allastaðni. Men soleiðis er tað tíverri ikki. Tað er ikki av ongum, at heimaflotin fyri ein stóran part er mannaður við útlendingum, tí tað er ógjørligt at fáa føroyingar umborð. Og tað er tí, at talan er um [...] havi eg so ikki hoyrt nakran siga, at hetta uppskotið er gott. - Tað er stórt spell, at handalagið ikki er betri, tí yvirskipað er tað stak gott, at samgongan vil lækka lønarskattin. Og sjálvandi skal ein [...] hava rætt til samdøgurfrádráttin. - Tað verður latið við aðrari hondini og tikið við hinari, men ólukkan er, at hondin, sum tekur, tekur úr skeivum kassa. Uppskotið er ein syngjandi frammaná til maskinmeistarar
túsundtals fólkum víðahvar, sigur Shu-bi-dua í einari heilsan til fjeppararnar. Tónleikararnir í Shu-bi-dua 2.0 gleða seg til at koma til Føroya at spæla konsert leygarkvøldið. – Vit hava havt nakrar [...] minniligar konsertir í Føroyum, og vit hava verið sera væl móttiknir av føroyingum. Tað hevur verið sera gott lív í konsertunum í Føroyum, og vit vóna, at vit kunnu fáa enn eitt fantastiskt kvøld í Føroyum [...] Í ár hevur Shu-bi-dua hátíðarhildið, at 50 ár eru liðin, síðani bólkurin gjørdi fyrstu sangirnar. Tað hevur bólkurin, sum nú kallar seg Shu-bi-dua 2.0, hildið við nógvum konsertum kring Danmark. Nú endar
mest um at stakka fisk á tremmur til turkingar. Av Bacalao fór Elsamaria heim á Hafnia at arbeiða hjá Christian Restorff. Har gekk hon til handa, stákaðist í køkinum fyri tað mesta, men tók eisini eina hond [...] umhvørvi fyri Elsumariu. Men tað vóru nøkur ting sum gjørdu, at hon skjótt kendi seg heima. Til dømis arbeiddi Mattias Lassen úr Vági á skrivstovuni. Fyrsta morgunin, Elsamaria var til arbeiðis, stóð hon og gjørdi [...] Hon kom upprunaliga av Økrum til Havnar sum 16 ára gomul í 1968. Hon búði hjá beiggjanum Jens Dimon í Sornhúsgøtu og fór so beint til arbeiðis á Bacalao at arbeiða saltfisk. Á Bacalao arbeiddi hon á tí
serligt. Langa aksilfrástøðan og tað, at battaríið er í botninum á bilinum, ger sítt til góðu koyrieginleikarnar. Kabinan er flott og gjørd úr lekrum tilfari. Her er rúmligt og gott beinpláss við øll sitiplássini [...] koyrir upp til 563 km við einari løðing. Bilurin fæst sum bakhjólsdrivin og sum 4x4. Tann bakhjólsdrivni hevur ein elmotor við 204 hk, meðan tann 4-hjólsdrivni hevur tveir elmotorar við til samans 384 [...] instrumentborði framman fyri sær, har alt er einfalt og lætt at lesa av. Her eru eitt nú skíggjar til navigatión og bakkikamera. Hóast EV9 er ein stórur bilur, er hann sera lættur at koyra og lættur at
maður. Katrin kundi sum einki tikið realprógv, vildi hon tað, men hon gavst, tá ið hon hevði staðið millumskúlaroyndina og vildi sleppa til Keypmannahavnar at royna seg. Óføra fitt var hon í hondunum [...] har ið pápi var flokslærari. Nær ið henda floksmyndin av okkum er tikin, veit eg ikki vist, men tað man vera í 2. ella 3. flokki. Sjálvur standi eg undir liðini á pápa. Í aftastu røð eru hinir dreingirnir: [...] árganginum (úr øllum trimum flokkunum) hildu fram og tóku realprógv í 1963. Eg minnist bara alt gott um mínar floksfelagar, og Katrin við sínum lætta lyndi stendur altíð frammarlaga, tá ið eg minnist
í øllum aldursbólkum. Men tað eru ikki einans gomlu løgini ið hitta. Í 2016 fekk Annika ikki færri enn tríggjar tilnevningar til FMA, í sambandi við útgávuna “Endurljós”. Tað er tí sera spennandi, at Annika [...] tónleikarunum Kim Hansen: Klaver, Benjamin Petersen: Guitar og Torleik Mortensen: Kontrabass. Tað verður hugni og gott ljóð, sum verður karmur um konsertina. Og tú fært bæði gamlar klassikarar og løg av nýggju [...] eru egin løg, siðbundin føroysk løg og okkurt útlendskt, ið beiggi hennara Gunnar Hoydal hevur týtt til føroyskt. Saman við sínum frálíka bólki hevur Annika verið í upptøkuhøli í Hoydølum og spælt inn. Alt
hjá honum at telva, og drívmegina at fara við til OL, til EM, til Small Nations? Hesaferð rakk hann teimum 300 landsdystunum fyri Føroyar. Eingin ger honum tað eftir. Filipinski stórmeistarin Eugenio Torre [...] ivaleyst vónir um frægari úrslit enn hetta. Men kanska rindaðu okkara menn prísin til endans fyri ongan tiltaksmann til at hava at loysa av, tá onkur kennir seg móðan ella útbrendan. Í øllum førum tóktust [...] Føroyar fara til EM uttan einasta stórmeistaran, kann tykjast at vera møtimikil gerningur. Men hinir eiga rós uppiborið fyri, at teir vóru fúsir at fara undir so stóra avbjóðing uttan hann. Tað er eingin
vístu okkara gott og skjótt álopsspæl. Kroatia spældi eisini við høgari leikferð og komu nógv mál fyrstu løtuna. Føroyska verjan kundi staði betur og sluppu stóru kroatisku skjúttarnir ov lætt til tíðir, og [...] Hartil vóru okkara ikki nóg kaldar í yvirtalsspælinum og hepnaðust innspølini til strikuna minni væl. Dysturin koppaði spakuliga til Kroatia og vóru tær longu frammanfyri aftur um miðjan seinna hálvleik. Okkara [...] og eyðsýnd í álopinum og gjørdi hon 7 mál í fyrra hálvleiki. Okkara vunnu seg fram um aftur og fóru til hálvleiks frammanfyri 16-12. Føroyar høvdu eisini momentum fyrstu løtuna í seinna hálvleiki, men fingu
móti Kasakstan. Teir minkaðu um munin til 1-2 tá ein tími var leiktur av dystinum, og tað var ikki fyrrenn í tíðini dómarin hevði lagt aftrat, at Kasakstan skoraði til 3-1 og staðfesti sigurin. Ígjár gjørdist [...] gjørdist aftur talan um eitt gott avrik á heimavølli, hesaferð móti Finnlandi. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat megnaði San Marino at minka um munin til 1-2, og so var søguskrivingin veruleiki. Føroyar [...] hava tapt. Teir hava nevnliga skrivað søgu við at skjóta mál í trimum undankappingardystum á rað. Tað er ongantíð hent áður. Og hóast teir einki stig hava, so hava sanmarinesarar skotið fleiri mál enn
vóru í Moldova, og úrslitið var 1-1. Tað varð roknað at vera hampuliga gott úrslit, og tað gav vónir um, at hetta fór at verða góð EM undankapping. Soleiðis varð tað ikki. Føroyar hava tapt allar dystirnar [...] væl skipaður, og tað var væl meiri tyngd og broddur í álopspartinum, enn tað hevur verið fyrr í ár. Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og síðstu minuttirnar gekk tað mesta fyri seg í [...] m, har tað spurdust fleiri hornaspørk burturúr, sum vóru um reppið at bera føroyskt sigursmál við sær. 0-0 á útivølli ímóti Albania er ikki so galið. Tað er fínt úrslit eftir fínt avrik, og tað eigur at