felagssangin ella so. Tað hevur eisini verið nokso vanligt á ovastevnu, at yngra ættarliðið í stóran mun leitar sær út um fjørðin, tá náttin nærkast. Helst fer tað at taka nakrar tímar í nátt at fáa allar gestirnar [...] uppí fleiri skip. Í dag hava eisini verið nógvir bátar í Nólsoy, og tað er góður siður at bíða við at loysa, fyrr enn morgunin nærkast, og dagsljósið er komið. ##med2## ##med3## ##med4## ##med5## ##med6## [...] Veðrið hevur so nógv at siga fyri summartiltøkini, men nú fleiri tiltøk hava verið hetta vikuskiftið, kann eingin klaga. Á ovastevnu í Nólsoy í dag hevur veðrið verið gott, og soleiðis hevur eisini verið
bók, og krevur við verandi prísum millum 10 og 15 mió ov nógv inn í bummgjøldum árliga. Um lógini um Norðaoyatunnilin verður broytt soleiðis, at heimild verður givin at byggja Kalsoyartunnil, og at brúka [...] fólkavøkstur og øktir vinnumøguleikar koma í eyga. Hvør byggjir tunnilin? Tað er ikki avgerðandi, hvør byggir tunnilin. Tað týdningarmesta er, at farið verður til verka. Ein møguleiki er, at tunnilin verður [...] avlýsingum í høgættarloti og lóggivnari hópferðavinnu, sum darvar bæði lokalum og teimum við tilknýti til oynna at ferðast. Stropað ella lívsørt Fíggjarlógararbeiðið í heyst fer at vísa, um eggið verður stropað
á djóralívið, larm og ynskið um at verja náttúruna. Enn er tó ikki talan um eitt beinleiðis forboð, og reiðarí fáa onga revsing, um tey ikki fylgja tilmælinum. Ætlanin er kortini at seta greiðari reglur [...] Sermersooq, sigur við DR, at ferðamannaskip summastaðni órógva bæði hvalaveiðu og reinsdýraveiðu. Eisini kann tað vera eitt stórt trýst fyri smá búpláss, tá fleiri ferðamannaskip koma í senn. – Vit vilja bara [...] kunna sigla, hvar teimum lystir í grønlendsku firðunum. Tað eru boðini frá grønlendska landsstýrinum, Naalakkersuisut, sum nú heitir á reiðaríini um at avmarka siglingina í ávísum økjum. Sambært DR hevur
kvøld fer at spæla á Skála, og tað eru trý stig aftur til B36, sum í løtuni spælir í Sørvági. HB vann 2-0, og soleiðis, sum tað myndaði seg, so hava teir á heimaliðnum orsøk til at iðra seg um, at teir [...] vunnu greiðari sigur, og teir á B68 liðnum hava orsøk til at vera nøgdir við, at teir ikki løgdu rygg til væl trivaligari tap. Høvuðsorsøkin til, at HB var so greitt omaná, var, at B68 í 80 minuttir var [...] fyrstu ellivu, eftir at hann var leikbannaður, tá ið HB mánakvøldið vann 2-0 í Klaksvík. Luturin hjá toftamonnum var at renna aftaná og verja. Uppstillingin minti fyri tað mesta um 6-3-0, og B68 hevði onga roynd
ímóti AB, og so var tað, tá ið B36 fyri tveimum vikum síðani tapti 2-0 í Klaksvík. Sigurin ber við sær, at B36 hevur 33 stig og er undir liðini á HB. Tað eru sjey stig fram til oddaliðið NSÍ, og tað er eitt [...] Uppleggði átti miðvallarin Dávid B. Andreasen, og tað var Pætur J. Petersen, sum sendi bóltin úr vinstru og í handara síðunetið. Hetta var aðru ferð í ár, at Pætur J. Petersen var málskjútti í Meistaradeildini [...] sum í annaðkvøld fer at spæla á Argjum. Tór-Ingar Akselsen, sum inntil fyrr í summar var venjari hjá næstbesta liðnum í B36, er nú venjeri hjá 07 Vestur. Tapið í kvøld ber við sær, at 07 Vestur framvegis
hjálparvenjari, og Jákup Jakobsen, sum inntil summarsteðgin var liðformaður og álitismaður í miðverjuni. Fyrstu løtuna bendi einki á, at tað ikki fóru at vera favorittarnir í Víkingi, sum fóru at fara undan [...] við at fáa mál og javna til 2-2 var Víkingur, tá ið Aron Benjaminsen eftir innlegg úr vinstru og úr 10 metrum smekkaði til, og bólturin brast í tvørtræið og niður í vøllin. Tapið hjá Víkingi var tað fyrsta [...] stigum. Tað er eitt stig fram til HB og B36, tvey stig fram til KÍ og átta stig fram til Víking. Fríggjakvøldið fær Víkingur vitjan av B36. Sunnudagin fer Skála ÍF at spæla lykladyst í kappingina um at sleppa
røttu pappírini. Hann sigur, at Bandero nýliga varð skrásett bæði í Panama og Brasil, og at írskir eftirlitsmyndugleikar høvdu kannað skipið og mett tað vera sjóført, áðrenn tað kom til Íslands. Løgfrøðingar [...] fjórðinga markið fyri at møta hvalaveiðiskipunum. Hann sigur, at øll umborð vistu, at tað kundi enda við handtøkum og atgerð frá myndugleikunum. Tað varð sambært Watson nýtt til at gera málið til eina altjóða [...] handtóku manningina og fluttu flestu manningarlimirnar av landinum. – Endamálið við øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult við at finna íslendsku
er betur at verða heima enn at fara avstað, segði hon. Verður úrslitið hinvegin ja, fer Ísland sambært Kristrún Frostadóttir við uppreistari pannu til samráðingar og fer at standa saman um at fáa ein so [...] royna ávísir politiskir leiðarar og viðmerkjarar at økja um mótsetningarnar, tí teir halda, at hetta kann gagna teimum og teirra politiska endamáli. – Tað er ikki soleiðis, at einstaklingar, familjur, heil [...] samveldinum. Kristrún Frostadóttir segði, at hon sjálv heldur, at Ísland nú hevur møguleikar at fáa ein góðan sáttmála við ES. Men hon lovaði samstundis, at stjórnin fer at virða úrslitið av fólkaatkvøðuni. Verður
skaða og máttu flytast av staðnum, tí teir vóru ikki koyrandi. Um klokkan 15.30 komu grindaboð úr Kaldbak. Tá ið nærri varð hugt, vísti tað seg at vera springarar, og tí varð einki gjørt við tað. Um 20-tíðina [...] ávirkað av narkotika. Løgreglan fór at leita og fann bilin, men eingin førari var á staðnum. Av tí at fráboðarin var dulnevndur, bar ikki til at fáa fleiri upplýsingar, og tí varð ikki gjørt meira við málið [...] komin ov langt út á vegjaðaran á Langasandi. Høgra hjólið fór út av vegnum og niður í veitina, og bilurin mátti hava hjálp fyri at sleppa uppaftur. Løgreglan fekk eisini eina fráboðan um ein bil, har illgruni
Hann fegnast um, at savnarar og fjepparar aftur fáa møguleikan at ogna sær ein lítlan part av sjónvarpsrøðini, sum langt síðan er vorðin partur av danska mentanararvinum. Kjólar og lokalblað úr Korsbæk [...] gráu klæðini hjá Gitte Graa, sum Susse Wold var í, og blómuti kjólin hjá Ingeborg Skjern, sum Ghita Nørby var í. Búnarnir eru mettir at vera millum 10.000 og 25.000 danskar krónur verdir. Í uppboðnum er eisini [...] Nú ber til at ogna sær ein part av donsku sjónvarpssøguni. Uppboðssøluhúsið Bruun Rasmussen hevur sett eitt fullfíggjað savn av upprunahandritum og fleiri búnum úr vælumtóktu sjónvarpsrøðini Matador á