verða - sum er - víst burtur við ongum, tí har er onki at koma eftir. Tey privatu hava - eins og formaður fólkafloksins og verandi fíggjarmálaráðharri - slokt trogið. Eitt fólksins innlit og ein óheft [...] men einans verið væltilrættalagdur sjónleikur sum liður í atkvøðufiskaríið. Fúl skom. Hetta kemur týðiliga til sjóndar, nú mvg-kunning fyriliggur. Ríkiligt av mvg-peningi hevur verið og er til, men [...] virðing og/ella trúvirði verða í tykkara politiska virksemi, tí sum sambandsfloksins sosialprofilar eru tit lítið og onki verdar, sum er. Einans tomt tos, ongin handling, ið vísir vegir og skapar virðiligar
Mario eitt lív, sum Balotelli familjan kundi. Sum 15-ára gamal fær Mario sáttmála við Lumezzane og árið eftir royndarvenur hann við spanska FC Barcelona. Tað endar tó við, at Super Mario, sum hann eisini [...] Hann er ikki sum hini, men eg elski hann alíkavæl, tí hann er ein góður drongur. Eg veit ikki hvat hendi við fýrverkinum, men eg eri bara glaður fyri at einki hendi honum. Nú liggur hann og svevur [...] kar, men heldur tí hann, sum so oftani fyrr, gjørdi okkurt býtt uttanfyri vøllin. Ta ferðina fyri at vísa sínum Ipad ov stóran áhuga í hálvleikinum. Sunnudagin var støðan ein onnur. Hann fekk álitið
hendir, tá børn og ung kunna spáka inn í ein hvønn handil og fáa fatur á rúsdrekka, tí handilsleiðarin ” ikki tímir at spæla politi ”? Kjakið hesar síðstu vikurnar er ein greið ábending um, at handilsfólk ikki [...] Vegna Ung fyri Miðflokkin Hallur av Rana, formaður ----- Eitt frítt handilslív er ein grundleggjandi partur av einum sunnum búskapi. Soleiðis er eisini í Føroyum við undantaki av nøkrum vørum, ið av ymiskum [...] nýtslan av tí er at finna í løgtingslóg nr. 61 frá 10.06.2008. Hetta kann sigast at vera sáttmálin, sum handilsmaðurin, ið ynskir at selja tubbaksvørur, skal fylgja. Tíverri hevur kjakið verðið merkt av
skeiði er íkomin, tí ein arbeiðsbólkaur var settur, har Noreg, Svøríki, Estland og føroyar í felag kunnaðu seg um slík viðurskifti, eittnú skúlaviðurskiftini hjá menningartarnaðum. Ein bólkur av verkstað [...] eitt ár. Nakað, ið hon legði til merkis, var, at menningartarnað har tóktust vera á høgum støði, um ein hugsar um teirra støðu. T.d. høvdu tey eitt studentaprógv, tillagað til tey, og hesum vóru tey errin [...] Hóast hetta er nýtt fyri hann, so stuðlar hann fegin hesi roynd og tekur fegin ábyrgd av henni. Tað liggur heldur ikki so langt frá háskúlahugsjónini, ið jú eisini snýr seg um at vís tolsemi við medmenniskjum
havsins andadrátt og litspælið í fjølbroytta plantulívinum, sum tey taka til. – Ein týdningarmikil partur av okkara uppaling, mentan og samleika liggur í sambandinum við náttúruna. Náttúran er eisini av alstórum [...] og náttúruvernd. Tað eigur at verða gjørt við at samtykkja eina lóg, sum staðfestur hvørsmansrættin hjá føroyingum ásama hátt sum okkara grannalond, Noreg, Ísland, Svøríki og Skotland, hava gjørt. Og [...] gleðiligt at frætta, at landsstýrismaðurin í vinnumálum nú ætlar í løgtingið við einum lógaruppskoti, sum skal tryggja rættin hjá vanliga borgaranum til at ferðast í náttúruni. Tað halda tey í Hagafelagnum
FC Suðuroy mátti fara suðuraftur við fimta tapinum á rað sum viðføri. Heimaliðið var greiður favorittur, og hóast spælið bara í løtum koyrdi, sum tað hevur gjørt tað í onkrum av undanfarnu dystunum, var [...] dystin og hevði fyri tað nógva sama tamarhald á støðuni, sum liðið hevði tað í fyrra hálvleiki. Og eitt korter fyri dystarenda kom seinna málið, sum í veruleikanum avgjørdi dystin. Andras Gango sendi eitt [...] NSÍ hevði vunnið síðstu seks dystirnar og FC Suðuroy tapt teir síðstu fýra. So á ein hátt vóru liðini á hvør sínari beinu kós – men tó við øvugtum fortekni. Dysturin leygardagin broytti heldur einki, tí
at loyva øðrum loyvishavandi útbjóðarum at leiga seg inn á sítt kervið. Hetta skal gerast fyri ein prís, sum Føroya Tele og hin útbjóðarin kunnu koma ásamt um. Tað royndu Alnót og Føroya Tele, ið høvdu sínar [...] fyri hvønn minutt ein kundi hjá Alnót eru á netinum. Men tá er bert goldið fyri nýtslu av telefonkervinum í Føroyum. Størsti parturin av tí, ið er atkomiligt ígjøgnum internetið, liggur á servarum uttan [...] kervið hjá Føroya Tele, hevur Fjarskiftiseftirlitið nú skorið ígjøgnum í málinum og ásett prísin, sum Alnót skal gjalda Føroya Tele fyri at brúka fjarskiftiskervið. Soleiðis eru tey formellu viðurskiftini
abbabørn. Eingin av synunum býr á Hellunum. - Tveir búgva aðrastaðni í Eysturoy, ein býr í Havn, og ein býr á Amager. Sonurin, sum býr í Danmark, hevur føroyskan maka, og eg vænti ikki, tað gongur long tíð, [...] bygdini. Hesin liggur oman fyri Bønhúsið og er eitt fantastiskt spælipláss. Tá bygdin er minkað so nógv, sum Hellurnar eru í fleiri ár, er greitt, at her standa nógv hús tóm til dagligt. Húsini, sum eingin býr [...] býr í, eru antin farin í arv – ella eru tey keypt av øðrum, sum hava sett tey í stand. Fleiri, sum eiga hesi hús á Hellunum í dag, eru ófør at vitja, eitt nú um páskirnar, sumrarnar og í heystfrítíðini
ætlað. Higartil hava tað verið ósemjur heldur enn semjur, sum hava merkt samráðingarnar, og landsstýrið kennir seg alt meira kroyst, samstundis sum tíðin er við at renn a undan landsstýrinum. Anfinn Kallsberg [...] Hetta er eitt arbeiði, sum vit upprunaliga høvdu ætlað at gera saman við dønum, men tað vildi stjórnin ikki. Vit gjørdu so hetta arbeiðið sjálvir, men hóast alt hetta tilfarið nú liggur á borðinum, heldur [...] tað yvirhøvur ber til innihaldsliga og innan tíðarkarmarnar at fáa eina loysn, sum báðir partar kunnu taka undir við, sigur ein avgjørdur løgmaður. Á fjórða fundinum var tí eitt orð ovast á dagsskránni, og
liggja um ein bumba undir Strandferðsluni. Tað ásannar stjórin á Strandferðsluni eisini. ?Verður tað metingin hjá samgonguni, sum er tann rætta, verður bara neyðugt at spara tær fýra milliónirnar, sum upprunaliga [...] Hergeir Nielsen, sum er einasti samgongutingamður úr Suðuroy, sagt, at túratalið til Suðuroynna kann ikki vera lægri og verður túratalið ímillum havnina og Suðuroynna lækkað, tekur hann tað sum eina stóra [...] Davidsen, stjóri á Strandferðsluni. Og tað sigur hann í kjalarvørrinum á teimum politisku stigum, sum eru tikin hesa seinastu vikuna. Tað hevur alla tíðina verið greitt, at Strandferðslan verður noydd