Fyrstu leikirnir við Judo vóru í Føroyum í 1989, og næstu tríggjar leikirnar var føroyska judo-liðið eitt tað sterkasta á leikunum. Hetta fekk tó ein bráðan enda á Gibraltar í 1995. Beint sum seinastu ka [...] valdar millum 18 greinar. Og tað sær tíverri út til, at judo altso er í ferð við at detta burtur ímillum í hesum, sigur formaðurin í Judosambandinum. Avtaka markið Hósdagin fara umboðini hjá ymisku jud [...] var partur av skránni, og tað skuldu 12 ár í gloymskuni til, áðrenn kampítróttin aftur fekk sítt pláss á leikunum. Risa munur Hesi árini merktu eisini áhugan í Føroyum fyri judo. Talið av aktivum feløgum
tað trupult við fólki í ár, fekk ein kærkomnan sigur móti øðrum liði hjá vestmanna við at vinna 2½-1½. Mest óvantaða úrslitið í botndystinum var javnleikurin millum varaborgarstjóran í Vestmanna, Jón Mikkelsen [...] varaborgarstjórin, eldsálin og formaðurin í Vestmanna talvfelag vildi hetta øðrvísi og ognaði vestmenningum eitt hálvt stig í betri støðu. At góð úrslit fella á eldsálina í Vestmanna talvfelag, er bert at frøast [...] vestmenningum, Martin Brekká, lat eina finnu tíðliga í byrjanarspælinum fyri virkið spæl móti Esberni Christiansen. Hetta gav eisini ávøkstur, tá Esbern seinni í talvinum misti ein riddara og harvið tað heila
gloyma, at tað, sum Palme í veruleikanum segði var, at politikkur er at vilja broyting. Palme visti og skilti, at eitt samfelag í roynd og veru hevur tveir valkostir: at standa í stað ella mennast og broytingin [...] hevur mist allar vinir í triðja heiminum. Hesin politikkur hevur elvt til sorgarleikir, ótrygd og ófrið ikki bert í Miðeystri – hesin politikkur hevur gjørt, at USA hevur mist leiðsluna í heiminum. Kina og [...] Okkum tørvar broyting er yvirskriftin í valstríðnum hjá Barack Obama, og ongantíð í søgu USA hevur eitt herróp hóskað so væl til eina politiska støðu. Olof Palme verður mangan mintur fyri orðini: politikkur
frá 135 mió. til 300 mió. fólk í 2025. Vøksturin verður størstur í menningarlondunum, men eisini í ídnaðarlondunum er talan um ein stóran vøkstur. Tað, sum serliga vekir ans í menningarlondunum er, at sukursjúkan [...] Tað er Diabetesfelag Føroya, ið skipar fyri fundinum. Jak Jervell, professari, og Sindre Bjørke, formaður í norska diabetisfelagnum, halda fyrilestrar um aldursdiabetis. Úrslitið av eini nýggjari og rættiliga [...] hóttandi gongd. Kanningin vísti, at 2000 norðmenn, sum tóku lut í kanningini, høvdu sukursjúku uttan at vita av tí. Kanningin fór fram í Nord-Trøndelag frá 1995 til 1997. Øll yvir 13 ár vórðu kallað inn
Dan R. Petersen Í grein í bløðunum 17.11.06 sigur Óli Jacobsen meg lúgva, tá eg fortelji, at eg fór inn í málið um kryvjimaskinuna, tá reiðari hevði kroyst manningarnar longur enn loyvt var, og teir onga [...] høvdu verið. Nú sá eg onga meining í at ringja aftur til Óla, men ringdi til næstformannin, sum eg havi samstarvað væl við í 30 ár. Eg spurdi hann, hvat nevndin í F. F. segði til, at reiðari hevði kroyst [...] Tann 13. mei skrivar Edvard í Skorini Joensen eftir áheitan frá mær grein um málið í Sosialinum. Tá var skipara og Navigatørfelagið eisini komið uppí. Var Óli farin inn í málið, tá eg gav honum tað fyrsta
Høgni Hoydal, Formaður Tjóðveldisfloksins Politisk ábyrgd, politisk atgerð og avleiðingar eru í Føroyum sjáldsom fyribrigdi. Og tá tað hendir, vendir oftast skeivan veg. Løgmaður er í brátt 4 ár sjáldan [...] skuldu flagga í Íslandi sum “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne”). Og hygga nú: Nú koma tær sterku kenslurnar fram í barmi løgmans. Hann er rasandi og traðkar fram beinleiðis í Degi og Viku. [...] sum ovasta fyrisitingarliga leiðara. Tey spyrja m.a., um framferðin er í samsvari við tær avtalur og sáttmálar, ið gjørdar eru í sambandi við at Postverkið gjørdist alment partafelag. Ikki eitt orð frá
Gunvá við Keldu Býráðslimur og formaður í Mentanarnevndini í Klaksvíkar Býráð Tað er at fegnast um at skattalættin í samgonguskjalinum, sum Fólkaflokkurin hevur lagt dent á í fleiri ár, nú umsíður sær út [...] Tað sum landsstýri ger í hesum føri, er at flyta nakrar útreiðlsur frá landi til kommunur og harvið kunnu teir seta landsskattin niður. Í nógvum kommunum er skattaprosentið í hægra lagi. Við hesum po [...] landsstýrinum verður trýst lagt á kommunurnar at seta skattin upp. Í hesum føri velur landsstýrið at isolera seg og tosa um ein skattalætta, har tað í veruleikanum er skattaborgarin sum fíggjar. Haldi ikki at hetta
krøv. ? Við at leggja seg út í lønarhækkingina, hevur landsstýrismaðurin í veruleikanum tikið samráðingarrættin frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum og tað kann fakfelagsrørslan í Føroyum ikki standa modell [...] fyrimynd í almennu lønarsamráðingunum, sum verða seinni í heyst og tað hevur landið ikki ráð til, heldur hann. ? Eg kann vissa Bárð Nielsen um, at vit seta okkara krøv fram uttan mun til, hvat stendur í øðrum [...] skal ikki sleppa so lætt, sum hann heldur. Gunnleivur Dalsgarð er formaður Starvsmannafelagnum, sum er landsins størsta fakfelag, og hann er í øðini inn Bárð Nielsen, eftir at hann vrakaði semjuna, sum SEV
føroyingar fyri alt í verðini ikki mugu enda í somu støðu sum Skotland. Bæði umboð fyri vinnuna og mentanina vóru samd um, at royndirnar úr Hetlandi og Írlandi avgjørt áttu at verði umrøddar í kjakinum um føroyskan [...] kunnu læra nógv av útlendsku royndunum. Ymiskar royndir Umboðið fyri Hetland, Arthur Watt, sum er formaður í hetlendska lista grunninum, greiddi frá, hvussu stóran týdning oljupengarnir høvdu fyri hetlendska [...] Hetlendska skipanin hevur eisini verið uppi at vent í Føroyum. Eitt uppskot hevur verið, at ein litur av av hvørjari oljutunnu skal fara til føroyska mentan. Í Skotlandi er støðan ræðandi. Michael Russel segði
vantandi arbeiðsorku og er hetta eisini ein liður í starvsfólkapolitikkinum. ? Vit halda ikki, at tað er rætt, at deildir lata aftur, sigur Doris Hansen, formaður í MBF. ? Myndugleikararnir vilja ikki játta meira [...] seta fleiri fólk, men í síðsta enda kostar tað nógv meira at lata eina deild aftur enn at seta nýtt fólk í starv. Tá deildin letur aftur, verða sjúklingarnir, ið har liggja sendir út í eystur og vestur. Nakrir [...] botnar í, at starvsfólkini verða overvað. Teir hægru myndugleikarnir, tað vil siga læknar og sjúkrasystrar á deildunum, taka undir við mótmælinum hjá MBF. Gera metingar Í skrivinum til Sámal Petur í Grund