sum skipar fyri Ovastevnuni, hevur lagt dent á, at stevnan skal vera fyri alla familjuna, og at tiltøkini so vítt møguligt skulu vera ókeypis. Hetta ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka [...] á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini fyri børn eru við fótbóltsvøllin á Mýrini, á nýggja spæliplássinum Leikalund, sum nólsoyingar eru farnir í holt við at byggja, og á frálíka sandinum [...] spæla frítt. Í kirkjuni verður morgunsangur og ikki færri enn tríggjar kórkonsertir, umframt andakt fríggjakvøldið og guðstænasta sunnudagin. Undir Botnagarði verður kórsangur, handilin í bygdini hevur
størst møguligt virði fyri samfelagið. Umsitingarætlanin riggar heldur ikki Veikleikin í skipanini sæst eisini í umsitingarætlanini fyri botnfiskastovnarnar, sum varð sett í verk í 2021. Ætlanin byggir [...] kvotuskipan má taka hædd fyri. Men vandin fyri útblaking kann ikki vera eitt argument fyri at lata vera við at regulera veiðuna beinleiðis. Tað hevði svarað til at sagt, at vit ikki eiga at krevja skatt [...] serliga støðu í Føroyum. Hon snýr seg ikki bara um búskap og lívfrøði, men eisini um søgu, mentan og samleika. Tað sæst kanska serliga í kjakinum um útróðurin. Men henda serstøðan broytir ikki tey grundleggjandi
Í grein 52a fyrispurningi spyr hann, hví krav er um, at eitt far skal vera størri enn 20 BT, fyri at siglingstíð við tí kann telja sum góðkend útbúgvingarsigling. Hann spyr eisini, um hetta er ásett í [...] 20 BT-kravinum, til dømis fyri útróðrarfólk, sum hava virkað í hárabólmnum sjógvi kring Føroyar. Aðalspurningurin er eisini, um landsstýrið ætlar at seta onnur átøk í verk fyri at hjálpa ungum útróðrarfólki [...] í altjóða reglum, hvør týdningurin er fyri Føroyar, og hví føroyingar við drúgvum royndum á smærri fiskiførum ikki kunnu fáa hesar royndir góðkendar. Eirikur í Jákupsstovu vil harumframt hava at vita, um
stjóri í Hiddenfjord, í samrøðu við Frihedsbrevet . Stjórin í Hiddenfjord, Atli Gregersen, heldur, at fleiri almennar stuðulsskipanir skeikla føroyska arbeiðsmarknaðin og eiga at verða tiknar av. Í samrøðuni [...] svíkur. – Um tú ikki hevur arbeiði til fólkið ávísar dagar, so mást tú antin løna teimum upp á ein annan máta ella finna onnur ráð. Eg haldi ikki, tað er rætt, at ein annar skal rinda fyri títt virki, sigur [...] teimum. Eg haldi ikki, vit eiga at brúka pengar upp á at halda arbeiðsfólk føst á ali- og fiskavirkjum, sigur Atli Gregersen. Sambært honum manglar arbeiðsmegi í Føroyum, og tí er tað ikki skilagott, at almennar
til Havnar, skal skattgjaldarin í Tórshavnar kommunu aftur rinda fyri, at útlendsku ferðafólkini koyra við býbussunum - nú er tað heilt galið - tey rinda ikki eina krónu, men skattgjaldarin í Tórshavnar [...] kommunu skal enn einaferð gjalda fyri tann ríka amerikumannin og kinesaran. Sjálvandi skulu ferðafólkini rinda nógv meira enn Føroyingar - fyri almennan flutning - og ikki at rinda eina krónu fyri býbussarnar [...] skattgjaldarin rindar fyri - hetta í ólukkumát. Strandferðslan t.d. undirbjóðar við so lágum prísi, at tað er skammiligt og ein vanvirðing fyri onnur, sum reka ferðavinnu. Strandferðslan hevur í 2026 bruttoútreiðslur
unum í Sunda kommunu, sum í ár verða 11. – 20. september. - Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2026, siga tey í kommununi í dag. Í uppskotinum skal grundgevast [...] grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt, og hvussu man metir, at hetta er til gagns fyri borgarnar í kommununi. - Uppskotini skulu [...] ónevndir. Tað verður trivnaðarnevndin í kommununi, sum fer at viðgera uppskotini, og nevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomin uppskot - ella ikki at velja nakað av teimum. Tey, sum áður
verið illa fyri í nógv ár. Gýtingarstovnurin er framvegis undir ásetta lágmarkinum, meðan veiðilutfallið er oman fyri hámarkið í veiðiregluni. Niðurstøðan hjá Havstovuni er tí, at veiðitrýstið ikki eigur at [...] veiðireglan ikki eftirmett innan næsta MSC-eftirlitið í desember, kunnu Føroyar missa góðkenningarnar fyri fiskiskapin eftir upsa og hýsu. 10 prosent av toskinum Bátarnir í bólki 5 B avreiddu í fjør 1.066 [...] Vinnunevndin hjá Løgtinginum hevur í dag á skránni uppskotið hjá Bárði á Steig Nielsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, um at lata útróðrarbátum í bólki 5 B 750 eyka fiskidagar í 2026. Orsøkin er, at bátarnir
við í lógararbeiðið frá fyrsta degi, og at øll lógaruppskot verða mett í mun til skyldurnar, sum sáttmálin ásetir. – Tað er ikki nóg mikið bert at staðfesta, at eitt lógaruppskot er mett at vera í samsvari [...] styrkir tað bæði dygdina í lóggávuni, rættartrygdina og rættindi í føroyska samfelagnum, sum heild. Brekrættindasáttmálin eigur ikki bara at verða nevndur – hann eigur at verða framdur í verki. – Føroya Løgting [...] Soleiðis skrivar Brekumboðið í morgun. Nýggj tingseta er byrjað, og komandi árið fara nógv lógaruppskot at verða løgd fyri Løgtingið. – Brekumboðið heitir á politisku skipanina um at tryggja, at ST-sáttmálin
sera stórar neiligar avleiðingar fyri reiðfólkini, sum hava skipað seg har í umhvørvinum fyri langari tíð síðani. Ein súkklubreyt og ross hoyra ikki saman - tað er sjón fyri søgn, ross eru flokksdjór og kunnu [...] men ikki runt um fjallið, men á Bøllureyni er mítt tilmæli. Men, sum ikki einaferð, eru tey í samgonguni sjálvsøkin og rættvís yvir fyri sær sjálvum, og trumfaðu málið ígjøgnum - sjálvt um tey ikki høvdu [...] høvdu arbeitt rætt í málinum og ikki virt mannagongdirnar, tá mann fer út í náttúruna at gera inntriv - tí har eru mannagongdir, sum kommunan skal taka atlit til og virða. Tí førdi eg fram, at mann skuldi
nóg mikið. Bilførarin fær í øllum førum bót fyri tað, sigur vaktleiðarin. Í Klaksvík fingu tveir bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum, har ferðslan er einsrættað. Annaras [...] Og gjáramorgunin var ein bilførari tikin fyri at koyra við kenning í norðurøkinum. Eftir festivalin í gjár vóru nógvir kampingvognar á vegnum, og í hesum sambandi gjørdi løgreglan eisini kanningar tí v [...] Festivalinum varð í gjár meldað til løgregluna. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at talan er ikki um eitt stórt mál, men tað verður nú kannað nærri. Løgreglan veit, hvør tað er, ið skal hava sligið. Og