fyrstu ferð á Summar Festivalinum. Bólkurin var so at siga givin at spæla, men framførslan á Vágsbø í 2005 var stóra endurreisnin hjá Dynamit. Framførslan var framúrskarandi, móttøkan betur enn nakar hevði [...] at uppliva Dynamit á landsins størsta tónleikapalli. Dynamit gav fyrstu sangirnar út í 1980'unum og var sera væl umtóktur dansibólkur tá í tíðini. Teir hittaðu við fleiri sangum á útgávum og í útvarpinum
Ríkissjúkrahúsið. Hon var har í knappar tveir tímar og fór aftur umleið klokkan 18.30, skrivar norska tíðindastovan NTB. Kongshúsið boðaði fyri einari viku síðani frá, at Haraldur kongur var innlagdur eftir [...] kongur er innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Sunnukvøldið upplýsti kongshúsið, at støðan hjá kongi var versnað um vikuskiftið. Hann fær antibiotika fyri eina bakteriuinfektión í blóðinum og hevur sambært [...] kongur hevur eisini fyrr í ár verið innlagdur. 21. februar varð hann innlagdur á Tenerife, har hann var á privatari ferð saman við Sonju drotning. Tá varð hann viðgjørdur fyri eina infektión í beininum og
steðginum var støðan 4-0 til Vejle. Vendsyssel fekk steðgað bløðingini í seinna hálvleiki, og svaraði aftur við einum máli. Tobias Bach við tveimum málum og Mikkel Duelund syrgdu fyri, at Vejle var á odda [...] Gunnar Vatnhamar hevur longu funnið seg til rættis í Vejle. Gunnar var við frá dystarbyrjan, tá Vejle á leikvøllinum á Vejle Stadion vann stórsigur 4-1 á Vendsyssel FF, ið hevði Árna Nóa Atlason og Ara [...] Marcussen til 4-0. Tann í Føroyum væl kendi Emil Grønn-Pedersen reduseraði fyri Vendsyssel. Gunnar, ið var á vøllinum í 86 minuttir fær fyri leikliga avrikið frá Sofascore karakterin: 7,0, og frá Soccerstand
varð ikki latin heilt uppaftur fyrr enn umleið klokkan 15.45-15.50. Sostatt var ikki koyrandi í nærum fýra tímar. Talan var um vegastrekkið av Skála inn í Skálafjørð, millum Skálafjørð og Skipaneskrossin [...] sin og víðari vegastrekkið av Skipaneskrossinum til avkoyringina til Syðrugøtu, sum var stongt hesar umleið fýra tímarnar. Løgreglan vísir á, at tað ikki neyðturviliga skulu nógvir litrar av olju til fyri [...] uppruddingin og átakið hevur kostað. Oljudálking á vegi kemur fyri av og á, men sambært løgregluni var hendingin í gjár serlig, tí hon hevði so stórar avleiðingar fyri ferðsluna og so nógv fólk.
32-31 sigur á heimaliðnum. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-13. Elias skoraði trý mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til tvey mál. Elias var sambært hagtølunum á vøllinum í 24 minuttir [...] skoraði fimm mál upp á seks málroyndir, og hann var eisini noteraður fyri eitt "steal", har hann vann bóltin í einari álopsstøðu hjá Stuttgart. Hákun var sambært hagtølunum á vøllinum í 41 minuttir og 32
Olaf var stillførur maður. Hann var kendur fyri sítt róliga og sáttliga lyndi og hevði ikki fyri neyðini at brúka stór orð ella gera nógvan háva um seg. Men aftan fyri stillføra huglagið og atburðin var [...] familjan flutti ikki inn í egin hús fyrr enn í 1948. Tá var Olaf 12 ára gamal. Trongu korini settu síni spor í Olaf bæði so og so. Longu sum blaðungur var hann raskur at arbeiða. Hann gjørdi nyttu sum slóttumaður [...] síni. Eitt fast arbeiði um veturin var, tá søldfirðingar ruddaðu kava við skuplu av vegnum niðan ímóti gøtumonnum, til teir møttust uppi á Gøtueiði, so koyrandi var við fólki og farmi millum Søldarfjørð
vóru savnað í parkini til eitt tiltak í sambandi við, at nýggja skúlaárið var byrjað. Løgreglan fekk fráboðan um, at ein persónur var stungin við knívi. 16 ára gamli varð flogin á Ríkissjúkrahúsið, men doyði [...] ongslaður eftir grundlógaravhoyringina í dag. Sambært dómaranum kann ikki útilokast, at hendingin var partur av einari uppgerð millum tveir bólkar. Tilfarið, sum ákæruvaldið legði fram sum grundarlag fyri [...] tó lagt fram fyri afturlatnum hurðum. Hetta víkur nakað frá tí, sum løgreglan segði fyrr í dag. Tá var metingin, at ein ósemja hevði verið millum teir báðar 16 ára gomlu, men at hon ikki hevði samband við
Tað var toppuppgerð inni í Dal á Sandi í dag, tá ið B71 hevði vitjan av Víkingi. B71 er topplið, og Víkingur var undan dystarbyrjan tvey stig aftanfyri sandoyingar og hevði harvið møguleika við sigri at [...] bæði málini, men tað var málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg. Fimm minuttir eftir steðgin legði Lucas Ørneborg heimaliðið framum 1-0, og uppleggið átti Suni Herman Petersen. Hetta var 23. málið hjá 24 ára [...] toppskjútti í deildini. Hini bæði B71 málini skoraði Tobias Koktvedgaard, tá ið ávikavíst ein tími var farin, og tá ið tað restaðu seks minuttir. Danski spælarin, sum í morgin fyllir 21 ár, hevur nú skorað
tingrættinum í Oslo í morgin við kravi um varðhaldsfongsling. Síðsta fríggjadag var rættarfundur í Gøteborg, og hesin var fyri afturlatnum hurðum. Løgreglan hevur rannsakað eina ogn í Svøríki, men sum skilst [...] hevur hin skuldsetti sagt, at ein náttúrlig frágreiðing er til hetta, tí hann var staddur á motorvegnum nærindis bústaðnum og var á veg til eina venjingarmiðstøð henda morgunin. [...] varð handtikin á flogvøllinum. ##med3## Verdens Gang skrivar, at fartelefonin hjá hinum 59 ára gamla var á leiðini í Lørenskog - í tíðarskeiðnum - tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, og hetta er sum skilst do
í Nólsoyarfirði. Ein grind var sædd svimja stillisliga norður gjøgnum fjørðin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Men grindin varð kortini ikki hildin til, og tað var hon ikki, tí at sýslumaðurin