ábendingar um, at onkur ætlar at beina fyri Vladimir Putin, forseta, tá hann kemur til Iran týsdagin Tað var russiska tíðindastovan Interfax, sum bar tíðindini í kvøld. Sagt verður, at russiska trygdartænastan [...] trygdartænastan hevur fingið upplýsingar um, at sjálvmorðsbumbumenn og burturflytarar hava fyrireikað seg til at beina fyri russiska forsetanum ella at burturflyta hann. Interfax nevnir onga keldu til tíðindini [...] avsannað tíðindini hjá Interfax. Uttanríkisráðið í Teheran sigur, at har vita tey einki um nakrar slíkar ætlanir, og at tíðindini hava til endamáls at elva til split ímillum Iran og Russland. Putin skal til Iran
fraklendingunum umborð roynir, so er tað ikki so løgi, at tað hevur trupult við at seta seg. Men her hevur danska TV2 so eina loysn til tann trupulleikan, tí at ?en anden mulighed er færgen, som dog tager fem [...] Føroyum. Og hóast tað er keðiligt, at dysturin møguliga verður útsettur, so er tað skemtiligur lesnaður sum bæði TV2 og Eurosport levera. Síðst nevndi miðil sigur, at fronsku heimsstjørnurnar hava trupult [...] annars úr Føroyum til Ukraina í morgin. Ætlandi skulu teir flúgva úr Vágum kl. 8.15 og spennandi verður at fylgja, um teir sleppa avstað til tíðina.
við Sosialin, at teir nú bíða eftir betri veðri at fáa tað seinasta upp á pláss. Sum tað sær út í løtuni verður helst hol sett á undirgrundina mikudagin 17. oktober. Boringin er mett at taka einar fýra
tað tíð, eg fekk í dag. - Tað var øðiliga torført at spæla í dag, og tað vísir seg, at vit ikki raka dagin sum lið, og teir gera tað, so er eyðsæð at munurin er so stórur á amatørunum úr Føroyum og heimsklassa [...] ótrúligt upplivilsi. Vit eru undir alstórum trýsti móti heimsins bestu leikarum, og tá er tað sera torført at koma inn, men tað tekur onki frá hesum fantastiska upplivilsinum. Tað føldist veruliga gott, segði
týdning í at skipa ein sjálvstøðugan myndugleika við veruligum formati at verja støðuna hjá brúkarunum. Tí haldi eg tað beinleiðis vera eina dáragerð at leggja brúkaraverjuna til Kappingarráðið at umsita [...] umsita. Ikki tí, at mær vantar álit á Kappingarráðnum. Men tí, at hetta er ein stovnur, ið hevur til endamáls at taka vinnulig atlit og tryggja javnbjóðis kappingartreytir ímillum vinnuvirki, meðan brúkaram [...] góðan vilja, ikki til at samantvinna funktiónirnar hjá Kappingarráðnum við tær hjá brúkarunum og fáa tær at virka nóg væl og við nóg greiðum myndugleika. Við hesum er ikki sagt, at Brúkaramyndugleikin og
veiðuni undir Føroyum. Tað var allarfyrst í 70-unum, at menn fóru at ásanna, at tað fór at vera á okkara heimligu leiðum, at framtíðarfiskiskapurin fór at vera. Tá bygdu vestmenningar Norðfinn og Vestfinn [...] bjóðar seg til at sleipa okkum. Tað vildu vit ikki, tí hetta kom at kosta eina formúu. Teir fóru vist at taka eins nógv fyri tað, sum Vestfart var verdur. Eg helt, at hetta fóru vit at klára sjálvir. Eg [...] fyri at seta gørnini aftur. Men at seta kravdi tó ikki so nógva manning. Eg orðnaði at byrja at seta á ymiskum dýpum 27 og 17 favnar. Tá var størri møguleiki at fáa í. Dýpið var regulerað við stroppum. Tá
Tað almenna átti at álagt kommununum at avmarka íløgurnar, heldur stjórin í Norðoya Sparikassa Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri, vísir á, at tað kann ikki vera rætt, at kommunurnar hækka lánibyrðuna [...] Reyðberg við útvarpið hjá Kringvarpinum. Stjórin í Norðoya Sparikassa heldur, at tað almenna kundi valt at útskotið okkurt heldur enn at gjørt alt ísenn.
fram uppskot um at stovna eina ráðgevandi fosturtøkunevnd Nevndin, sum Miðflokkurin mælir til at stovna, skal ráðgeva teimum kvinnum, sum ætla sær fosturtøku, og málið hjá nevndini verður at finna teimum [...] annan møguleika enn fosturtøku og á tann hátt at minka um fosturtøkutalið í Føroyum. Í viðmerkingunum til uppskotið sigur Jenis av Rana, løgtingsmaður, at ein avgerandi fyritreyt fyri galdandi fosturtøkulóg [...] ráðgeving frá teirri sokallaðu ?mødrehjælpen?, sum virkaði í Danmark. Men ein slík ráðgeving fekst ongantíð at virka í Føroyum. Ístaðin kom ein fyribilsskipan, har læknin, sum fremur fosturtøkuna, og annar lækni
Bæk roknar við, at fleiri kvinnur fara at verða at síggja við kalikinum, at javnstøða verður innan kirkjugátt. Heimamissiónin fer at skikka sær betri enn hon ger í dag. Heimamissiónin fer at hava onnur og [...] størri úrval av lestrarbókum at velja í millum. Marjun roknaði við at eini 10 lestrarbøkur fóru at koma aftur at í hesum tíðarskeiði. Og staburin í fólkakirkjuni fer at vaksa í vavi. Við Marjun sum biskupi [...] og týdningarmiklari ting at taka sær av enn at sálda í millum hvørjir prestar eru meira trúgvandi enn nakrir aðrir. Marjun roknaði við, at prestarnir fóru at hava færri guðstænastur um tíggju ár. Tann eini
ikki nøktandi. Tað er at fegnast um, at vit endiliga hava fingið fulla ábyrgd av flogvøllinum og hava samtykt, at nú skal veruliga nakað munagott gerast í Vágum. Mælti sjálv til at útbyggja flogvøllin til [...] landið at taka stig til og fáa kommunur og privat feløg at luttaka í. Vit skulu burtur frá tosinum at altjóða flogvøllurin skal liggja í Havn, Søltuvík ella Skorðhæddini, einasta treyt og krav eigur at vera [...] 1800 metrar, havi vón um, at tað kann koma upp í verkætlanina, sum nú fer í gongd, har man bert byggir út til 1500 metrar. Tað einasta rætta er síðani at skapa samstarv um at byggja ein nýggjan altjóða