- Vit hava ikki eitt greitt yvirlit, men tað er áleið 130 – 150 skaðar fráboðaðir, sigur Kristján Eiriksson, vakthavandi sløkkiliðsmaður í Havn. Støðan í Havnini hevur verið katastrofal í dag. Um 14 tíðina [...] yvir støðuni. Í alt hava verið áleið 130 – 150 skaðar í miðstaðarøkinum. - Tað eru fleiri støð vit ikki sleppa til. Til dømis hava vit verið fleiri ferðir hjá Wenzel í dag, men vit kunnu einki gera sum [...] Tað sama er í einum bygningi í Norðadali, har vit ikki sleppa til, men ein einsamallur maður stríðist við at fáa uppá pláss nú, sigur Kristján Eiriksson. Borgarar hava ringt inn allan dagin og í skrivandi
Seinastu rognini verða latin føroyskum smoltstøðum í mai í ár. Avgerðin at steðga at framleiða rogn, hevur við sær, at virksemið á lívfiskastøðini í Skopun og rognaframleiðslan við Áir, halda upp og tískil [...] grundarlagi, men seinastu árini hevur hon ikki borið seg. Hinvegin er granskingar- og menningarvirksemið, umframt ráðgevara- og tænastuuppgávur vaksið seinastu árini, og í dag er hetta ein týðandi partur av [...] fólk verða søgd úr starvi. Tilsamans eru seks fólk søgd úr starvi og harafturat er eitt fólk, sum ikki fær sína starvstíð longda, og sotatt eru sjey fólk søgd upp, boðar Fiskaaling frá nú á midegi. Tey
byrjar í heyst. Føroyar, sum eisini vera ein av vertunum í innleiðandi kappingini, endaðu í bólki D saman við Turkalandi, Montenegro og Luksemborg. - Turkaland er styrkismett hægst av øllum londunum í innleiðandi [...] vit spælt ímóti fyri ikki so langara tíð síðani, og har meti eg at vit hava ein møguleika, um vit avrika væl. Hinvegin kenni eg ikki nakað serligt til Montenegro, so har veit eg ikki heilt, hvat vit kunnu [...] og Luksemborg verða mótstøðuliðini hjá føroyska kvinnulandsliðnum, sum í apríl mánaði skal spæla innleiðandi EM-undankapping í Føroyum. - Hetta er ein sterkur bólkur, men vit fara sjálvandi eftir at spæla
funnin lívleysur í haganum omanfyri Gjógv. Løgreglan sifgur, at ábendingar eru um, at tað er bretin, sum varð eftirlýstur fyrr í dag. Løgreglan eftirlýsti ein breta, sum hevði verið í Føroyum og ferðast [...] ferðast, men hann fór ikki heim aftur við flogfarinum, hann annars skuldi við. Í dag var hann so eftirlýstur, og løgreglan bað í hesum sambandi um hjálp frá fólki og bað tey, sum kanska vistu um mannin, at [...] fráboðanum var, at onkur hevði sæð okkurt blátt liggja í haganum við Gjáarskarð. Tá ið tað varð kannað, vísti tað seg at vera ein ryggsekkur og í honum vóru pappírini hjá manninum, sum var saknaður. Farið
verður eftir øllum at døma í Effo-deildini komandi kappingarár. Í øllum førum er greitt at heili sjey lið, sum komandi kappingarár fara at spæla í Effo-deildini, í løtuni ikki hava sáttmála við nakran venjara [...] nógv innanhýsis í feløgunum um hvussu alt fer at vera. Men tað kann í førum staðfestast, at í løtuni eru tað heili sjey feløg, sum komandi kappingarár fara at spæla í Effo-deildini, ið ikki hava sáttmála [...] upp, hevur B68 heldur ikki sáttmála við nakran venjara til komandi kappingarár. Sostatt eru tað sjey venjarakabalir, ið skulu ganga upp innan fáar mánaðir. Nógvar gitingar eru í løtuni um, hvussu kabalirnar
runnið og kempa á føroyska miðvøllinum í ikki færri enn 62 landsdystum. Harafturat bleiv tað til fýra mál í landsliðsbúnanum fyri spælaran, sum í dag arbeiðir sum lærari í einum donskum fongsli. - Eg minnist [...] Gesturin í FSF Varpinum hesaferð er Julian Johnsson, sum hevur spælt 62 landsdystir og skorað fýra mál fyri Føroyar. Í dag arbeiðir Julian sum lærari í donskum fongsli. Síggj FSF Varpið við at trýsta á [...] hevði við sær, at vit gjørdust ov seinir, og eg haldi ikki tað fall í góða jørð hjá Allani Simonsen, fortelur Julian Johnsson, sum hesaferð er gestur í FSF Varpinum. Tað er neyvan ov nógv sagt, at Julian
løgreglan ikki hevur nokk av orku, so mugu teir biða um styrki frá øðrum økjum í landinum. Tað varð gjørt í Aarhus Vest nýliga, og tað eydnaðist at fáa tamarhald á bandunum har – tað sama má gerast í Keypmannahavn [...] annað hevur ført við sær, at Frank Jensen, yvirborgarstjóri í Keypammahavn, hevur boðað frá, at tað eru summi økir í býnum har borgarar ikki kunna kenna seg trygg. Løgreglan tykist at hava trupult við [...] Um tað ikki er nokk at enda stríðið, so ynskir fólkatingslimurin, at danski herurin kemur upp í leikin. - So ber til at spyrja herin um at hjálpa við nøkrum av uppgávunum, sum løgreglan hevur í løtuni
ið tit vilja og fara í hagan, tá ið tit vilja. Hetta er boðskapurin í einum faldara til útlendsk ferðafólk í Føroyum. Men nú hevur Brúkaraumboðið fingið eina klagu um faldaran og í tí sambandi verður víst [...] faldaranum ella broytt í eini nýggjari útgávu, sum kemur í heyst. Brúkaraumboðið heldur, at verða upplýsingarnar í nýggja faldaranum, rættaðar, er tað nøktandi og tí verður ikki gjørt meiri við málið. [...] ið um, at vegleiðingar eru um, hvussu ein skal bera seg at í føroysku náttúruni. Men í hesum føri var vegleiðingin ikki nøktandi, tí tað ikki var nágreinað, at loyvi skal fáast til vega, tá gingið verður
skulkidagur í Hoydølum, og løgreglan sigur, at í ár hava tey enntá bjóðað øðrum skúlum at koma til Havnar at halda dagin saman við teimum, so tað eru nógvir næmingar savnaðir í Hoydølum í morgun. Ein [...] seg upp í tí sambandi, tí ótolnir bilførarar og druknir og ovvekraðir næmingar er ikki ein heppin blanding. Tí er løgreglan farin í Hoydalar at halda skil á og tey siga, at støðan er heldur frægri í ár enn [...] Í morgun er eitt vælmannað løgreglulið farið niðan í Hoydalar at halda skil á næmingum í Hoydølum, og á tí nógvu ferðsluni, sum er har um vegir, serliga um morgunin, nú øll skulu til arbeiðis. Ídag er
Nakað í 20.00 í kvøld rendu eitt prutl og ein bilur saman í Saltangará. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at enn veit løgreglan ikki hví óhappið hendi, men løgreglufólk eru nú á staðnum og kanna [...] , tí viðkomandi gramdi seg um pínu í lendunum og beinunum. Umframt hetta var eitt ferðsluóhapp á Frælsinum í Havn fyrr í dag. Tað var um 17.30, at ein bilur rendi í reyvina á einum øðrum. Tað var tá fremri [...] persónsskaði, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Og tað kostar føraranum í aftara bilinum eitt klipp í koyrikortið. Um 19.00 tíðina í kvøld varð løgreglan eisini boðsend, tí ein smádrongur súkklaði á síðuna