verður valla gloymt í bræði, og tað er ikki uttan orsøk. Kramnik leikti tí kendu Berlin-verjuna í sponsku byrjanini, eitt frábrigd sum Kramnik leikti fleiri ferðir í HM dysti teirra í oktober. Tá megnaði [...] heimsmeistaranum. Eins og í Seville megnaði Kasparov eisini í Astana, Kasaksthan at vinna avgerandi talvið. Kasparov hevur ein øgiligan vilja, og tosa vit samstundis um nervar av stál í avgerandi løtum. Einki [...] hevur hann nú níggju sigrar undir beltinum, sum er met tá talan er um heimselituna. Talvið er við í blaðnum í dag. Endaliga støðan: Kasparov 7,0/10 Kramnik 6,5 Gelfand 5,5 Shirov 4,5 Morozevich 4,5 Sadvakasov
Ungdómsorkestrið í Vágum fer enn eina orkesturferð í summar. Hesaferð heilt til Autstarlia, har tey í eina viku skulu hava konsertir og so ferðast í landinum eina aðra viku. Ungdómsorkestrið hevur fyrr [...] verið á slíkum ferðum. Tó ikki so langt kortini, uttan í London og í Íslandi. Men tað kostar pengar at fara so langt sum til Australia. Nógvar pengar. Eina hálva millión ella so tilsamans, sum tey sjálv [...] tombola, dansur og konsertir. Og nú fara tey so undir at selja lutaseðlar, siga tey í Ungdómsorkestrinum í Vágum í tíðindakskrivi. Ferðalagið, sum fer til Australia, verður stórt. 47 fólk fara av stað
bjargingarætlan. Eitt stig í henni er, at fleiri milliardir verða settar í felagið. Eitt einna stig í bjargingarætlanini er, at SAS fer at sannføra lánsveitarar um at fáa partabørv í staðin fyri skuld teirra [...] avgerðina við, at svenski staturin longu fýra ferðir í hesi øldini hevur verið noyddur at seta pengar í felagið. Tilsamans er settar 8,2 milliardir krónur í tær fýra ferðirnar. /ritzau/ [...] Svenski staturin vil ikki seta fleiri pengar í skandinaviska flogfelagið SAS. Í staðin er svenski staturin til reiðar at góðtaka, at hann skal eiga minni part av felagnum, sum tí minkar. Tað upplýsir svenski
HM-úrslitið í Rom fyrr í ár. Síðani tá hevur hann arbeitt knallhart móti at vinna á tí vónbrotinum, og tað eydnaðist so sanniliga í dag. Sjampagnan var ikki komin á borðið hjá Jon Hestoy, forseta í Svimjis [...] fegnaðist. - Eg liggi sjúkur í seingini. Men eg skal lova tær, at hevði tað ikki verið, so sat eg við sjampagnuni nú, segði ein stórflennandi forseti í løtunum eftir sigurin í Moskva. - Tí hetta er enormt [...] svimur, so nú verður spennandi at síggja, hvussu úrslitið verður, tá hann skal svimja í Stockholm mikudagin og í Berlin komandi vikuskifti. Kenni eg hann rætt, fer hann eftir tíðini hjá Hackett, sigur Jon
eisini gleðiligt, at vit aftur í ár kunnu bjóða áskoðarunum eitt satt blómutyssi av dygdarfilmum, sum í heyst verða vístir í biografum í Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og í Íslandi. (Og vit vóna og ynskja [...] nýggir filmir, sum standa seg væl bæði í og uttan fyri norðurlond, sigur hon. Altjóða støði Innstillaðu filmirnir hava luttikið á stóru altjóða filmsfestivalunum í Berlin, Venedig og Toronto og síðan eru teir [...] vælumtókta filmsprísin hjá Norðurlandaráðnum í ár. Prísurin, sum er áljóðandi 350.000 danskar krónur, verður latin einum filmi hvørs eyðkenni er, at hann er forankraður í norðurlendskari mentan, umframt, at hann
haran gongur við ungunum í 42 dagar. Men í royndini varð eggkyknan fruktað tann 37. dagin. Nýggju fostrini mentu seg fyrst nakrar dagar seinni í eggleiðaranum. Tá pláss aftur bleiv í lívmóðrini, fluttu tey [...] týskum granskarum á “Leibniz Institute for Zoo and Wildlife Research (IZW)” í Berlin at síggja ta einastandandi mekanismuna í lívmóðurini hjá kvenn-haruni. Hetta varð gjørt við góðum ultraljóðs-myndum, [...] økja um avkom sítt við einum triðingi í hvørjari løgu, nú hon í roynd og veru kann ganga við tveimum løgum samstundis, vísa granskararnir á. - Hetta hevur haran í sær, soleiðis at stovnurin ikki skal minka
upphæddina í teir tríggjar leyparnar. Tá hjólið soleiðis varð drigið fyrstu ferð, vóru 500.000 krónur í hvørjum leypi. Í fyrsta og einasta drátti í Gekka-spælinum í kvøld steðgaði hjólið á 10.000 krónum. Í fyrsta [...] Tað var Elisabeth Hammer í Hvalba, sum fekk fulla plátu í Gekka-spælinum í kvøld. Hon helt tað vera best at hava fjarritara, og fjarritari var Kaj Madsen. Høvuðsvinningurin var á 1,4 miljónir krónur, og [...] eftir fyrstu royndina. - Ja, 50.000 krónur er nógvir pengar, helt gekka-verturin fyri - og í hinum endaðum svaraði fjarritarin: - Ja, tað er eisini pengar, segði Kaj Madsen, sum vegna Elisabeth Hammer takkaði
sum Almanna- og Heilsumálastýrið í 1999 setti í verk. Men í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2001 eru eingir pengar settir av til at umvæla bygningarnar á Landssjúkrahúsinum. Í 1998 vórðu játtaðar 47 túsund til [...] til leigu, viðlíkahald og skattir og í 1999 var hendan játtan 3 túsund. Í 2000 vórðu eingir pengar játtaðir, og í ár er ikki ætlanin at játta nakað til hetta endamál. Kortini er ætlaða játtanin til bygging [...] heilar 35 milliónir krónur samanborið við 10 milliónir í 2000. Av hesari játtan ber til at brúka pening til at umvæla Landssjúkrahúsið, men kortini verður í fíggjarlógaruppskotinum gjørt greitt, at mett verður
Tað er komið eitt sindur av lívi í meistarastríðið í týsku Bundesliguni, eftir at Bayern Munchen tapti og Borussia Dortmund vann, eftir at hava verið aftanfyri 2-0 í hálvleikinum. Tað vóru bara farnir [...] inn á oddaliðið í dystinum móti Eintracht Frankfurt. Her sá einki út í hálvleikinum, tá Eintracht Frankfurt var á odda 2-0. Tað endaði tó við 3-2 sigri til Borussia Dortmund. Stjórin í Borussia Dortmund [...] Erling B. Haaland ikki verður seldur í januar. Hetta hóast fleiri feløg vilja hava hann. Stjórin viðurkennur tó, at tað verður verri at halda fast í norka stjørnuskotinum í summar. 1 Bayern München 18 14 1
mannfjøld frammanfyri pallin. Í 2001 funnu átta garvaðir polkatónleikarar úr Berlin saman og stovnaðu bólkin Polkaholix. Teir hava síðani spælt fleiri hundrað konsertir ymsastaðni í Evropa, og nú var túrurin [...] teir knappliga yvir í feitan rokktónleik, við síðani at hoppa avstað aftur í pumpandi polka. Miðaldrandi berlinarnir gjørdu hetta leikandi lætt; teir spældu púra tight allan vegin. Upp í tónleikin blanda [...] sang í polkastíli. Tónleikurin er bygdur rundan um kendar og góðar gamlar sangir, sum verða, sum teir sjálvir siga, tvingsilsforpolkaðir. Og tað var stuttligt at hoyra "Das Model" hjá Kraftwerk í superskjótari