanna. 102. Niels Juel Nielsen, Glyvrum. Tríggjar gentur vanta á myndini og tær eru 1. Anna Johansen, Strondum [...] Erling Poulsen, brot úr bókini »Tjaldirð«: Hesi skúlabørnini vóru á danmarkarferð 1938: 1. Vilmund Hansen, Funningsfjørði. 2. Henry Olsen, Tórshavn. 3. Olivur Johannesen, Skarvanesi. 4. Steingrim Joensen [...] Leivur Joensen, Sandavági. 23. Andreas Johannesen, Hvannasundi. 24. Rasmus Nielsen, Sandavági. 25. Jákup Joensen, Nólsoy. 26. Andreas Højgaard, Toftum. 27. Hans Hansen, Tjørnuvík. 28. John Dahl Olsen, Vestmanna
Tað er ikki á hvørjum degi, at tvey pør saman hátíðarhalda, at tey hava verið gift í hálvt hundrað ár. Soleiðis er tað í dag, leygardagin 14. februar. Tá er dupult gullbrúdleypsveitsla í Badmintonhøllini [...] Foreldrini vóru Dánjal, sum var ættaður av Sandi, og Jacobina, sum var ættað úr Tjørnuvík. Tey búsettust á Oyrabakka og fingu tíggju børn. Louisa var tann fimta og Alma tann sætta í røðini. Louisa, sum er fødd [...] føddur 2. juli í 1926. Foreldrini hjá honum vóru Anna Sofía og Carl Olsen, sum var dani. Mamman doyði á barsilssong, tá ið hon hevði átt Christian, og hann vaks upp í Lon við Gjógv, har fleiri av ógiftu børnunum
blaðstjóranum á blaðnum, men nú fæst helst at vita, um hetta er so ella ikki. Thomsen ella ikki, so er púra vist, at tað verður saknur í serstaka pennahaldinum hjá Per Høyer Hansen. Eisini her á landi. [...] og enn í dag er Tipsblaðið einasti danski miðilin, sum skrivar Jónsson og ikki Jönsson. Sama við Jákup Mikkelsen, sum aðra staðni verður nevndur Jákub. Hetta bert sum dømi um, hvussu væl hann aloftast [...] hevur fingið donsku publicist.-virðislønina, og har umframt hevur hann eisini fingið gylta pennin, sum á hvørjum ári verður latin einum ítróttaskrivara. Eisini kann nevnast, at hann ígjøgnum nógv ár var danska
fyrrapartin í gjár sótu Hergeir Nielsen úr Tjóðveldisflokkinum, Eyðun Viderø úr Fólkaflokkinum og Jákup Sverri Kass úr Sjálvstýrisflokkinum og royndu at orða eina kladdu til eitt álit, allir tríggir flokkarnir [...] at eydnast at gera eitt endaligt felags álit millum teir tíggjar flokkarnar. Samgonuflokkarnir høvdu á middegi í gjár enn ikki viðgjørt kladdur sínar til álitið saman við Miðflokkinum, men tó væntaðu teir [...] semjan fingin undir land. Tí tá hevði Javnaðarflokkurin nevniliga megnað at drigið Sambandsflokkin við á sjálvstýriskós. Hesum eru kortini hvørki javnaðarfólk ella sambandsfólk samd við. Men tey vænta kortini
Hendrik Ellefsen kl. 15.00 Skála – EB/Streymur: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00 07 Vestur – B36: Bjarki Danielsen kl. 18.00 Sunnudagin 9. oktober KÍ – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 15.00 Víkingur – NSÍ: Rúni Gaardbo [...] Tríggir dystir í 25. umfari í bestu deildini vera seinnapartin og í kvøld. Teir báðir dystirnir á Skálafjørðinum – Skála-EB/Streymur og B68 – AB – vera klokkan 15, og klokkan 18 verður fyrsta bríksl í [...] varð sagt at vera mest sum veruleiki, ið tað var torført at ímynda sær at tað vendist við aftur frá. Á Sandi fær B71 vitjan av TB. ÍF hevur 52 stig, TB hevur 51 stig, Víkingur hevur 46 stig, og B71 hevur
NSÍ er aftur topplið. Saman við KÍ hevur NSÍ fulla úrtøku eftir átta umfør. NSÍ er ovari á støðutalvuni, tí málmunurin hjá teimum gulu og svørtu er betur, enn hann er hjá KÍ. Fríggjakvøldið hittast NSÍ [...] omanfyri Bjart V. Mørk, sum var uttarlaga staddir, tá ið Klæmint A. Olsen vann bóltin av HB, ið var á veg í álop. Klæmint er nú toppskjútti við 11 málum. NSÍ dusaði sær við Brandi H. Olsen sum miðvalla [...] Petur Knudsen við høvdinum skoraði til 5-0, og Petur Knudsen skoraði til 6-0, tá ið hann var fyrstur á bóltinum, eftir at Steffan A. Løkin sendi bóltin í stólpan. Smáar tíggju minuttir undan leikloki minkaði
EB/Streym var málleysur javnleikur. Hetta var aðru ferð, at EB/Streymur fór í Gundadali við úrtøku. Á krossmessu vann EB/Streymur 2-1 í Gundadali, og aftur í kvøld eydnaðist tað at vinna úrtøku. Teir í [...] leikbannaður, í samrøðu við FM1 útvarpið. Hóast heimaliðið var undirmannað, so vóru teir í B36 meiri á bóltinum í seinna hálvleiki, tá ið teir arbeiddu nógv og høvdu fleiri royndir ímóti málinum og vunnu [...] var undarligur dystur. Vit høvdu møguleikar at vinna við fleiri málum, tá ið vit eitt nú høvdu bóltin á træverkinum, og teir høvdu møguleikar at vinna við fleiri málum. Undan dystarbyrjan ætlaðu vit at vinna
u. Seinni helt hann til í teimum gomlu húsunum í Dali (á Kák), og eitt skifti á Mýruni (í Kielarkanalini), til hann í 1970 flutti inn í húsini á Dalatrønni, har hann síðani hevur búð og virkað. Janus hoyrir [...] Tey hjá Kamban fluttu ofta og búðu í hansara barndómi m.a. Úti í Grønlandi, í Arnes Minde á Kirkjuvegi, úti á Sjómannsskúlanum og í ættarhúsunum heima í Dali. Janus gjørdist meinkunnugur við Havnina, staðin [...] 1930. Gudmund, ið var ættaður úr Uttarstovu á Sandi og kendur við tey hjá Kamban, eggjaði Janusi til at fara tann listarliga vegin. Úrslitið var, at Janus, á sínum seytjan ára føðingardegi, sigldi til
sína gongd á Café Nick og Laurits Betjent, alt slíkt, ið eg tá enn hevði til góða, sigur Kim Larsen. Tíðin Og teir fýra limirnir í Gasolin eru framvegis á lívi og virknir og minnast fegnir aftur á tíðina við [...] Mogensen við á vertshúsið Sofiekælderen, og síðani fingu hann við í upptøkuhølini, har hann siterar yrkingina Tremastet Beton. Hetta var fyrstu og einastu ferð, at røddin á Mogensen kom á plátu hjá Gasolin1 [...] sjálvur fann upp á tað. Men er okkurt minni gott, so kemur peikifingurin, so á tann hátt er hann við enn, sigur Kim Larsen. Keldur: Gasolin, Masser af succes, bók eftir Peter Bundgaard, Borgen 1993 Larsen,
heima við hús, á markini, í torvi, sunnudagstúrar, á útróðruð, við lendingina, í forrætningini, í bønhúsinum o. s. fr. Helena hevur í tøkum tíma fingið hesa søgu á prent. Tey, sum nú liva eftir á Hellunum og [...] korum á Hellunum. Satt at siga ein klassisk mynd. Frálíkt myndatilfar Tann næsta myndin, sum er rættiliga hugfarslig, er av maskinbátinum gamla Karis Heimi á Sandi (í Oyndarfirði søgdu tey inni á Stórasandi) [...] romantisk í bókini og hví ikki tað? Er hetta ikki ein deilig mynd á blaðsíðu 244 av hellubørnum, monnum og einum installeringi í dýrdarveðri? - Á jú, á jú! Myndatilfarið er frálíkt. Fjallheim hevur verið bygdini