sambandið millum forsetarnar var á einum "positivum" støði. Sum skilst, hevur norðurkoreanski leiðarin heitt á amerikanska forsetan um ikki at gera ov nógv av í felags hernaðarligu venjingini saman við Suðurkorea [...] stóra virðing. Eg skilji hann. Hann skilir meg, segði Donald Trump - uttan at fara í smálutir við tí, sum teir báðir høvdu tosað um.
yvirtjóðarliga lóggávu. Hin ein milliónin er ætlað at stovna eitt netverk av sjálvstøðugum journalistum, sum arbeiða við evnum sum tjóðarræði, trúarfrælsi, náttúrlig rættindi og tjóðarsinnað virði. Vekir [...] Stuðulin er partur av einum størri pakka upp á í minsta lagi 25 milliónir dollarar til konservativar felagsskapir og verkætlanir í Evropa. Sambært Reuters verður skipanin umsitin av deildini fyri fólkaræði [...] pressufrælsið. Sambært ætlanini skulu tríggjar milliónir dollarar brúkast til verkætlanir, sum kanna og lýsa tað, sum stjórnin metir vera demokratiska afturgongd í Evropa, eitt nú í sambandi við innflyting
sinnað av gera eina avtalu av tí slag, sum hann heldur vera neyðuga. Hóast vápnahvíld varð lýst landanna millum í juni, hava bæði USA og Iran í fleiri umførum framt álop á mál hjá hvørjum øðrum. Ein av stóru [...] stóru stríðsspurningunum millum londini hevur verið Hormussundið, sum er týdningarmikil siglingarleið fyri útflutning av olju og gassi.
skjótt fara at síggja broytingina, sigur innanríkisráðharrin sambært BBC. Ontario-vatnið er tað minsta av teimum Stóru Vøtnunum á markinum millum USA og Kanada. Nú er vatnið komið mitt í eitt navnatrætumál [...] framvegis navnið Lake Ontario. Forsetaboðskapurin ávirkar Geographic Names Information System, GNIS, sum er ein almennur amerikanskur dátugrunnur við landafrøðiligum nøvnum. Hetta er orsøkin til, at Google [...] londum og økjum uttan fyri USA, teirra millum Grønlandi. Ontario-vatnið er ikki fyrsta staðarnavnið, sum Trump hevur broytt í amerikanska dátugrunninum. Hann hevur eisini broytt navnið á Meksikoflógvanum
Social. Á kortinum eru Grønland, Ísland, Kanada, Meksiko og fleiri lond í Miðamerika og Karibia dekkað av amerikanska flagginum. Yvir kortinum stendur „United States of America“. Trump skrivaði onga frágreiðing [...] frágreiðing til myndina. Føroyar eru ikki við á kortinum. Mette Frederiksen, forsætisráðfrú Danmarkar, sum í hesum døgum vitjar í Grønlandi, tekur nýggja útspælið frá amerikanska forsetanum í álvara. – Grønlendska [...] kunnu vit væl endurtaka í dag. Men eg vóni ikki, at nakar ivast í honum – hvørki í USA ella í restini av heiminum. Donald Trump hevur fleiri ferðir sagt, at USA eigur at fáa ræði á Grønlandi. Bæði grønlendskir
pan. Nato og ukrainska flogfelagið Antonov Airlines nýta flogvøllin til flutning av hernaðarútgerð. Trygdarkeldur, sum týsku miðlarnir endurgeva, hava illgruna um, at Russland var uppi í hendingini. Russland [...] fyri hybridum krígsrekstri. Hann vísti eisini á, at Týskland fer at víðka granskingina í dronum sum part av átøkunum ímóti nýggju hóttanunum. Millum annað verður ein nýggj granskingarmiðstøð fyri dronutrygd [...] Tann 4. august varð ein drona við spreingiløðing funnin nærindis einum ukrainskum farmaraflogfari, sum verður nýtt til at flyta hernaðarútgerð. Eftir fundið varð flogvøllurin fyribils stongdur. Kanningarfólk
Í august vórðu 29 nýggj Toyota-akfør skrásett í Føroyum. Tað er næstan tvífalt so nógv sum Nissan, sum við 15 akførum var næstmest selda merkið í mánaðinum. Volkswagen kom á triðja pláss við 12 nýggjum [...] hevði 10 og Mercedes-Benz og MG høvdu níggju í part. Tølini frá Akstovuni fevna um øll nýggj akfør av hvørjum merki – sostatt ikki bara persónbilar, men eisini eitt nú vørubilar og onnur skrásett akfør
árið, at felagið kemur við einum avlopi í einum ársroknskapi. - Sjálvt um hetta var væntandi, sum ein partur av okkara arbeiðsætlan, er árið í fjør ein hornasteinur hjá okkum. Stovnarin og stjórin í alifelagnum [...] felagið takkar starvsfólkum og øllum viðskiftapørtum fyri síni íkøst. Felagið tók 10.018 tons av toski í 2025, sum var ein vøkstur á 110 prosent í mun til árið fyri, tá tøkunøgdin var 4.770 tons. ##med2## [...] frá einum halli á 242 milliónir í fjør til 66 milliónir í avlopi í 2025. Hetta er soleiðis ein betran av ársúrslitinum á 301 milliónir norskar krónur samanborið við árið fyri. Vit kunnu leggja aftrat, at
milliónir, so helst kemur okkurt afturat seinni, sum skattaborgarin í Havn skal rinda fyri. Seinasti fundurin var tann, ið endaði í miðlunum, orsakað av tí, at okkara umboð komu til læstar dyr. Á hesum [...] Hetta eru seinastu atkomuligu limatølini frá 2024, sambært hesum hevur felagið í Havn 25 limir. Tað, sum eg kundi hugsa mær at viðmerkt, er tað at borgarstjórin nevnir, at feløgini eru hoyrd og atlit verður [...] var í góðum hondum. Til næsta fundin var okkurt broytt. Beinanvegin fundurin byrjaði, fekk eg fatan av at okkurt skifti var farið fram. Tað vísti seg eisini at vera rætt. Hetta var ikki ein fundur, har
atkomiligum staði, og at skapa brúgv til bústað, heilsutænastur, viðgerð og onnur sosial tilboð. Sum partur av avtaluni verður eisini ein samstarvsnevnd sett við umboðum frá øllum pørtunum. Nevndin skal saman [...] mun til innihaldið og kósina í Tilhaldsstaðnum. - Við hesi avtaluni hava vit fingið ein týðandi part av grundarlagnum undir Tilhaldsstaðnum upp á pláss. Málbólkurin hevur ofta tørv á hjálp frá fleiri skipanum [...] Leigusáttmáli er gjørdur við Norska Frelsunarherin um bygningin hjá teimum í Niels Winthers gøtu í Havn, sum skal hýsa Tilhaldsstaðnum. Arbeitt verður nú víðari við teimum praktisku fyrireikingunum og við at